fríggjadagur 6. juni 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 EM-BLAÐIÐ Sosialurin 6. juni 2008
Bólkur B ✦ Póland
Síðan 2006
hava heili
níggju leikarar
í heimligu
pólsku deildini
fingið debut á
landsliðnum.
Hesir skulu nú
syrgja fyri, at
Poland fær eitt
nøktandi úrslit
við teirra fyrsta
EM-endaspæl í
søguni
Póland
Uni Holm Johannesen
post@sosialurin.fo
Tá hálendski Leo Beenhakker
fyri tveimum árum síðan var
settur sum pólskur landsliðs
venjari, staðfesti hann alt fyri
eitt, at bulurin á liðnum skuldi
verða úr heimligu kappingini.
Heili níggju leikarar fingu debut
í undankappingini, og fyri
fyrstu ferð í søguni eydnaðist
tað at vinna Póland í EM
endaspæl. Hetta hóast, at liðið
tvær ferðir hevur vunnið
bronsuheiðursmerki við heims
meistaraskapin.
Fylla nógv
Tað eru fáir leikarar á pólska
landsliðnum, sum veruliga
hava fingið gjøgnumbrot í
altjóða høpi. Í málinum er Artur
Boruc úr Celtic fyrsta val,
framman fyri Tomasz Kuszczak
úr Manchester United og
Lukasz Fabianski úr Arsenal.
Í verjupartinum eiga Darius
Dudka og Jacek Bąk týðandi
leiklutir. Hesir stuðla teimum
yngru og skulu ganga á odda,
tá tað stendur á. Tað verður
tískil umráðandi hjá Póllandi,
at hesir taka røttu avgerðirnar
á vøllinum, soleiðis, at yngru
leikararnir kenna seg tryggar.
Av framrættaðum leikarum
verður serliga varpað ljós á Ebi
Smolarek, sum áður hevur
roynt seg í millum annað PSV
og Dortmund. Jacek
Krzynówek skal eisini standa
fyri hugflognum í spælinum
frammi á vøllinum.
Venjarin
65 ára gamli Leo Beenhakker
verður mettur at vera ein av
bestu venjarum, sum fótbólts
heimurin hevur sæð. Hann
hevur síðan 1972 staðið á odda
fyri millum annað Ajax,
Zaragoza, Real Madrid,
hálenska landsliðnum, Saudi
Arabia og Feyenoord.
Fleiri høvdu hug at finnast at
avgerðini hjá Beenhakker, tá
hann gjørdi greitt, at bulurin
skuldi vera úr heimligu kapp
ingini. Í altjóða høpi hava
pólsku feløgini ikki veruliga
gjørt vart við seg. Ætlanin hjá
hálendska venjarnum hevur
higartil eydnast til fulnar, og
fyri fyrstu ferð nakran tíð skal
Pólland royna seg í EM
endaspæli.
Síðan sín fyrsta arbeiðsdag
hevur hann verið sannførdur
um, at pólskur fótbóltur eigur
talent, ið kunnu samanberast
við tey heilt stóru. Hesir skulu
nú av álvara standa sína roynd.
Skulu hava bóltin
Pólland fer neyvan at eiga lut í
stríðnum um heiðursmerki í
summer. Leikaratilfarið er ikki
nóg gott til tess. Hóast hetta,
so bendir úttøkan hjá Been
hakker á, at liðið skal verða
nógv á bóltinum. Tað verður
stórur dentur lagdur á hetta, tí,
sum venjarin sigur, so verður
møguleikin hjá mótstøðulið
num sjálvandi minni at leypa á.
Í undankappingini royndi
liðið seg við hugflogsríkum
álopsspæli, og tað riggaði væl.
Sjáldan var neyðloysnin at
senda langar bóltar á áleyparar
nar.
Mótstøðuliðini í bólkaspæli
num eru Týskland, Kroatia og
Eysturríki. Við einum sigri á
Eysturríki og einum nøktandi
úrsliti móti Kroatia eru
møguleiki fyri, at Pólland
vinnur seg víðari. Tað vildi í
øllum førum verði stórt.
Bulurin er úr heimlandinum
Póland
1 Artur Boruc
2 Mariusz Jop
3 Jakub
Wawrzyniak
4 Pawel Golański
5 Dariusz Dudka
6 Jacek Bńk
7 Euzebiusz
Smolarek
8 Jacek Krzynówek
9 Maciej ńurawski
10 Łukasz Garguła
11 Marek
Saganowski
12 Tomasz Kuszczak
13 Marcin
Wasilewski
14 Michał ńewłakow
15 Michał Pazdan
16 Jakub
Błaszczykowski
17 Wojciech
Łobodziński
18 Mariusz
Lewandowski
19 Rafał Murawski
20 Roger Guerreiro
21 Tomasz Zahorski
22 Łukasz Fabiański
23 Adam Kokoszka
Venjari: Leo
Beenhakker
Póland stóð seg væl í undankappingini til
EM, men liðið kann neyvan av álvara gera
seg galdandi, nú tey bestu spæla ímóti
hvørjum øðrum.
Mynd. Polfoto