fríggjadagur 6. juni 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 6. juni 2008 EM-BLAÐIÐ 17
Bólkur C ✦ Frakland
Arrogantur.
Afturhaldandi.
Líkaglaður. Ray
mond Dome
nech, franskur
landsliðsvenjari,
hevur seinastu
tíðina fingið
av at vita í
fronskum fjøl
miðlum. Nú
skal hann
prógva, at av
gerðir hansara
vóru rættar
Frakland
Uni Holm Johannesen
post@sosialurin.fo
Fótbóltssøgan vísir sjónliga, at
eingin skal avskriva Frakland í
endaspølum. Soleiðis eru
heldur ikki í ár, hóast tað við bit
og slit eydnaðist at vinna seg
víðari úr bólkaspælinum.
Fyri sveiggjandi úrslitini
hevur Raymond Domenech,
venjari, verið nógv skeldaður í
fronskum fjølmiðlum. Hann
skal nú til próvtøku og av
álvara vísa sítt virði – annars
fellur hamarin, verður væntað.
Venjarin
56 ára gamli Raymond
Domenech hevur staðið á odda
fyri franska landsliðnum síðan í
2004. Í fleiri enn 10 ár var hann
ungdómsvenjari hjá franska
fótbóltssambandinum, áðrenn
hann av álvara slapp av royna
seg.
Úrslitini hava ikki altíð verið
nøktandi, tá hugsað verður um,
hvat fólk vænta av liðnum.
Serliga vakti avgerðin um ikki
at úttaka David Trezeguet
stóran ans, og tað verður ikki
lukkuligt at eita Raymond
Domenech, um franska
landsliðið fær trupult við at
skjóta mál undir EM. Trezeguet
hevur í hesum
kappingarárinum skotið fleiri
enn 20 mál fyri Juventus í
bestu italsku deildini.
Tað er í øllum førum vist, at
eini parturin stendur eftir sum
tapari: Annað hvørt Domenech
ella fronsku miðlarnir.
Liðið
Thierry Henry, Lilian Thuram
og Patrick Vieira vóru allir við,
tá Frakland fyri tíggju árum
síðan vann heimsmeitaraheitið.
Hesir eru framvegis í dag
stuðulsleikarar á liðnum og
skulu royna at lyfta arvin eftir
Zinedine Zidane, sum hevur
havt alstóran týdning seinastu
mongu endaspølini hjá
Fraklandi.
Domenech er eyðkendur fyri
at spæla við uppstillingini 4-4-
2. Makelele og Vieira eru ikki
serliga skapandi leikarar á
miðvøllinum, og verða
gjøgnumbrotini í síðunum
umráðandi.
Patrice Evra royndist sera
væl á vinstra vongverja hjá
Manchester United í júst farna
kappingarári, og tað verður
eisini nógv væntað av honum í
endaspælinum.
Anelka, Benzema, Henry og
Gomis kappast um plássini
sum framherjar. Væntandi fara
Henry og Benzema at røkja
hesar uppgávurnar, men
Bafétimbi Gomis úr St-Étienne
hevur eisini víst seg sum
frálíkan málskjútta.
Vónirnar
Í franska landsliðshópinum eru
fleiri stórleikarar, og av røttum
eiga teir at verða við í stríðnum
um finaluplássið. Frakland
hevur ofta havt trupulleikar í
undakappingum, fyri síðan at
standa seg sera væl í
endaspæli.
Leikararnir hava eisini gjørt
greitt í fjølmiðlunum, at stórur
møguleiki er fyri at fara allan
vegin. Nú fáa vit at síggja.
Venjarin til próvtøku
Frakland
1 Steve Mandanda
2 JeanAlain
Boumsong
3 Eric Abidal
4 Patrick Vieira
5 William Gallas
6 Claude Makelele
7 Florent Malouda
8 Nicolas Anelka
9 Karim Benzema
10 Sidney Govou
11 Samir Nasri
12 Thierry Henry
13 Patrice Evra
14 François Clerc
15 Lilian Thuram
16 Sébastien Frey
17 Sébastien
Squillaci
18 Bafétimbi Gomis
19 Willy Sagnol
20 Jérémy Toulalan
21 Lassana Diarra
22 Franck Ribéry
23 Grégory Coupet
Venjari: Raymond
Domenech
Ribery er ein av nýggju fronsku
fótbóltsstjørnunum. Mynd: Polfoto