Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juni 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 6. juni 2008 EM-BLAÐIÐ 21 Bólkur D ✦ Spania Spania Uni Holm Johannesen post@sosialurin.fo Hví skulu vit trúgva upp á teir hesaferð? Altíð millum favorittarnar, men tá avtornar millum stóru vónbrotini. Í fótbóltssøguni eigur Spania fleiri av størstu leikarunum, sum ítróttargreinin hevur sæð. Í landsliðshøpi hevur tó langt frá altíð gingið eftir vild, og seinastu mongu endaspølini hevur tað ikki roynst spaniólum so væl, sum fótbóltsáhugað høvdu væntað. Men serfrøðingar hava aftur í summar Spania millum favoritt­ arnar. Spurningurin er tískil, hvat er øðrvísi við teimum hesaferð. Eingin Raúl Ein av trupulleikunum hjá spanska landsliðnum hevur verið, at einstaklingurin manglar. Ein tílíkur Zinedine Zidane, Marco Van Basten ella Diego Maradona. Hagtølini vísa, at hóast stórleikarar, so hava avrikini ikki verið nøktandi. Tað hevur kanska verið tørvur á, at ein av álvara tekur ábyrgd. Í hesum leiklutinum hevur Raúl Gonzáles roynst væl í Real Madrid, men framherjin er heldur óvæntað ikki at finna í hópinum, sum venjarin Luis Aragonés hevur úttikið. 30 ára gamli Raúl Gonzáles hevur verði við í landsliðshøpi leingi, har hann er skrásettur fyri 44 mál í 102 dystum. Fleiri spani­ ólar finnast hvassliga at avgerð­ ini hjá landsliðsvenjaranum. Fernando Torres hevur havt eitt frálíkt kappingarár í Liverpool. Saman við David Villa er ætlanin, at hann skal skjóta málini. Fleiri síggja tað sum ein trupulleika, at Spania hevur so dugnaligar fótbólts­ leikarar á miðvøllinum. Xavi er í leiklutinum, sum Cesc Fabregas røkir í Arsenal. Júst hetta við at søkja aftur á vølli­ num og byrja álopið. Fabregas hevur framvegis ikki veruliga prógvað seg á landsliðnum, og tað er kanska serliga orsaka av, at hann hevur aðrar uppgávur enn vanliga. Vinnarar Verður hugt nærri at leikara­ hópinum, sum Aragónes hevur valt út, eru tað serliga fýra leikarar, ið hava vunnið eina rúgvu. Iker Casillas, Carles Puyol, Xavi og Andres Iniesta eiga gullheiðursmerki frá Champions League og sponsku lands­ og steypakappingini. Tað er líkt til, at hesir, sum allir eiga pláss í byrjunarupp­ stillingini, hava fingið vinnara­ hugburðin á landsliðið eisini. Spania hevur ikki tapt í seinastu 15 dystunum, har teir millum annað eisini hava sigrað á Argentina, Fraklandi og Italiu. Venjarin Luiz Aragonés hevur síðan 2003 staðið á odda fyri spanska landsliðnum. 69 ára gamli spaniólin er sera væl umtóktur í Atlético Madrid, har hann í fýra ymisk tíðarskeið hevur verið venjari. Tað var eisini í spanska høvuðsstaðarfelag­ num, at hann gjørdi um seg sum leikari. Hóast hann hevur verið venjari í fleiri enn 30 ár í fleiri stórum feløgum, so hevur hann ikki tey heilt stóru úrslitini at vísa á. Í Atlético Madrid vann hann sponsku landskappingina í 1977, og steypakappingina í 1976, 1985 og 1993. Í 1987 stóð hann við stýrisvølin hjá Barcelona, sum eisini vann kappingina. Tey eru ikki mong, sum hava álit á, at Luis Aragonés skal fáa EM­gull til Spania. Mótstøðu­ liðini í bólkaspælinum eru Svøríki, Grikkaland og Russland, og bera fleiri ótta fyri, at spanska landsliðið ikki sleppur víðari. Spania er størsta spurnartekinið Spania 1 Iker Casillas 2 Raúl Albiol 3 Fernando Navarro 4 Carlos Marchena 5 Carles Puyol 6 Andrés Iniesta 7 David Villa 8 Xavi Hernández 9 Fernando Torres 10 Cesc Fábregas 11 Joan Capdevila 12 Santi Cazorla 13 Andrés Palop 14 Xabi Alonso 15 Sergio Ramos 16 Sergio García 17 Daniel Güiza 18 Álvaro Arbeloa 19 Marcos Senna 20 Juanito Gutiérrez 21 David Silva 22 Rubén De La Red 23 Pepe Reina Venjari: Luis Aragonés Fernando Torres hevur verið í stórformi seinasta árið – nú skal hann vísa síni kynstur á spanska landsliðnum. Mynd: Polfoto Spania hevur ikki staðið fyri væntaðu úrslitunum í endaspølum seinastu mongu árini, men aftur hesa ferð teljast teir millum favorittarnar. Avgerðin at ikki úttaka Raúl Gonzales fall ikki í góða jørð hjá spaniólum