Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juni 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 6. juni 2008 13 viðmerkingar Nakrir álvarsligir spurn­ ingar til landsstýris­ málanevndina Leygarmorgunin 31. mai varð fíggjarlógin fyri 2008 samtykt. Sambært lógini, so fær Landssjúkrahúsið játtað 344 mio kr fyri árið. Farnu vikurnar hevur javnan verið at frætta, at samtykta játtanin er um 30 mio kr ov lítil, skal verandi virksemi á Lsh halda fram. Hesum hevur sjúkrahús­ stjórin alment boðað frá, eins og landsstýrismaðurin í heilsumálum, áðrenn fíggjarnevndin skrivaði álit, skrivliga boðaði landsstýrismanninum í fíggjarmálum frá rakstrarstøðuni á Lsh. Kortini bleiv umbønin um hægri játtan ikki latin løgtinginum og tískil heldur ikki tikin til eftirtekt­ ar. Grundgevingin var, at samgongan er samd um at kanna rakstrarstøðuna á Lsh fyrst, og at samgongan síðani vil veita Lsh meira pening við eykajáttan, vísir kanningin, at Lsh hevur fingið ov lítið at ráða yvir. Ilt er vita, um Lsh hevur yvirforbrúk ella ikki, men tað tykist løgið, at politiskt er boðað frá, at Lsh ikki skal laga seg eftir játtanini á fíggjarlógini. Haraftur­ ímóti skal Lsh halda fram við óskornum virksemi. Sostatt er fíggjarlógin ikki galdandi fyri Lsh. Stýrisskipanin púra greið Játtanin til sjúkrahúsini er rakstrarjáttan; hon er ikki regulerað í materiellari heimild. Hetta merkir, at verkið ikki av sær sjálvum kann nýta pening, uttan so at hann fyrst er játtaður. Í stýriskipanini § 43,2. stk er greitt ásett, at ”Eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður”. Stýrisskipanin er tí klokkuklár mannagongd fyri, hvussu og nær tað almenna kann nýta skatt­ gjaldarans pening. Tað skal vera lógarheimild givin frammanundan. Eingin munnlig samgonguavtala kann skúgva tann veruleika til viks. Ólukkuliga støðan Lsh er komið í ger, at sjúkling­ ar, avvarandi og starvsfólk av røttum kunnu kenna seg ótrygg. Røkir landsstýrismaðurin sítt starv sambært stýris­ skipanini, tvs. á fullgóðan hátt, so fær Lsh nú boð um víðfevndar sparingar. Biðir landsstýrismaðurin hinvegin Lsh halda fram, sum um einki var hent, so er spurningurin, um hann ikki fremur lógarbrot. Verður seinna loysnin vald, hvat so við øllum øðrum stovnum? Fer hetta ikki at skapa præcedens? Hví skulu almennir stovnar framyvir hava virðing fyri hvat løgtingið játtar? Tí er tað er sera álvars­ ligt um landsstýrið/sam­ gongan við forhondsavtal­ um máar støðið undan stýrisskipanini. Tí eru hesir spurningar settir landsstýrismála­ nevndini: Vísandi til stýrisskip­ anina § 43, 2. stk, er tað heimilað landsstýrinum at loyva Lsh at nýta pening, sum ikki er í samsvari við játtanina á fíggjarlógini fyri 2008? Vísandi til stýrisskip­ anina § 43, 2. stk, er ein politiskt ætlað kanning av sjúkrahúsverkinum nóg dygt grundarlag fyri at heimila Lsh at nýta meira pening enn játtanin á fíggjarlógini heimilar? Um Lsh ikki fær boð um at spara, eigur løgtingið, vísandi til stýrisskipanina § 43,2.stk., ikki beinan­ vegin koma saman at játta neyðuga rakstrarupphædd­ ina til Lsh, so at