fríggjadagur 6. juni 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 107 - 6. juni 2008
lýsingar
Fuglafjarðar skúli
Fyribilsstarv sum
varaskúlastjóri
Í sambandi við at varaskúlastjórin fer í far-
loyvi, verður starvið sum varaskúlastjóri í
Fuglafjarðar skúla lýst leyst til setanar í
tíðarskeiðnum 1. august 2008 til 31. juli
2009.
Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum
• undir ábyrgd og í samstarvi við
skúlastjóran skal taka lut í teirri
fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni í
skúlanum
• dugir at samstarva og er fyrikomandi
• er fúsur at taka á seg uppgávur í
samstarvi við og eftir fyriskipan
skúlastjórans.
Harumframt skal varaskúlastjórin
• vera næsti medarbeiðari skúlastjórans
• saman við skúlastjóranum átaka sær
fyrisitingarliga ábyrgd
• undir fráveru skúlastjórans hava
ábyrgdina av leiðslu skúlans
• vera førur fyri at loysa trupulleikar
• saman við skúlastjóranum skapa virðing
fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka
fyri medávirkan og medábyrgd.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og
starvsroyndir í fólkaskúlanum.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag í
lønarflokki 32.2 og verður sett sum sátt-
málasett starv, uttan so, at tann, sum sett/-
ur verður, er tænastumaður frammanundan.
Skylduga undirvísingartímatalið verður
ásett eftir galdandi reglum.
Umsóknir við ljósriti av prógvum og CV og
møguligum viðmælum skulu verða sendar
skúlanum.
Freistin at søkja er 16. juni 2008 kl. 10
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Súna í Hjøllum, skúlastjóra, á
telefon 737761 ela við at senda teldupost til
suni@ffs.fo
Í Fuglafjarðar skúla verða komandi skúlaár
umleið 290 næmingar í 16 flokkum, og her
koma at starvast 34 fólk.
Fuglafjarðar skúli
Postboks 9 · FO-530 Fuglafjørður · Tlf. 737760
Fuglafjarðar skúli hevur komandi skúlaár umleið 290 næm-
ingar í 16 flokkum, og her koma at starvast 34 fólk. Áhugaði
kunnu lesa meira um skúlan á heimasíðuni: www.ffs.fo
Lærarastørv
í Fuglafjarðar skúla
Hesi størv verða lýst leys til setanar:
• 4 lærarar í tíðaravmarkað starv skúla-
árið 2008/2009 fyri lærarar í farloyvi,
lækkað tímatal og serligan tørv.
• 1 lærari í tíðaravmarkað starv frá
1. sept. og alt skúlaárið 2008/2009
fyri lærara, ið fer frá við eftirløn.
Søkt verður eftir lærarum, sum
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi
við lærarar skúlans skulu undirvísa og
taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• duga at samstarva og eru fyrikomandi
• eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum
eru í skúlanum
• eru stundisligir og nærlagdir
Førleikakrøv:
Tey, ið verða sett í lærarastørvini, skulu
hava læraraútbúgving og linjulestur ella
samsvarandi førleika í ávísum lærugreinum
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett
størv, uttan so, at tann, sum settur verður,
er tænastumannasettur lærari
frammanundan.
Tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu lærara-
størvunum verður ikki endaliga ásett fyrr
enn 1. september 2008.
Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu
millum Føroya Lærarafelag og Fíggjar-
málaráðið í lønarflokkunum 18.1-27.4
Umsóknir
Umsóknir við c.v. og ljósriti av prógvum og
møguligum viðmælum skulu vera
skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi
mánadagin 16. juni kl. 10.
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja
til Súna í Hjøllum, skúlastjóra, á tlf. 737761.
Eisini ber til at senda teldupost til
skúlastjóran: suni@ffs.fo
Fuglafjarðar skúli
Postboks 9 · FO-530 Fuglafjørður · Tlf. 737760
Fuglafjarðar skúli hevur komandi skúlaár umleið 290 næm-
ingar í 16 flokkum, og her koma at starvast 34 fólk. Áhugaði
kunnu lesa meira um skúlan á heimasíðuni: www.ffs.fo
Hús á Toftum til sølu
Um hóskandi boð fæst verður ognin Regnavegur
45, matr. nr. 368c, Tofta bygd seld. Talan er um eini
minni hús á umleið 35 fermetrar í einari hædd við
krúpikjallara og tilbygningi uppá 10 fermetrar.
Innrætting: Køkur/stova saman, gangur, baðirúm
og kamar. Miðstøðuhiti er í húsinum. Húsini
eru bygd sum eini sethús, men mest nýtt sum
summarhús. Alt innan í húsinum fylgir við keypi-
num. Húsini eru í góðum standi, urtagarður er
eisini. Grundøkið er 453 fermetrar.
Nærri upplýsingar fáast á telefon 374 512
og fartelefon 22 18 92.
Teldupost: nordberg@post.olivant.fo
Lærarastarv
í Ziskatraðar Skúla
– Klaksvík
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august
2008:
4 lærarar í fast starv.
4 lærarar í tíðaravmarkað starv skúlaárið
2008 /2009 fyri lærarar í farloyvi.
Søkt verður eftir lærarum, sum
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við
lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í
dagliga arbeiði skúlans
• duga at samstarva og eru fyrikomandi
• eru nærlagdir og stundisligir.
Lærararnir skulu hava førleika at átaka sær
eina ella fleiri av hesum lærugreinum:
• handarbeiði, myndlist, søgu/samtíð, drama,
støddfrøði, týskt og danskt.
Førleikakrøv: Læraraútbugving og linjulestur
ella samsvarandi førleika í nevndu lærugrein-
um.
Lønar – og setanartreytir: Lærarastørvini
verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at
tann, sum settur verður, er tænastumannasett-
ur lærari frammanundan.
Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu
millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið
í lønarflokkunum 18.1 – 27.4.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum og møguligum við-
mælum skulu vera skúlanum í hendi seinast
Mánadagin 16. juni, klokkan 12.00.
Í skúlanum á Ziskatrøð verða komandi skúlaár
umleið 400 næmingar frá 1. – 10. flokk.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
Skúlan á Ziskatrøð 455025 / 225025, Signar á
Brúnni, skúlastjóri ella tlf. 455826 / 213625,
Ólavur Sjúrðarberg, varaskúlastjóri.
Skúlin á Ziskatrøð
Postboks 53 · 700 Klaksvík
Søkt verður eftir bilførara.
Skal hava stóra koyrikortið.
H.H. Trans Sp/f · 212708
Bilførari søkist
Hús til sølu
Um hóskandi boð fæst, verður
íbúð seld á Berjabrekku 37
Ringið 322524