fríggjadagur 6. juni 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 107 - 6. juni 2008
37
lýsingar
Størv til Dagstovnin
Mýrifípan í Trongisvági
Vit søkja eftir 3 pedagogum og einum fysio- ella
ergoterapeuti til stuðulstoymið.
Tveir pedagogar fara í farloyvi ávíkavíst ½ og 1 ár.
Tímatalið kann verða frá 20 til 40 tímar um vikuna.
Størvini verða sett 04.08. 2008 ella eftir nærri
avtalu.
Arbeiðssetningurin hjá Stuðulstoyminum er:
• At stuðla og stimbra børnum við serligum tørvi;
primert teimum við tilknýti til Mýrifípuna/Sóljuna
• Vegleiða og ráðgeva um børn við serligum tørvi
• Arbeiða fyribyrgjandi
• Geva fakliga vegleiðing til starvsfólk og foreldur
Vit kunna bjóða tær eitt spennandi og mennandi
starv, har tú arbeiðir sjálvstøðugt og í tøttum
samstarvi við onnur. Tú hevur eisini møguleika at
koma á viðkomandi skeið.
Vit vænta av tær, at tú:
• Kanst arbeiða sjálvstøðugt
• Hevur góð samstarvsevnir; skalt samstarva við
foreldur, starvsfólk og aðrar fakbólkar
• Vísir virðing fyri børnum, foreldrum og
starvsfólkum
• At tú ert lagalig/ur, vísir gleði og
áhuga í starvinum
• Dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum
Stovnslýsing:
Mýrifípan er ein dagstovnur hjá Tvøroyrar Kom-
munu. Her ganga 75 sera fitt børn í aldrinum 0 til 7
ár , og 20 dugnalig starvsfólk. Stovnurin er skipaður
í 4 eindir,1 vøggustova, 2 barnagarðsstovur og ein
útibarnagarðsstova/ Sóljan til tey elstu børnini.
Í stuðulstoyminum arbeiða í løtuni 2 pedagogar 30
og 35 tímar.
Vit samstarva við Sosialu Deild í Tvøroyrar Kommunu
og samstarvskommunurnar, og við aðrar fakbólkar,
so sum serráðgeva, heilsufrøðing og talulærara.
Stuðulstoymið er ein eind fyri seg, ið fyrst og fremst
tekur sær av børnum við serligum tørvi, harnæst er
ráðgevandi og vegleiðandi fyri foreldur og starvs-
fólk.
Lønarviðurskiftir:
Løn sambart sáttmálað millum Føroya Pedagogfelag
og Kommunufelagið.
Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til
Guðruna Petersen, leiðara tlf.372700
Umsókn:
Umsókn, saman við prógvið og viðmælum skulu
verða Dagstovninum Mýrifípuni, Smærugøta 8,
FO – 826 Trongisvágur, innan 20.juni 2008
Tvøroyrar kommunu
800 Tvøroyri
T
V
Ø
R
O
Y
R
A
R
K
O
M
M
U
N
A
Mikudagin 11. og hósdagin 12. juni er
stongt vegna Norðurlendskaráðstevnu.
STUÐULSSTOVNURIN
Hoyvíksvegur 72 · Postsmoga 3279 · FO - 110 Tórshavn
tlf. 356800 · telefax 356801 · t-postur: studul@studul.fo - www.studul.fo
Nissan Almera 2,2 Diesel
frá januar 2002
koyrt 250.000 km.
Bilur til Sølu
Ring 284444