Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juni 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 107 - 6. juni 2008 tíðindi Býarlív Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo myndir: Jens K. Vang Miðbýurin stendur nógvum hjørtum nær, og akkurát sum við skúlamálum og fjølmiðlum, hava øll eina meining um miðbýin. Mein­ ingarnar eru bæði nógvar og ymiskar, alt eftir hvønn týdning vit leggja í hetta økið, sum røkkur frá sjón­ leikarhúsinum og oman í vágirnar báðar. Síðani vit lýstu við aðal­ orðaskiftinum hósmorgun­ in, hava telefonirnar kimað, og fólk steðgað okkum á gøtuni, fyri at siga sína hugsan um miðbýin. Hetta er eitt tekin um, at tørvur er á einum ordiligum kjaki. Ymisk á máli Eftir øllum at døma er semja um, at miðbýurin er ikki ein virðiligur karmur um hátíðarløtur, handilsskap og fólkalív. Men fólk eru als ikki samd um, hvat tað er, sum misprýðir umhvørvið. Summi hugsa mest um arkitekturin, onnur um parkeringsviðurskiftini, og uppaftur onnur hugsa mest um hugna, gamlar dagar, tiltøk, fasadur ella útboðið av handlum og vørum. Seks íbirtarar Vit hava biðið seks ymisk fólk at koma við hvør sínum stuttum uppleggi til kjakið. Hetta fyri at fáa íblástur til orðaskiftið, har øll kunnu taka orðið og siga sína hjartans meining. Tey, sum vit hava bjóðað eru: Heðin Mortensen, borgarstjóri, Ingigerð á Trøðni, leiðari á Kunningarstovuni, Elin Heinesen, stjóri í Samvit, Albert Isfeld, arkitektur, Guðrun Ludvig, vinnurek­ andi í gongugøtuni og Gilli Trónd, býarplanleggjari. Hugskot vælkomin Vit eru greið um, at ongin niðurstøða verður á einum fundi sum hesum, tí ongin ávísur hevur ábyrgdina av miðbýnum. Kortini hevur býráðið evstu ábyrgdina fyri trivnaðinum í býnum og fyri býarplanlegginini. So vón okkara er, at um­ sitingin, politikararnir og tey handilsrekandi møta upp, og lurta væl eftir hug­ skotunum, sum koma fram hetta kvøldið. Meiningar um Miðbýin Hvussu fáa vit lív í aftur miðbýin? Hetta er spurningurin, sum Miðlahúsið setur mánakvøldið kl. 20 - kjakið er longu hitnað her um leiðir Aðalorðaskifti um miðbýin miðlahúsið í Vágsbotni Kom oman í Miðlahúsið og sig tína hjartans meining um miðbýin! Hvussu fáa vit lív í aftur miðbýin? Luttakarar verða: Albert Isfeld, arkitektur Heðin Mortensen, borgarstjóri Ingigerð á Trøðni, leiðari á Kunningarstovuni Elin Heinesen, stjóri í Samvit Guðrun Ludvig, vinnurekandi í gongugøtuni Gilli Trónd, býarplanleggjari Almennur fundur um miðbýin í Havn verður í Miðla­ húsinum í Vágsbotni mánakvøldið 09. juni kl. 20. Vilja vit varðveita umhvørvið við Vaglið og Tinghúsvøllin, er einasta gongda leið er at keypa okkum burtur úr probleminum... Jógvan Arge, býráðslimur, tá ið Degns hús vórðu keypt Hvussu ber tað til, at tað er so ómøgu­ ligt at fáa betri parkeringsviðurskifti í miðbýnum í Havn? Spurningur settur Tórshavnar býráð í opnum brævi frá handlunum í miðbýnum. Vertur: Rigmor Dam