fríggjadagur 6. juni 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 EM-BLAÐIÐ Sosialurin 6. juni 2008
Bólkur C ✦ Italia
Fransesco Totti vil
ikki boyggja seg fyri
fólkakravinum, og
nú Fabio Cannavaro
er skaddur, stendur
Italia uttan nakran
skipara at sigla
millum skerini í
deyðsbólkinum
ItalIa
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sum verjandi heimsmeistarar
er Italia náttúrliga ein av
favorittunum til heitið sum
europameistari í 2008. Men
hagtølini stuðla tó ikki
italiumonnum í hesum.
Hóast Italia í HM-høpi er
mest vinnandi europiska land-
ið, er EM-gullið bert eina ferð
komið til stilvalandið. Og bert
eina ferð hevur ein tjóð verið
bæði heims- og europameistari
í senn. Tað hendi fyri átta árum
síðani, tá Zidane og hansara
menn vunnu EM-endaspælið í
Belgia og Hollandi við finalu-
sigri á júst Italia. Hetta eftir
eina finalu, sum italiumenn
seint munnu gloyma. Fram til
seinasta minuttin av vanligu
leiktíðini høvdu teir nevnliga
hondina á steypinum, men í
yvirtíðini javnaði Sylvain Wil-
tord, og í umdystinum skoraði
David Trezegeut gylta málið,
sum sendi steypið til Fraklands.
Stjørnurnar mangla
Krøvunum til italska landsliðs-
venjaran, Roberto Donadoni,
bila annars einki. Italia skal
teljast millum tey bestu, og
sum arvtakari til HM-gullið hjá
Marcello Lippi veit Donadoni,
hvat hann skal liva upp til.
Slapp venjarin at seta sítt
italska dreymalið, høvdu nøvn
sum Francesco Totti og Fabio
Cannavaro uttan iva verið
partur av hesum, men veru-
leikin er, at hvørgin teirra er
tøkur hjá Donadoni.
Totti boðaði eftir HM-sigurin
frá, at hann gavst á landslið-
num, soleiðis at hann ístaðin
kundi nýta alla orku sína í
Roma. Síðani hevur støðuga
fólkakravið verið, at Totti skuldi
aftur á landsliðið, men hóast
tað onkra tíð hevur ljóðað, at
eitt come-back var í væntu, so
er Totti framvegis bert kongur í
Rom.
Cannavaro hevur hinvegin
alla tíðina verið partur av
landsliðnum. Liðskiparin og
metmaðurin er um nakar
ímyndin av trygga italska
verjuspælinum, og uttan
hansara hjálp kann tað gerast
serstakliga trupult at vinna
allan vegin á toppin. Sjálvandi
hevur Italia hópin av øðrum
sterkum verjuspælarum, men
eingin teirra megnar í sama
mun sum Cannavaro at stýra
einum heilum liði.
Toni og Buffon
Tí eru krøvini til hinar spælar-
arnar á liðnum nú enn størri. Í
málinum skal Buffon veruliga
prógva, at hann skal metast
sum besti málverjin í
heiminum, og í álopinum skal
Luca Toni prógva, at hann er
skarprættarin yvir øllum. Ein
uppgáva, sum ivaleyst vildi
verið lættari, um Totti
framvegis var við á liðnum.
Tá hetta er sagt, so skal tó
eisini nevnast, at Italia so
sanniliga eisini hevur aðrar og
sterkar bóltspælarar. Pirlo, De
Rossi, Gattuso, Materazzi o
Perrotta eru bert nakrir úr
rúgvuni, og tí kann Italia væl
vinna upp á tindarnir, um
formurin er tann rætti. Men
onkursvegna tykist tað kortini,
sum er talan um ein sterkan
her uttan kong ella keisara at
stýra.
Rómverjar uttan
høvdingar
Italia
1 Gianluigi Buffon
2 Christian Panucci
3 Fabio Grosso
4
Giorgio Chiellini
5 Fabio Cannavaro
6 Andrea Barzagli
7 Alessandro Del
Piero
8 Gennaro Gattuso
9 Luca Toni
10 Daniele De Rossi
11 Antonio Di Natale
12 Marco Borriello
13 Massimo
Ambrosini
14 Marco Amelia
15 Fabio Quagliarella
16 Mauro Camoranesi
17 Morgan De Sanctis
18 Antonio Cassano
19 Gianluca
Zambrotta
20 Simone Perrotta
21 Andrea Pirlo
22 Alberto Aquilani
23 Marco Materazzi
Venjari: Roberto
Donadoni
Donadoni tóktist mest sum
ólukkuligur, tá Fabio Cannavaro
á tíðindafundi týsdagin greiddi
frá, at skaði hansara er somikið
álvarsligur, at hann noyðist at
taka seg úr EM-hópinum
Mynd: Polfoto/AP