Lsh kann virka normalt, meðan sjúkrahúsverkið verður kannað næstu mánaðirnar? Vit kunnu bert gita, um Lsh hevur ótálmaða meir­ nýtslu. Hinvegin veit lands­ stýrið og løgtingið, at Lsh tørvar 30 mio kr í 2008 fyri at verandi virksemi kann halda fram. Kortini er játtanin sett lægri og politisk avtala er gjørd, sum helst setir stýris­ skipanina til viks. Ella sagt øðrvísi, meirlutin á tingi er farin at tamba og tulka lóg­ gávu fyri at røkka polit­ iskari neyðsemju. Hetta er sera álvarsligt fyri løgtingið, fyri lógar­ arbeiði yvirhøvur og rættartrygdina generelt. Vit, fólkið í Føroyum, hvat skulu vit halda? Vit, fólkið í Føroyum, hvat skulu vit halda? Bjarni Djurholm Fólkatalið í fiskivinnuni munandi lækkað, eisini lækkaður við sløkum 30 prosentum, illa gongst at fáa annað enn fiska­ útflutning Undir táttinum “Fiskirann­ sóknarstovan – góður búskapur og høgt lívs­ virði,” tekur Hóraldur Joensen granskari soleiðis til í grein síni: “Tað besta fyri fiska­ stovnarnar, veiðuflotan, allan tann føroyska búskap­ in eins og sjófólk okkara hevði verið, at ein munandi partur av øllum útróðrar­ monnum og sjómonnum góvust við feskfiskaveiðu og fóru í land. Tí at tá høvdu teir eftirverandi í yrkinum fingið væl betri fiskiskap, meiri og størri fisk við hægri konditóns­ faktori og livurindexi, meiri livur og størri inntøku”. Síðani nemir hann við møðina og øðina inn á talsmenn, sum eru í móti ovveiðu, sum hvarv, um færri fiskimenn vóru umborð og fleiri í landi, betrað familjulív o.s.fr. Í hesum orðum liggur nógv, sum breitt kundi verði tikið til nærri viðgerðar. Her eru í øllum førum nakrar staðfestingar við faktuellum tølum og veruleikum. Talandi tøl Sambært Hagstovuna eru broytingar í løntakara­ størvum hesar. (Tøl av løntakarum): Sí talvu 1 Meðan løntakaratalið eftir trimum árum í fiski­ vinnuni o.a. ráevnisvinnu er lækkað við sløkum 500 størvum, eru hinar tríggjar greinarnar øktar við góðum 2000 størvum. Herafturat sæst, at í dag eru 500 færri mynstraðir fiskimenn enn fyri góðum 30 árum síðani og talið av útróðrarmonnum er leys­ liga farið úr 400 í 2001 niður í eini 250 í 2007. Lækkingin er meiri enn triðingur í 6­7 ár. Talið av fiskimannastørv­ um liggja sostatt lægri enn pedagog­ og lærarastørv. Hetta hevur verið gongd­ in seinastu árini. Munandi partur av løntakarunum er longu farin í land, men Hóraldur Joensen, gransk­ ari og mangir við honum halda,at her gongur ov seint. Hesir eru ikki nøgdir við alt ov seinu gongdina. Útflutningurin fallandi – innflutningurin øktur Útflutningur Føroya fyrsta ársfjórðing í ár, sammett við í fjør, sær soleiðis út: Sí talvu 2 Útflutningurin, sum næstan bert er frá fiski­ vinnuni, er lækkaður við 341 mió. krónum ella 29 prosentum. So gott sum einki er komið í staðin. Men innflutningurin er øktur við 107 mió. krónum. Tað er ikki torført at verða samdur við Hóraldi í, at brúk er fyri gransking, men neyðugt er, at hon bæði er viðkomandi, real­ istisk, og í samstarvi við vinnuna. Tí vinnan hevur granskað meiri enn mangan kemur fram. Samstundis er treyt, at framt verður