fríggjadagur 6. juni 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 6. juni 2008 EM-BLAÐIÐ 13
Bólkur B ✦ Eysturríki
Eysturríki
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Sum vertsland hevur Eysturríki
verið fyri einari sjáldsamari
hending. Fýra eysturríkskir
fótbóltsfjepparar hava rikið
eina heimasíðu síðani 2007,
sum hevur havt til endamáls at
stríðast fyri, at Eysturríki ikki
tekur lut í EM-endaspælinum í
egnum landi!
Eysturríki spældi út av lagi
illa í venjingardystunum í fjør,
og 0-2 tapið til Chile fekk
bikarið at flóta yvir hjá við-
haldsfólkunum. Teir fýra
fjepparnir upprættaðu heima-
síðuna “Österreich zeigt
Rückgrat”, sum merkir
“Eysturríki hevur rygg”.
-Mátin Eysturríki spælir uppá
er eitt stórt fornermilsi ímóti
øllum vøkrum fótbóltsspæli,
sigur Michael Kriess, sum er
ein av teimum fýra stigtakaru-
num til hesa sjáldsomu heima-
síðu.
Higartil hevur tað eydnast
teimum at savna 10.000 undir-
skriftir frá eysturríkarum, sum
krevja, at Eysturríki tekur sítt lið
úr EM-undankappingini, tí teir
eru so vánaligir.
Skandaluvenjarin
Nógvir eysturríkarar geva eisini
ilt av sær, at skandaluvenjarin,
Joseph Hickersberger valdur til
uppgávuna at standa fyri
eysturríkska landsliðnum. Eitt
úrslit ríður enn Hickersberger
og eysturríkarum sum marran,
og er tað 1-0 tapið ímóti
Føroyum í Landskrona í 1990,
Hickersberger segði seg úr
starvinum eftir tað tapið.
Hickersberger - sum hevur
spælt á eysturríkska lands-
liðnum sjálvur - hevur vant lið í
Týsklandi og Eysturríki, um-
framt at verða landsliðsvenjari
hjá Bahrain.
Í 2006 fekk hann aftur møgu-
leikan at venja eysturríkska
landsliðið, men tað hevur
gingið illa í venjingardystu-
num. Eysturríki hevur tapt
ímóti liðum sum Kanada og
Venezuela, og hevur bert fingið
javnleik ímóti liðum sum Malta
og Costa Rica. Í september í
fjør endaði liðið aftast í einari
4-liðskapping, sum var millum
Japan, Chile, Sveis og
Eysturríki. 6. februar tók
Eysturríki ímóti Týskland í
Wien, Týskland vann lættliga 3-
0 uttan at verða noyddir at
stríðast fyri tað. Eysturríki- sum
fer at spæla allar dystirnar í
bólkaspælinum í Wien – er í
bólki saman við Týsklandi,
Póllandi og Kroatia.
Eysturríkski málverjin Alex
Manninger hevur eina fortíð,
sum eykamálverji hjá David
Seaman í Arsenal. Aðrir
leikarar, sum kunnu venda
neiligu gongdini hjá Eysturríki
eru 25 ára gamli liðsskiparin
Andreas Ivanschitz, sum
millum manna verður nevndur
“Eysturríkski Beckham”.
Ivanschitz, sum spælir við
Panathinaikos í Grikkalandi
dugir væl at taka fríspørk, og
hevur hann eisini nakrar
ógvuliga nágreiniligar
sendingar til sínar viðleikarar.
Györgi Garics spælir í verjuni
hjá Napoli í Italia, og hongur
eisini nógv á hansara herðum.
Men eysturríkarar óttast einum
stórum skrædli á heimavølli.
Um nakar skuldi gloymt tað, so
hava Føroyar spælt ímóti
Eysturríki 2 ferðir. Í mi 1991
taptu vit 3-0 í Salzburg, og so
var tað hin dysturin!
Eysturríki
óttast
eyðmýking
Eysturríki
1
Alex Manninger
2
Joachim Standfest
3
Martin Stranzl
4
Emanuel Pogatetz
5
Christian Fuchs
6
René Aufhauser
7
Ivica Vastic
8
Christoph Leitgeb
9
Roland Linz
10 Andreas Ivanschitz
11 Ümit Korkmaz
12 Ronald Gercaliu
13 Markus Katzer
14 György Garics
15 Sebastian Prödl
16 Jürgen Patocka
17 Martin Hiden
18 Roman Kienast
19 Jürgen Säumel
20 Martin Harnik
21 Jürgen Macho
22 Erwin Hoffer
23 Ramazan Özcan
Venjari: Josef
Hickersberger
Millum fótbóltsserfrøð
ingar er eingin ivi um,
at Eysturríki eigur tað
veikasta liðið í EMenda
spælinum. Eysturríkarar
flestir eru ikki ósamdir
25 ára gamli liðsskiparin Andreas Ivanschitz, verður millum manna nevndur eysturríkski Beckham.
Mynd: Polfoto