Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juni 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 6. juni 2008 17 fyri fólki, sum duga væl at gera mat. Men tað ber væl til at impo­ nera Oddvør Skarðhamar í køki­ num. Spurd, um hon kennir onkran føroying, sum eisini dugir ordiliga væl at matgera, nevnir hon trý fólk. ­ Óluvá Skaale dugir ómetaliga væl at gera føroyskan mat, með­ an ein maður sum Leif Sørensen avgjørt er meistari innan fínari matgerð. Og so var mamma mín eisini ein fantastiskur kokkur, sigur hon. Av útlendskum fyri­ myndum nevnir hon bretsku Nigella Lawson, mathøvund og sjónvarpskokk frá BBC, tí hon hevur bæði drive og dirvi, tá hon stákast í køkinum. ­ Hon er virkuliga góð. Torir at royna seg fram, taka ordiliga fatt og at smakka uppá, so alt sær so átuligt út. Eisini borðreiðir hon matin á ein hátt, so hann tekur seg væl út, við lekrum litum og íløtum. Ofta hevur Oddvør Skarðham­ ar fleiri tiltøk sama kvøld. Men hetta stressar hana ikki. ­ Skalt tú gera mat til nógv fólk, er fremsta fortreytin, at tú leggur alt til rættis í góðari tíð. Annars ber onki til, sigur Oddvør Skarðhamar. Tí er millum lítið og onki spill í matgerðini, tá alt er væl ætlað. ­ Tað loysir seg ofta betur at biðja ein professionellan um at gera mat, enn at fólk fara í gongd sjálv. Tey forkeypa seg lættliga, tá tey ivast, og vilja heldur keypa ov nógv, fyri at vera heilt sikkur, sigur hon. Út við brúnu sósini Sum vera man líkar Oddvør Skarðhamar onki brúnu sósina, sum er ein sjálvfylgja til eitthvørt hampa borðhald her á landi. ­ Eg má viðganga, at brúna sósin, sum skal vera so tjúkk, at hon fjalir eplini, ikki sigur mær so nógv, sigur Oddvør Skarð­ hamar, sum sjálvandi eisini ger eina góða brúna sós, verður hon biðin. ­ Hon er næstan ein sjálvfylgja til føðingardagar 50 +, konfirma­ tiónir, brúdleyp og silvurbrúd­ leyp. Tá fellir stokt lambskjøt við brúnari sovs og stoktum eplum altíð í góða jørð, sigur hon, og leggur afturat: ­ Eisini skulu vit vera varin við reyðum kjøti til eldri føroyingar. Samrøðan er at enda komin. Eitt selskap úti í býnum skal hava mat bornan út, og maður Oddvør, sum eisini arbeiðir í fyritøkuni burturav, er longu farin undir fyrireikingarnar. Á vegnum út, fær hon kortini stundir at fortelja eina fitta søgu um seinastu drotningarvitjanina: ­ Eg fekk til uppgávu at gera ein betri bita til tey kongaligu vesturi í Vágum. Aftaná mál­ tíðina vóru útlendsku gestirnir ovurfegnir, meðan føroysku vertirnir vóru eitt sindur vón­ brotnir, tí eg ‘bara’ borðreiddi við kókaðum kalva og rabarbu­ køku! __________________________ Orð: Rigmor Dam Myndir: Sunva Eysturoy Lassen Besta køksamboðið: Salatslyngan! - Ein vát salat er ein steindeyð salat! Sitat: Oddvør Skarðhamar Bestu rávørurnar: Hvítleykur Rómi Smør Sitrón Besta kryddið: Basilikum ningina Oddvør Skarðhamar fær nógvan íblástur úr Suðurlondum. Til dømis skal maturin taka seg væl út. – Men onki við at standa og skera tomatirnar í rósur ella agurkur í snyrlar. Maturin skal vera reellur, átuligur og leskiligur í sær sjálvum, sigur hon lívsstílur