íløguvirksemi frá privatari síðu, hugsjón­ um í dyggari marknaðar­ føring, samstørv á øllum mótum, heldur enn at bert verður sitið og bíðað eftir politiskum peningi, nú lyftini um “bleytu virðini” á ongan hátt kunnu tykjast framd. Stutt ískoyti afturat til Hórald Joensen jógvan við KelDu Nú er løgtingsfíggjarlógin fyri 2008 (!) samtykt. Har eru nógv mál viðgjørd, og nógv er sum skattgjaldar­ arnir skulu leggja rygg til. Men eitt vantar tíverri. Hetta er fortreytin fyri at vit kunnu fáa eitt liviligt samfelag: Blokkurin er ikki skorin niður á null! Hetta er ein katastrofa! Øll vita vit, at tað er arbeiðið fyri at framleiða vørur og tænastur, sum ger at vit sjálvi og samfelag okkara kann yvirliva. Allar royndir vísa, at hevur eitt samfelag avlop á sínum samskifti við um­ heimin, so loysir tað seg verri at framleiða nakað í hesum landi. Av tí at teir, sum sam­ tykkja okkara fíggjarlóg, lata um seg ganga, at vit taka ímóti blokkinum, skapa teir eitt kunstigt yvirskot á okkara samskifti við umheimin. Harvið loysir tað seg verri at fram­ leiða vørur og tænastur, og tí er ikki brúk fyri føroy­ ingum í Føroyum. Landsbankastjórin vísir á, at íløgurnar í vinnulívið í Føroyum eru ov lítlar. Hetta er greitt, tí orsakað av blokkinum er tað óðamannaverk at gera íløgur í føroyskt vinnulív. Tann, sum ger slíkar íløgur, kann eins væl blaka pengarnar á bláman. Heilt øðrvísi hevði støð­ an verið um vit ikki høvdu blokkin at dragast við. So høvdu vit verið noydd til at gera umstøðurnar soleiðis, at tey ungu, sum hava góð hugskot til nýggjar fyri­ tøkur, fingu alla ta hjálp, sum samfelagið á nakran hátt kundi veitt teimum. Skjótt høvdu vit sæð samfelag okkara blóma og tjóð okkara fjølgast. Hetta er tað, sum okkara politikarar ikki sóu, tá teir gjørdu fíggjarlógina fyri 2008. Teir vóru blindir, og tann, sum guðarnari vilja revsa, blinda teir fyrst. Men eru tað bara okkara politikarar, sum hava skyldu til at taka rættar avgerðir? Hvat við teimum donsku, teir játta jú blokk­ in sum ger okkum so stóran skaða? Teir nógvu politikarar, sum sita á fólkatingi, hava ikki stóran áhuga í at fáa hetta misfostur burturbeint. Teir eru valdir í Danmørk, og fata hesa játtan sum eitt bíligt gjald fyri at fáa føroy­ ingar at tiga. Tað ger teim­ um ongan mun, at henda játtan ger Føroyum skaða. Men har eru tveir polit­ ikarar, sum skuldu røkt politikk til gagns fyri Føroy­ ar. Hetta eru teir báðir før­ oysku fólkatingsmenninir. Hví seta teir ikki, tá ið danska fíggjarlógin verður viðgjørd, eitt uppskot fram um at tann broyting verður gjørd, at játtanin til blokkin verður broytt frá 700 milli­ ónum niður á null? Harvið høvdu teir gjørt vart við, at teir ikki góðkendu, at ver­ andi landsskaðiliga virk­ semi heldur fram. Blokkurin á null ZaKarias Wang 2005 2008 Munur Fiskivinna.o.o ráevnisvinna 5.129 4.659 - 460 Byggivinna o.o. tilvirking 3.296 3.871 + 575 Privatar tænastuvinnur 7.423 8.267 + 844 Almenn o.o. tænasta 8.360 8.971 + 611 2007 2008 Fiskavørur alifiskur íroknaður mió. kr. 1.095 744 Annar útflutningur mió. kr. 31 37. talva 1 talva 2