fríggjadagur 6. juni 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 107 - 6. juni 2008
Obligatoriski spurningurin til
fólk, sum hava verið í veitslu, er:
Hvør gjørdi matin? Ofta gevur
svarið seg sjálvt, nevniliga
Oddvør Skarðhamar. Og tá vita
vit, at maturin var hvørki meiri
ella minni enn ein listalig upp
living. Antin talan er um rundan
føðingardag, móttøku, brúdleyp
ella konfirmatión, verður kokk
urin, ella sum vit róptu tað fyrr,
kókikonan, Oddvør Skarðhamar
boðsend at forkela gestirnar.
Alt mítt lív er matur – frá
morgni til myrkurs, sigur Oddvør
Skarðhamar brosandi, meðan
hon setir eina vakra skál av frísk
um jarðberum á spísiborðið í
stovuni úti við Velbastaðvegin í
Havn. Vit hava beint áðrenn
verið rundtúr í kjallaranum, sum
er umbygdur til virksemið hjá
fyritøkuni Oddvør Sp/f við
stórum ídnaðarkøki og fleiri
goymslum til mat, klæði og
serveringsútgerð.
Vil folda meg út
Ongin ivi er um, at hon hevur sín
egna stíl og nøkur loynilig fiff,
sum gera hana so eftirspurda.
Maturin hevur altíð ein serliga
góðan, ein kundi sagt loyndar
fullan smakk, sum ikki fæst
aðrastaðni. Eisini er hann eyð
kendur av tí nýggjasta innan
rávørur, borðreiðing og tíðarrák.
Tí hevur hon so nógvar yngri
kundar, sum vilja royna nakað
annað enn tað vanliga.
Mær dámar væl at royna nak
að nýtt og øðrvísi, og at seta eina
matskrá saman, sum tekur støðið
í høvinum, høvuðspersóninum
og gestunum. Eg havi onga fasta
matskrá ella heimasíðu, men lagi
eina matskrá til hvørt høvið, við
at práta við fólk áðrenn, sigur
Oddvør Skarðhamar, sum dámar
best at hava leysar teymar, tá ið
hon skal í køkin fyri fólk.
Tað er vorðið alt meira van
ligt at halda stóran 40 ára føð
ingardag, og tá ber væl til at vera
kreativ – annars høvdu tey nokk
ikki biðið meg, sigur Oddvør
Skarðhamar. Hon heldur tað vera
sera stuttligt at matgera til
móttøkur, tí, sum hon sigur:
Tá sleppi eg ordiliga at folda
meg út.
Sansandi Suðurlond
Á einum sjálvtøkuborði frá
Oddvør Skarðhamar eru altíð
nógvir litir og grønmeti – salat,
tertur og pastarættir. Men breyð
ini eru kortini tey, sum hon er
serliga kend fyri. Altíð nýbakað,
og smakka sum summarsól í
Suðurlondum. Og sum við øllum
matinum, sum Oddvør Skarð
hamar leggur navn og umdømi
til, kundi hon ikki droymt um at
fylgt einari ávísari uppskrift.
Men, at hon lesur nógv um mat,
avdúkar stóra bókahillin við
kókibókum, sum stendur í køki
num. Eisini keypir hon øll viku
bløðini, umframt tey fínaru
matbløðini.
Eg skimmi tey ígjøgnum og
fái íblástur frá myndunum, sigur
hon. Íblástur fær hon eisini úr
øðrum londum. Í hesum sam
bandi fegnast hon um, at
føroyingar eru so dugnaligir at
taka til sín slíkt, sum teir hava
roynt aðrastaðni. Til dømis
skuldu øll hava turkiskt herfyri,
og humus var at finna á hvørjum
borði. Italia er eisini sera vælum
tókt.
Eg haldi at føroyingar eru
sum italienarar, bæði í sinni og
skinni – eisini eg sjálv, sigur hon
og flennir, meðan hon greiðir frá
um turkaða og saltaða matin,
sum minnir nógv um føroyska
køkin.
Hann er heldur ikki so øðr
vísi, at øll ikki fáa verið við. Og
her meini eg ikki við pizza og
pasta, men um salat, turkaðar
pylsur, skinkur, sólturkaðar
tomatir og breyðini, sum eru sera
vælumtókt.
Eitt annað, sum Oddvør
Skarðhamar leggur dent á, og
sum stavar frá Suðurlondum, er,
at maturin skal taka seg væl út.
Men hon pyntar hann ongantíð.
Nei tú, onki við at standa og
skera tomatirnar í rósur ella
agurkur í snyrlar. Maturin skal
vera reellur, átuligur og leskiligur
í sær sjálvum, sigur hon.
Kunnu skaffa alt
At hava atgongd til fjølbroyttar
og frískar rávørur er lívsgrundar
lagið hjá einum seriøsum kokki.
Pulvur og dósaopnarar verða
blakaðir fyri borð sum tað fyrsta,
meðan smakkir, sum stimbra
allar sansir, verða settir inn í
staðin.
Oddvør Skarðhamar heldur, at
atgongdin til rávørur er batnað
nógv síðstu árini, soleiðis at tað í
dag ber til at fáa so gott sum
allar rávørur til landið.
Eg havi nakrar fastar
útvegarar av vørum, og eg haldi
ikki, tað er komið fyri, at teir
hava meldað pass, sigur hon.
Í sambandi við rávørurnar
hevur Oddvør Skarðhamar eitt
hjartasuff. Nevniliga at farmur
bert kemur til landið mánadag og
týsdag, meðan flestu tiltøkini eru
um vikuskiftið.
Nógv fær tíð at spillast,
áðrenn tað verður brúkt, tí vit
mugu alla tíðina sálda frá.
Serliga frukt og grønmeti, sum
eg brúki nógv av, sigur Oddvør
Skarðhamar, sum kundi hugsað
sær, at skipini heldur komu til
landið hósdag.
Fleiri fyrimyndir
Tað er altíð ein roynd at matgera
Hon brúkar ongantíð uppskrift og
kundi ikki funnið upp á at pyntað
matin. Kortini er hon ein av best
umtóktu kokkunum í landinum.
Oddvør Skarðhamar um rák,
rávørur og rabarbukøku
Kókaði kalva til drotn
lívsstílur