fríggjadagur 6. juni 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 107 - 6. juni 2008
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Nýggjur møguleiki
Mikukvøldið stóð Tórsvøllur sína fyrstu
veruligu roynd sum konsertstað. Høvið var
framførslan hjá heimskenda sangaranum
Bryan Adams, sum var komin til Føroya
at spæla fyri fyrstu ferð. Upprunaliga var
ætlanin, at Tórsvøllur ikki bert skuldi brúkast
til altjóða fótbóltsdystir, men eisini til konsertir
av hesum slagnum. Áðrenn mikudagin hevði
eingin stór konsert tó verið á Tórsvølli, men nú
fekk Havnin eina ordiliga stadionkonsert - og
tað var í tøkum tíma.
Umstøðurnar á Tórsvølli vóru heilt góðar.
Innflutta gólvið, sum varð lagt á grasvøllin,
riggaði væl, og kringumstøðurnar vóru sum
heild verdugar einari stadionkonsert. Tað var
eisini eitt gott hugskot at avmarka økið eitt
sindur, so at tað ikki kendist so stórt, tí tað
skulu nógv túsund fólk inn á leikvøllin, áðrenn
hann verður fullur.
Konsertin við Bryan Adams mikukvøldið
eydnaðist stak væl. Fleiri enn 5.500 fólk vóru
til konsertina – og føroyingar settust ikki aftur,
fyri tað um konsertin var klokkan 18.00 eitt
mikukvøld. Góða veðrið gjørdi tað sjálvsagt
hugaligari, men áhugin fyri konsertini var
til staðar, og tað skapar eisini spennandi
møguleikar fyri framtíðina.
Eftir konsertina mikukvøldið má niðurstøðan
verða, at Tórsvøllur hevur verið til próvtøku,
og vøllurin stóð próvtøkuna væl og virðiliga.
Nógv skal byggjast upp til eitt nýtt konsertstað
av hesum slagnum, men fyrireikararnir
komu væl frá fyrstu uppgávuni. Einasta stóra
minussið var, at ljóðanleggið ikki spældi
harðari, so at rocktónleikurin hjá Bryan Adams
bæði hoyrdist og merktist. Hetta kann gerast
betur næstu ferð.
Møguleikin við stadionkonsertum er, at tað
verður gjørligt at fáa stór tónleikanøvn til
Føroya at spæla. Hetta sama hava føroysku
festivalarnir eisini megnað at gjørt seinnu
árini, og nú er stórur pallur komin afturat
føroyska tónleikalívinum. Avmarkingin er
sjálvsagt, at mobiliseringin til eina slíka
konsert er so stór, at hetta letur seg ikki gera
ofta. Ein ella tvær slíkar konsertir um árið
verða ivaleyst nóg mikið, men vit kunnu so
fegnast um, at hesin nýggi møguleikin nú er
til staðar.
Herðaklapp til stigtakarar og øll tey, sum
stílaðu fyri. Og góða eydnu eina aðru ferð.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Føroya Reiðarafelag hevur
sett nýggja kós, sum m.a.
merkir, at tey verja sátt
málabrot. Kósin er vanda
mikil og gongur fyrst og
fremst út yvir manningar
nar og teir reiðarar, sum
halda seg til sáttmálan
Støðan í fiskiveiðuflot
anum er álvarsom – lat
ongan iva vera um tað –
tað er lítið til av fiski og
oljuútreiðslurnar eru ovur
honds høgar.
Hetta merkja limir okk
ara alt ov væl, og spurning
ur er, hvussu leingi til ber
at lata standa til?
Manningarfeløgini hava
síðstu tíðina gjølla viðgjørt
tær dýrkandi oljuútreiðsl
urnar, og hvussu vit kunnu
skapa góð kor fyri fiski
menn her á landi.
At reiðarafelagið ynskir,
at vit treytaleyst skulu gjalda
olju, uttan at hava hugsa um
avleiðingarnar hjá okkara
limum ber ikki til.
Vit hava havt fund við
skipsmanningar um hótt
andi støðuna hjá føroysku
fiskivinnuni – ein fundur
verður eisini í hesi vikuni í
Suðuroynni. Á fundunum
hava nógv áhugaverd mál
verið uppi at venda, m.a.
oljuútreiðslurnar. Boðini
frá sjómonnunum eru greið
– okkara limir ynskja ikki
at gjalda fyri at fara til
arbeiðis.
Fiskimenn eru eisini
ivasamir viðvíkjandi
spurninginum um at seta í
skip. Undir seinastu krepp
uni settu fleiri sjómenn
nógvar pengar í skip og
veðhildu fyri reiðarar. Tá
skipini blivu seld, so fingu
hesir menn bara pengarnar
aftur, sum eitt lán uttan
rentu, meðan onkur reiðari
koyrdi milliónir í lumman.
Aðrir sjómenn hava mist
stórar upphæddir, tí skip
eru farin av knóranum.
Fyri rættleikan skal eisini
sigast, at í ávísum føri,
hava sjómenn fingið sín
part aftur við rentu, tá ið
skipini eru seld ella lánið
afturgoldið.
Nakrir reiðarar hava altíð
hildið sáttmálan og t.d.
givið hvørjum manni sítt,
um hesir hava sett pening í
vinnutólið, men tíverri er
hetta ikki altíð so.
