fríggjadagur 6. juni 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 107 - 6. juni 2008 ]
Bæði Fremad Amager
og Roskilde vunnu
sínar 3-0 í gjárkvøldið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í gjárkvøldið hevur umfar í
2. deild eystur í Danmark
verið á skránni. Fremad
Amager var á Eysturbrúgv,
har tað tók sína tíð at fáa
bilbukt við Skjold. Í hálv
leikinum var tað framvegis
málleyst, men í 2. hálvleiki
skoraði Fremad Amager
tríggjar ferðir. Seinastu ferð
irnar hevur Rókur Jespersen
verið ímillum teir fyrstu
ellivu hjá Fremad Amager.
Í kvøld vóru hann og eyka
málverjin Hans Jørgensen í
Fremad
Amager
ferða
lagnum inn á Eysturbrúgv.
30 var eisini úrslitið, tá
ið oddaliðið í deildini, Ros
kilde, hevði vitjan av B93,
sum eisini er eitt av fótbólt
feløgunum á Eysturbrúgv.
Úrslitini í kvøld bera við
sær, at Roskilde framvegis
er á fremsta plássi og harvið
á plássinum, sum ber bein
leiðis uppflyting við sær.
Fremad Amager er tvey stig
aftanfyri og harvið á plássi
num, sum ber kvalifika
tiónsdystir um pláss í 1.
deild við sær.
Nú tað resta tvey umfør
hevur FC Roskilde 62 stig,
og Fremad Amager hevur
60 stig.
Klaksvíkingar skulu
gera upp við tølini,
sum siga, at tað ofta
hilnast illa í lands-
kappingardystum á
norðoyastevnu
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað hevur ofta hilnast illa
hjá KÍ í landskappingar
dystum á norðoyastevnu.
Sunnudagin fáa klaksvík
ingar nýtt høvi at gera upp
við keðiligu stevnutølini,
og samstundis verður møgu
leiki at siga takk fyri seinast
við skálamenn. Tá ið KÍ
vitjaði á Skála vann heima
liðið 21. Hetta er einasta
sigurin, sum skálamenn
higartil hava vunnið.
Tað er tepurt við tilfari á
Skála, og tí rakar tað ógvu
liga meint, tá ið Alexandur
Johansen orsaka av vødda
skaða ikki er førur fyri at
spæla, og tá ið rumenski
miðverjin Valeriu Mieila er
leikbannaður. Hann sá gult
fyri fimtu ferð, tá ið Skála
næststíðsta sunnudag tapti
tepurt á heimavølli ímóti
EB/Streymi.
Í tí uppgerðini kendu
skálamenn seg hava fatur á
rætta endanum, men – sum
so ofta hjá botnliðum – so
høvdu teir ikki marginalirnar
í sínum parti.
At tað er tepurt við fólki,
og at skaðar og leikbann
gera um seg hevur borið
við sær, at ungir spælarar
hava fingið møguleikan.
Atli Kristiansen, Sjúrður
Djurhuus og eisini Jógvan
Gregersen hava spælt við í
ár, og onkrir teirra fara at
vera at síggja á vøllinum í
Klaksvík á Norðoyastevnu.
Eingin skálamaður var við
landsliðnum í Estlandi.
Jákup Mikkelsen er ein
asti KÍ spælarin, sum hesa
vikuna hevur verið í Est
landi. Kristian á Lakjuni,
Símun Joensen og Rodrigo
hava ikki vant. Rodrigo
verður við ímóti Skála.
Kristian á Lakjuni verður
ikki við, tí hann er skaddur.
Símun Joensen verður ikki
við. Hann er skaðaplágaður
og hevur gjørt av at gevast
at spæla – fyribils í hvussu
so er.
Hóskvøldið vandi Bjarni
Jørgensen fyri fyrstu ferð í
langa tíð saman við hinum
KÍ spælarunum.
Framvegis tvey stig á muni
KÍ-SKÁLA
Báðir partar sakna
lyklaspælarar
B36-Víkingur:
Víkingur
kann hanga
eftir
Skal Víkingur
stríðast við um
heiðursmerki í
ár, verður helst
neyðugt við
trimum stigum, tá
teir vitja hjá B36
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í B36 hevur kósin higar
til verið rættiliga bein í
royndunum at hanga í
teimum báðum ovastu
liðunum á stigatalvuni.
Og dysturin sunnudag
in er í so máta eitt sera
gott høvi til veruliga at
staðfesta støðuna. Vík
ingur er nevnliga á fjórða
plássi í Formuladeildini,
og tí kunnu teir mest
sum krøkjast av, um B36
vinnur sær trý stig
sunnudagin.
Tað verður tó uttan
fleiri av vanliga føstu
spælarunum, at B36
skal royna seg. Liðskip
arin, Klæmint Matras,
er rættiliga ivasamur,
og tað sama er Magnus
Olsen. Hartil er Róaldur
Jacobsen úti við knæ
skaða, og tað verður
fyri vist roknað við, at
hann ikki er tøkur.
Og her spælir tað
helst eisini inn, at B36
hevur eina steypafinalu
fyri framman. Í øllum
førum vilja teir neyvan
satsa alt upp á at fáa ein
spælara tøkan, soleiðis
at úrslitið kanska verður
ein enn drúgvari skaði.
Hjá
gestunum
úr
Víkingi er støðan nakað
væl frægari í so máta.
Símun Louis Jacobsen
og Kaj Ennigarð hava
drigist við smáskaða,
men teir eru helst tøkir.
Og tað sama er Hans
Jørgen Djurhuus, sum
seinasta vikuskifti sat
leikbann av sær.
Á Skála vann Skála
higar til einasta
Formula-sigurin í
ár, tá KÍ vitjaði í
øðrum umfari av
kappingini. Tað vilja
klaksvíkingar ikki síggja
eina endurtøku av, nú
stevnudystur verður
spældur
Sunday á Sandi
B71 arbeiðir við at styrkja um Formulahópin, tá
flytingarvindeygað letur upp í aðru viku. Hesa
vikuna hevur Patrick Sunday Okoro, sum annars
hevur verið partur av B36hópinum, vant á Sandi,
og roknað verður við, at talan verður um sáttmála.
Hartil vónar felagið eisini, at til ber at knýta ein
verjuspælara at hópinum, verður sagt av Sandi.
Ronaldo vil til Real
Slaturið, um at Ronaldo er ávegis til Real Madrid, fekk
enn meira lív í dag, tá stjørnuspælarin sjálvur segði, at
hann fegin vil sleppa til spanska stórfelagið. Eg vil
fegin spæla fyri Real Madrid. Men bert um tað passar, at
teir vilja rinda mær og felagnum tær upphæddir, sum teir
hava nevnt. Tað eri ikki eg, sum geri av, hvat meira
hendir, men nú havi eg so sagt mína hugsan um hetta,
segði Ronaldo í gjár. Hjá ensku meistarunum hevur Sir
Alex Ferguson fleiri ferðir sagt, at Ronaldo ikki er til
sølu. Líkamikið hvussu stórt boðið er.