fríggjadagur 6. juni 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 EM-BLAÐIÐ Sosialurin 6. juni 2008
Bólkur C ✦ Rumenia
Rumenska
landsliðið
leggur stóra
orku í disiplin
á vøllinum,
og so verður
nógv lagt upp
í hendurnar á
álopsspælar
anum Adrian
Mutu
Rumenia
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Rumeniski landsliðsvenjarin
Victor Piturca er fyrrverandi
álopsspælari, men sum venjari
hevur hann lagt stóran týdning
í disiplinina á sínum liði, og
Rumenia leypur ikki fram av í
sínum spæli, hóast teir duga
væl at leypa á.
Hetta gav góð úrslit í farnu
EM-undankapping, tí Rumenia
vann sín undanbólk
frammanfyri Holland og
Bulgaria.
Piturca brúkar tveir
verjukendar miðvallarar at
hjálpa sínari verju, og
samstundis verður nógv lagt á
herðarnar á álopsstjørnuni
Adrian Mutu, sum var
toppskjútti við seks málum í
farnu undankapping.
Mutu skorar
Rumeniski venjarin hevur
heldur ikki fjalt út yvir, at Mutu
hevur sera stóran týdning fyri
hansara lið.
- Rumenia tapir sera sjáldan,
og vit tapa so at siga ongantíð,
tá ið Mutu skorar, sigur Piturca.
Seinastu fimm árini hevur
Adrian Mutu skorað 24 mál í 19
dystum fyri rumenska
landsliðið, og tá ið Mutu hevur
skorað, hevur liðið ikki tapt.
29 ára gamli Adrian Mutu
hevur havt eina skiftandi
yrkisleið, og eftir vánaliga tíð í
Onglandi og leikbann fyri
rúsevnismisbrúk, hevur hann
fótað sær aftur í Italia, har
hann nú spælir fyri Fiorentina.
Hann skoraði í farna
kappingarári 16 mál fyri
felagið.
Trupul bólkur
Rumenia er ein outsidari til
EM-heitið. Landið hevur í
undankappingini víst støðug
avrik, og bert eitt tap í 12
dystum prógvar, at landið kann
standa seg ímóti teimum flestu
í Europa. Men spurningurin er
so, um liðið hevur styrkina og
profilarnar til at gera seg
galdandi í einum endaspæli.
Liðformaðurin Christian
Chivu skal skipað verjuspælið
hjá liðnum, á miðvøllinum
verða tað helst Nicolita og
Petre, sum skulu tryggja sær
balansuna, og so er stóri
spurningurin, um Mutu hevur
krút í gaggnum í summar.
Rakar hann toppformin, so
kann Rumenia saktans gera
seg galdandi, men tað skal eitt
avrik meira enn tað vanlig fyri
at sleppa víðari frá bólkinum,
har eisini Holland, Italia og
Frakland eru við.
Disiplin skal geva úrslit
Rumenia
1 Bogdan Lobonţ
2 Cosmin Contra
3 Rţzvan Raţ
4 Gabriel Tamaţ
5 Cristian Chivu
6 Mirel Rţdoi
7 Florentin Petre
8 Paul Codrea
9 Ciprian Marica
10 Adrian Mutu
11 Rţzvan Cociţ
12 Marius Cornel Popa
13 Cristian Sapunaru
14 Sorin Ghionea
15 Dorin Goian
16 Bţnel Nicoliţţ
17 Cosmin Moti
18 Marius Niculae
19 Adrian Cristea
20 Nicolae Dicţ
21 Daniel Niculae
22 ţtefan Radu
23 Eduard Stţncioiu
Venjari: Victor Piţurcţ
Liðformaðurin Cristian Chivu
skal skipað verjuspælið hjá
rumenska landsliðnum
Mynd: Polfoto