Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juni 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 107 - 6. juni 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Dagurin 7. juni. Jeremias. Ein av teimum fýra stóru profetunum í Gamla Testamenti. Í Føroyum hevur navnið Geramíggjas verið brúkt. Bíbilska navnið merkir tann av Guði upphevjaði 8. juni. Medardus, deyður umleið ár 560. Biskupur í St. Quentin og Tournai í Fraklandi. 9. juni. Primus, deyður umleið ár 300. Hann var rómverji. Primus merkir tann fyrsti. Føðingar 28. mai fingu Sasichon og Uni Mortensen, Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4700 gr. 29. mai fingu Jakoba Jensen og Arthur Poulsen, Argir, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4500 gr. 29. mai fingu Rakul og Regin við Skipá, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3550 gr. 29. mai fingu Rúna og Dan Lamhauge, Lamba, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4700 gr. 31. mai fingu Barbara K. Rasmussen og Eyðstein Durhuus, Stykkið, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3635 gr. 31. mai fingu Hallbjørg Højgaard og Hermund Arnholdt­ son, Fuglafjørður, ein son. Hann var 54 cm.langur og vigaði 3650 gr. 2. juni fingu Sunrid og Heini Mýlingstind, Kvívík, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3825 gr. 2. juni fingu Marita R. og Rúni Mohr, Eiði, ein son. Hann var 58 cm. langur og vigaði 4050 gr. 5. juni fingu Jórun og Jóhannes Sivertsen, Norðdepli, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4300 gr. 4. mai fingu Kristina Eysturberg og Róland Joensen, Hvalba, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4500 gr. 15. mai fekk Silja eina lítlasystir. Hon var 50 cm. long og vigaði 3300 gr. Foreldrini eru Jessie O'reily og Esbern O. Antoniussen, Højre Tåstrup, Danmark. 10. mai fingu Katrin Dal­ Christiansen, Tórshavn og Sotiris Psathas, Athen, búsitandi í New Zealandi, eina dóttur. Hon vigaði 2800 gr. og var 49 cm. long. Tann 27. mai 2008 fekk Alexander Holm Kilgour eina lítla systur, Ronja, sum vigaði 4280 gr. og var 53 cm. long. Foreldur: Heidi Kilgour og Dennis Holm í Vági Brúdleyp Leygardagin 7. juni kl. 14.00 giftast í Fríðrikskirkjuni Linda Jensen og Allan við Rætt, Toftir. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18.30. Prógv Tann 30. mai hevur Elin Nolsøe Grethardsdóttir lokið prógv sum Master of Science við kynbótafrøði (animal breeding) sum høvuðsfak frá Landbúnaðarháskóla Íslands. Prógv Jóhan Símun Joensen hevur lokið prógv í Bachelor of Arts við tveimum høvðusfakum: Stjórnálafrøði og Søgu á Memorial University of Newfondland and Labrador. Mánadagin 8. juni verða tað 50 ár síðani Bjørga og Sommer blivu gift í Sandskirkju. Bjørga er dóttir Hervør og Jóhan Hentze, Utta­ stovubóndan í Trøðum á Sandi. Av tí at Hervør gjørdir sjúk og ikki var før fyri at passa tær báðar elstu døturnar eina tíð, vóru tær passaðar av hvør sínari ommu. Bjørga flutti yvirum til Sands til ommu og abban Idu og Jóan Petur Davidsen. Hon bleiv verandi hjá teim­ um, hóast mamman bleiv frísk. Bjørga hevði eini góð barnaár hjá ommu og abb­ anum, men saknurin eftir mammu, pápa og systkjum var eisini til staðar. Bjørga hevur tríggjar systrar og ein beiggja, Gunnhild, Halldis, Bára og Petur. Sommer er sonur Rosu og Joen Jacob Winther úr Skopun. Hann er triðelstur av nýggju systkjum. Henri­ etta, Petur Hans, Julia, Her­ man, Malla, Sanna, Mennsy og Lisa. Hetta var eitt heim, sum livdi av tí, sum sjógvur­ in gav. Sommer hevði eini góð men strævin barnaár. Hann mátti saman við systk­ inum gera sítt til fyri at tey skuldu klára dagin og vegin. Longu sum 6­7 ára gamal var hann við at bera torv heim til hús saman við eldra beiggjanum. Pápin var jú nógv burturi, so børnini máttu hjálpa mammuni. Tá Bjørga og Sommer giftust, búsettust tey í Skop­ un. Tey bygdu norðan fyri ánna, og har búðu tey til 1976. Hesa tíðina var Sommer fiskimaður. Var burturi m. a. í Grønlandi. Hevur átt skip t. d. Fisaka­ klett saman við øðrum í Skopun. Sommer fekk, eft­ ir at hava gingið á Naviga­ tiónsskúlanum í Havn, fast starv hjá Strandfaraskip Landsins, sum skipari. Hann hevur siglt við nógv­ um av skipunum hjá SL. Tey seinastu árini, áðrenn hann fór frá, sigldi hann við Rituni. Tá Flakavirkið kom í Skopun fór Bjørga at arbeiða á Flakavirkinum. Í 1976 fluttu tey á Argir, har tey høvdu bygt eini nýggj hús, og her búgva tey enn og trívast sera væl. Bjørga hevur arbeitt nógv ymist, eftir at hon flutti á Argir, m. a. verið dagrøktar­ mamma, gongsgenta á Landssjúkrahúsinum, vaski­ fólk á barnagarinum á Argjum. Bjørga og Sommer hava bæði verið sera virkin og vælumtókt, har tey hava arbeitt. Nú tey eru farin frá vegna heilsu og aldur eru tey tíbetur enn sera virkin. Tey eru í pensiónistafelag­ num í Havn. Bjørga er ofta í Tilhaldinum, gongur nógv­ ar túrar við hundinum Dolly ella systrini Halldis. Somm­ er dámar væl at rekja um, og er ofta úti í neystinum á Argjum. Bjørga og Sommer eiga fýra børn, Ida, Jói, Róhild og Sveinbjørn. Tey eiga 12 barnabørn og eitt lang­ ommu/­abbabarn. Gullbúdleypsdagin eru tey burturstødd. Góða mamma og pápi, eg vil ynskja tykkum báðum hjartaliga tillukku og alt tað besta á gullbrúðardegnum og nógv góð ár framyvir. Tit skulu hava stóra tøkk fyri alt, tit hava verið fyri okkum, alt tit hava gjørt fyri okkum, alt tað góða tit hava lært okkum, allan kær­ leikan tit hava givið okkum, alla orku tit hava lagt í okkum, ja eg kundi hildið á fram. Ein serliga stór tøkk fyri, at tit eru so góð við barnabørnini. Vit kunnu ikki ímynda okkum eitt betri lív, enn tað vit hava fingið við tykkum báðum. Heilsan dóttir tykkara Róhild Ein heilsan til gullbrúðarparið Bjørga og Sommer Winther Bjørga, Sommer og Dolly