fríggjadagur 6. juni 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 107 - 6. juni 2008 ]
B71 er framvegis á
niðasta plássinum.
Men á heimavølli fær
liðið ofta góð úrslit,
og tí verður vónin sett
til, at HB fer norður
við ongum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var dyggur smeitur hjá
B71, at liðið í 9. umfarinum
av Formula-deildini varð av-
bukað av Víkingi.
Tann dysturin undirstrik-
aði eisini veruleikan, sum
eitt botnlið livir í, tí verður
mótburðurin ov stórur, kann
hetta veruliga senda fót-
bóltslagið í botn.
Og við reyða kortinum til
Wellington Soares hevur
B71 eisini ein spælara
minni at seta í hópin hesa-
ferð. Hinvegin er Eirikur
Poulsen aftur tøkur, eftir at
hann var úti seinast, men
roknað verður ikki við, at
Jóhannis Jensen er tøkur.
Hann noyddist skaddur av
vøllinum, tá B71 tapti móti
Víkingi.
Í Havn hevur Rúni Nolsøe
havt sera fáar spælarar til
venjing hesa vikuna.
Bæði U- og A-landslið
hava havt sínar uppgávur at
hugsa um, og tí hevur mann-
talið til venjingarnar ligið
um teir sjey spælararnar,
sigur Rúni Nolsøe.
Fríggjadagin skuldi hóp-
urin tó aftur verið á leið
intaktur, og tá fæst eisini at
vita,
hvussu
álvarsligur
skaðin hjá Jákupi á Borg er,
eftir at hesin noyddist at
lata seg skifta út í Estlandi.
Hartil eru Milan Kuljic og
Mortan úr Hørg báðir úti
við skaða. Ein av teimum,
sum vanliga er við til at
styrkja breiddina í hópinum,
er Emil N. Leifsson, men
hann er leikbannaður, og
kann tí ikki takast inn í For-
mula-hópin hesaferð.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Síðani dramatisku
uppgerðina millum
NSÍ og ÍF í Runavík
hevur tað hilnast illa
hjá báðum feløgunum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ein tann mest dramatiska
uppgerðin í níggju teimum
fyrstu umførunum mundi
tað vera, tá ið NSÍ á heima-
vølli vann 3-2 ímóti ÍF.
Umframt fimm mál vóru
áskoðararnir vitni til tvey
reyð kort og trý brotsspørk.
Tað seinasta varð dømt til
ÍF í tíðini, sum dómarin
hevði lagt afturat, og tað
misnýttu fuglfirðingar.
Hesa ferð verður oyggja-
uppgerðin
í
Fuglafirði.
Felags fyri NSÍ og ÍF er tað,
at úrtøkan hevur verið solt-
in, síðani innanhýsis upp-
gerðina. Fýra umfør eru av-
greidd
síðani
minniliga
dystin við Løkin. NSÍ hevur
tvær ferðir spælt javnt, og
tvær ferðir hevur NSÍ tapt.
Í næstu royndini eftir vón-
brotið við Løkin vann ÍF á
heimavølli ímóti B71, men
síðani hava fuglfirðingar
tapt tríggjar ferðir á rað.
Hjá ÍF hevur Debus Dan-
ielsen verið plágaður av
vøddaskaða tað mesta av
árinum. Hann hevur ikki
verið førur fyri at venja við
fullari ferð, og tískil hevur
hann fyri tað mesta bara
spælt av og á. Knút Vestur-
tún er komin fyri seg aftur,
eftir at hann ímóti gomlu
liðfeløgunum í EB/Streymi
18. mai brákaði rivjabein.
Vincent Jacobsen er farin at
venja aftur, eftir at hann
hevur verið uttanlands.
Áki Petersen og Høgni
Madsen komu í gjár aftur
av landsliðsferð. Eisini í
NSÍ hava teir saknað tveir
landsliðsspælarar í venjing-
unum hesa vikuna, men nú
eru Jóhan Troest Davidsen
og Einar Hansen komnir til
hús aftur.
Einasti skaddi NSÍ spæl-
arin er serbiski álosspælarin
Dejan Stojkovic.
Seinnu árini hevur tað
gingið illa hjá ÌF at vinna
fulla úrtøku á heimavølli
ímóti NSÍ. Seinastu ÍF
heimasigurin ímóti teimum
úr Runavík var í 2004, tá ið
úrslitið var 4-2 til ÍF.
B71-HB:
Kroystir sandoyingar
ÍF-NSÍ:
Turkur í Fuglafirði og Runavík
Droymir tú um at hava
títt egna? Nú hevur tú
møguleikan.
Vegna serligar umstøður
verður klædnahandilin
Vest Móti lýstur til sølu.
Áhugaði kunnu ringja á
telefon 42 44 07 ella
21 24 07
350 Vestmanna · tel 42 44 07 & 21 24 07
Klædnahandil til sølu
Sp/f ZARTEC Bygging
Tlf. 226459
V/ Heðin B. Nielsen
Tlf. 421403
Húsasmiður
Fax. 421403
Alt timburArbeiði
verður gjørt skjótt og væl
Ring á tel. 226459 ella
421403 og hoyr nærri!
• Innrætting
• Klæðing
• Tekjan
• Garð
• Hús
v.m.
HB vann tryggan
sigur í Gundadali
fyrr í ár, men í fjør
dugdu sandoyingar
serstakliga væl at
arga sigursvanda
høvuðsstaðarfelagið