Carlton málið
Tað er eisini aðrar grundir
til, at vit ikki eru komnir
nærri eini loysn, og tað er
m.a. málið um Carlton.
Hetta mál hevur sett seg
sum ein kíla millum fiski
mannafelagið og reiðara
felagið. Hettar er óheppið,
tí onki er at ivast í, at part
arnir høvdu verið komin
nógv longri, um hetta mál
var loyst sambært
sáttmálanum.
Trupulleikin er, at Viberg
Sørensen virkið verjir
sáttmálabrot, og vil ikki
taka nakra ábyrgd á seg
viðvíkjandi leiklutinum hjá
Reiðarafelagnum. Carlton
er verri enn so einasta
málið, sum fiskimanna
felagið stríðist við, tí sátt
málar ella lógir vera brotn
ar. Eitt mál koyrir í løtuni í
rættinum um Artic Viking,
og onnur mál eru eisini við
at koma upp.
At Føroya Reiðarafelag
nú virkið verjir teir, sum
bróta sáttmálan er við til at
kasta eitt ringt ljós yvir á
allar reiðarar. Tá ið eg
skrivi undir ein sáttmála,
so kenni eg meg bundnan
av honum – hetta sama
væntaðu vit av Føroya
Reiðarafelag, men hetta
tykist ikki hava stórvegis
týdning. Hetta gongur út
yvir manningarnar, sum
ikki fáa teir ágóðar tey
hava rætt til samsvarandi
sáttmálanum, og hetta
gongur út yvir hinar reiðar
arnar, sum altíð halda sátt
málan.
Kósin hjá Viberg Søren
sen ger, at allir reiðarar
koma í ringt orð – og tað
er ikki uppiborið. Kósin
hjá Viberg Sørensen ger, at
fiskimenn hava lættari við
at søkja sær kjansir uttan
lands (serliga í Noreg) Kós
in hjá Viberg Sørensen ger,
at kappingin verður ójøvn.
Hvussu leingi reiðararnir
her á landi finna seg í hes
um veit eg ikki, men kósin
er so avgjørt skaðilig og er
við til at skunda undir ruðu
leika og at álitið á Føroya
Reiðarafelag spakuliga
verður máa burtur., Útslitið
gerst ruðuleiki, sum skaðar
báðar partar – also bæði
fiskimenn og reiðarar og
feløgini bæði.
Stuðul?
Júst hvat vit skulu gera í
fiskiveiðiflotanum veit eg
ikki – hevði eg havt eitt
greitt svar og eitt greitt
tilmæli, so høvdu vit gjørt
vart við okkum, men spurn
ingurin er fløktur.
Seinastu árini hava vit
sæð ovurhonds nógvar
sølur av fiskiveiðiskipun
um. Stórar upphæddir eru
farnar í lummarnar á teim
um, sum hava kunna selt
fiskiloyvi, sum teir hava
fingið fyri einki, og nógv
hava nýtt henda møguleika,
og tað sæst aftur í tí ovur
honds stóru skuld, sum er
enda í fiskivinnuni. Sølur
nar av ogn føroya fólks
hevur ikki styrkt um um
dømi hjá eigarunum í
fiskivinnuni, tvørturímóti.
At nógvur peningur
hevur verið í vinnuni sæst
eisini aftur í sera stóru
upphæddunum, sum eru
útgoldnar sum vinnings
býti. Sambært frágreiðing
hjá Rasmussen og Weihe
eru omanfyri 500 mió kr
útgoldnar í vinningsbýti í
árunum 2002 – 2006.
Vit hava sæð, hvat hend
ur, tá ið stuðul er latin í
fiskivinnuni – hesin er
verri enn so altíð komin
vinnuni serliga væl við –
seinasta dømi um stuðul
ber til at síggja í rækjuvinn
uni fyri nøkrum fáum
árum síðani.
Eg ivist í, um føroya fólk
eru áhugað í, at skattakrón
urnar tey rinda til lands
kassan skal enda beinleiðis
í lummanum á nøkrum
reiðarum. Høvdu fólk vita,
at hetta er tað, sum skal til
fyri at halda vinnuni koyr
andi, so hevði mótstøðan
móti stuðli helst ikki verið
so stór, men tær stuðuls
skipanir, sum hava virka
her á landi hava ikki altíð
verið so gagnligar fyri
vinnuna, og tey fólkini,
sum hava sítt livibreyð í
vinnuni.
Spurningurin í fiski
vinnuni er álvarsamur –
og vit sum feløg – also
bæði manningafeløgini og
reiðarafelagið skylda
limum okkara, at taka hetta
í stórsta álvara. Mín áheit
an á reiðarafelagið er tí, at
felagið fær limir sínar at
halda sáttmálan.
Lat ongan iva vera um,
at fiskimannafelagið vil
gera alt fyri at samstarvið
partanna millum verður so
gott sum gjørligt – hetta
gagnar eisini vinnuni, men
tit mugu also gera tykkara
fyri at halda sáttmálarnar.
Opið bræv til Viberg Sørensen
Føroya
Fiskimannafelag
JAN HøJgAARd
Lesið Sosialin - so eru tit við