Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-06, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juni 2008síða 40

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 107 - 6. juni 2008 lýsingar Bátamotorur Vælhildin Volvo Penta – typa KAD300 – A til sølu. Sum nýggjur, bert 3 ára gamal og siglt 375 tímar. Hevur 285 HK, Turbinu og vinkul gear – mrk. HURTH. Instrumentering fylgir vid – kann síggjast eftir avtalu. Um áhugi – ring 229654 KONTORELEV TIL RIGSOMBUDET Rigsombudet søger en kontorelev indenfor området » Offentlig forvaltning – Stat «. Stillingen ønskes besat 1. september i år eller efter nærmere aftale. Vi forventer: • at du har HH-eksamen, eller har studentereksa- men eller HF suppleret med Handelsskolernes 18 ugers kursusforløb • at du er god til at formulere dig mundtligt og skriftligt, på såvel færøsk som dansk • at du er selvstændig, initiativrig og har gode samarbejdsevner • at du har godt kendskab til EDB Vi tilbyder: • en 2-årig uddannelse inden for kontorfaget • en god og kvalificeret elevplads med et veltilrettelagt uddannelsesforløb, der berører alle Rigsombudets kontorfunktioner • mulighed for deltagelse i den egentlige sagsbehandling på det familieretlige område • løn efter overenskomst mellem Finansministeriet og HK-forbundet I Danmark Elevtiden omfatter i alt 15 ugers skoleophold i Danmark. Rejse og ophold betales af Rigsom- budet. Du kan få yderligere oplysninger om stillingen ved at henvende dig til fuldmægtig Jenny Kingbo eller kontorfuldmægtig Hannemia Hansen på telefon 35 12 00 mellem kl. 10 og 14. Skriftlig ansøgning med kopi af eksamenspapirer m.v. sendes til Rigsombudet, Postboks 12, FO- 110 Tórshavn. Ansøgningsfristen er mandag den 16. juni 2008. Rigsombudsmanden på Færøerne Dan M. Knudsen Rigsombudsmanden på Færøerne Lærarastørv í Miðvágs-Sandavágs skúla Søkt verður eftir lærarum til Miðvágs-Sandavágs skúla Søkt verður eftir 1 lærara í fast starv frá 1. august 2008 og 6 lærarum í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2008/2009, sum • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfelagarnar í skúlanum kunnu undirvísa og taka lut í dagliga virksemi skúlans • duga at samstarva og eru fyrikomandi • eru fúsir at taka við avbjóðingum og broytingum, sum kunnu menna og skapa virðing fyri skúlanum • seta ein heiður í at vera stundisligir og nærlagdir og halda fast um stavnhaldið, at í okkara skúla skulu øll kenna seg væl og trívast. Tíðaravmarkaðu størvini eru fyri lærarar, sum hava farloyvi, lækkað tímatal, avlopstímar komandi skúlaár og at lesa tímar til serliga tørv. Okkum tørvar lærarar, sum kunnu átaka sær at undirvísa í • gentu- og dreingja ítrótti og -svimjing • tónleiki, træsmíð, motorlæru, sjóvinnubreyt, týskum • donskum, serundirvísing, SI venjing • rokning á byrjanar- og miðstigi, og einum, ið kann átaka sær móðurmálsundirvísingina og flokslærarauppgávuna í 1. flokki Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1-27.4. Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi leygardagin 14. juni 2008 kl. 16. Nærri fæst at vita við at skriva, ringja ella koma á tal við Hans Jørgensen, skúlastjóra, Heiðavegur 7, 370 Miðvágur. Telefon 33 28 20 – 33 23 18 ella 21 88 20. Teldupostur mss@skulin.fo. MIÐVÁGS-SANDAVÁGS SKÚLI Miðvágs-Sandavágs skúli húsast í løtuni í trimum støðum. 1. flokkur í Sandavági, 2., 3. og 4. flokkarnir í Miðvági og 5.– 10 flokkarnir í meginskúlanum á Giljanesi. Skúlabygnaðurin og bygningarnir hava umfatandi nútímansgerð fyri neyðini. Skitsuprojekt til nýggjan skúla varð gjørt á vári 2007. Leiðslan og lærarahópurin vónar, at ferð nú kemur á. Í skúlaverkinum verða 258 næmingar í 15 flokkum komandi skúlaár. Læraratalið verður uml. 25. Miðvágs-Sandavágs- og Sørvágs skúli samstarva um 10. flokk. Áhugað kunnu lesa meira um skúlan á heimasíðuni www.skulin.fo/mss LÆRARAR TIL KOLLAFJARÐAR SKÚLA Í Kollafarðar skúla eru hesi størv leys at søkja: Søkt verður eftir: • Einum lærara til fast starv. • Tveimum – møguliga trimum – lærarum í tíðar- avmarkað starv skúlaárið 2008/2009 vegna niðursett tímatal og avlopstímar. Síðsta starvið er parttíðarstarv, og tímatalið til hetta starvið verður endaliga ásett 1. sept. 2008. Størvini verða sáttmálasett – tó verður fasta starvið tænastumannasett, um viðkomandi er tænastumannasettur frammanundan. Í Kollafjarðar skúla ganga komandi skúlaár uml. 135 næmingar í 1. til 9. flokki. 17 lærarar starvast í skúlanum. Kollafjarðar skúli er ein eitt-sporaður skúli við 9 árgangum. Vit arbeiða í trimum deildum við einum læraratoymi í hvørjari deild. Býtt er soleiðis: 1.-3. flokkur, 4.-6. flokkur og 7.-9. flokkur. Vit arbeiða støðugt við at menna skúlan, og vit sóknast eftir lærarum, ið eru eldhugaðir, samarbeiðshugaðir og fakliga dugnaligir. Vit hava ein lærarahóp, ið røkkur fakliga víða. Vit hava brúk fyri at seta lærarar við ymiskum førleikum. Eisini er tørvur á einum lærara, ið kann átaka sær at vera telduvørður. Tey, ið sett verða, skulu hava læraraútbúgving. Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 27.4. Umsókn saman við CV, avriti av prógvum og møguligum viðmælum, verður at senda til: Kollafjarðar skúla Botnavegur 2 FO-410 Kollafjørður í seinasta lagi týsdagin 17. juni 2008 kl. 12.00. Eru spurningar, eru tit vælkomin at venda tykkum til skúlastjóran, Karin Hammer, á tlf. 30 25 53 ella 22 14 07 ella á teldupostbústaði karin.hammer@ skulin.fo