Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-06, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juni 2008síða 41

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 6. juni 2008 41 lýsingar Starvsfólki til Barnagarðin á Mýrunum Søkt verður eftir: • 3 pedagogum 30t/35t um vikuna, til vøggurstovunar • 3 pedagogum 30t/35t um vikuna, til barnagarðstovurnar Førleikakrøv: vit sóknast eftir starvsfólki, ið eru nýhugsandi og ígongdsetandi og eru opin, jalig, duga at veita umsorgan og hava góð samstarvsevnir. Vit ynskja, at tú, í tøttum samstarvi við starvsfelagar og foreldur, kann skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri hvørt einstakt barn. Vit bjóða tær: eitt spennandi starv við nógvum fjølbroyttum avbjóðingum í dagligdegnum, har tú blívur ein partur av okkara breiða starvsfólkahópi, har tað námsfrøðiliga arbeiðið verður raðfest høgt. Dentur verður lagdur á, at møguleiki er fyri fakligari og persónligari menning. Størvini verða sett 11. august 2008 ella eftir nærri avtalu. Um pedagogar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Eyðnu Norðfoss, leiðara ella Jastrid Weihe, varaleiðara á tlf. 448254 ella 218254. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum við- mælum skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. juni 2008, kl. 12.00. Runavíkar Kommuna Heiðavegur 26 Postrúm 139 FO-610 Saltangará Runavíkar Kommuna søkir eftir Í Barnagarðinum á Mýrunum ganga 94 børn. Á stovninum eru 2 vøggustovur, 3 barnagarðsstovur og 1 stova til børn við serligum tørvi. Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar við ljósum rúmligum stovum við eyka spælirúmi. Harumframt er verkstaður, sansirúm, samtalu/venjingarrúm og stórt felags/ rørslurúm við barnavinarligum køki. Stovnurin liggur í vøkrum náttúrulendi beint við Toftavatn og nær við ítróttarøkið Skúlatænari til Føroya Studentaskúla í Hoydølum Eitt starv sum skúlatænari er leyst at søkja á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði frá 1. august 2008. Uppgávur Uppgávurnar eru: Umsjón við og røkt av bygn- ingunum hjá stovninum, at røkja økið uttan um bygningarnar, eftirlit við hita-, vatn- og elskipan skúlans og at rigga til høli í sambandi við próvtøkur og onnur tiltøk og at vera til handa í dagligu viðurskiftum skúlans. Skúlatænararnir arbeiða í skift- andi vaktum og tí koma skeivar arbeiðstíðir regluliga fyri. Á skúlanum koma frá 1. august at starvast 3 skúlatænarar og verandi 1. skúlatænari er leiðari fyri skúlatænararnar og reingerðarstarvsfólkið. Førleikar Tann, ið settur verður eigur at hava handverkara- útbúgving, gott yvirlit og góð evni at samstarva. Ávísur telduførleiki er ein fyrimunur. Fyri tann rætta persónin er talan um eitt spennandi og fjølbroytt starv við nógvum avbjóðingum. Løn Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggj- armálastýrið og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna. Starvið verður at seta frá 1. august ella skjótast til ber. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Mikkjal Helmsdal, rektara, telefon 312973 ella Holgar Johansen, skúlatænara, fartelefon 214613. Umsóknir við prógvum, viðmælum og frágreiðingum um arbeiðsroyndir skulu sendast til Føroya Stu- dentaskúla og HF-skeið, Sanatoriivegur 1, FO-188 Hoyvík, ella sum teldupostur til skrivstovan@ hoydalar.fo og skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. juni, kl. 12.00. Føroya Studentaskúli og HF-skeið Hoydalar · FO-188 Hoyvík Telefon 312973 - Telefax 318624 Teldupostur skrivstovan@hoydalar.fo Avgreiðslutíð: Kl. 08.00 - 15.30 Starv sum leiðari fyri Fuglafjarðar sløkkiliði Starvið sum leiðari fyri Fuglafjarðar sløkkilið, sum er ein deild av Fuglafjarðar kommunu, verður hervið lýst leyst til setan tann 1. juli 2008 ella skjótast eftir hetta. Krøv: • Viðkomandi skal hava handverksliga ella byggifrøðisliga útbúgving. • Skal hava tikið ella skal taka neyðug skeið sambært kunngerð um útbúgving av sløkkiliðsmanningum og brunaumsjónarmonnum. • Skal verða við til at menna kommunala brunaverkið og brunamenninar, so sløkkilið altíð er á einum tekniskt forsvarligum støði. • Heilsuváttan verður kravd. • Skal hava stóra koyrikortið. • Skal hava góð samstarvsevni. Lønar- og setannarviðurskifti: • Starvið, sum verður normerað til 15 tímar um vikuna, verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið. • Fyrstu 3 mánaðarnir verða at rokna sum royndartíð. Nærri upplýsningar um starvið kunnu fáast við at venda sær til William S. Askham, sløkkiliðsleiðara á telefon 737800 ella Jákup Frants Larsen, býráðsskrivara á telefon 737702. Umsóknarfreist: Skrivligar umsóknir saman við próvskjølum skulu verða Fuglafjarðar býráð, Norður í Gerði 10B, 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi hósdagin tann 19. juni 2008 kl. 16.00. Býráðið skilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella onga at taka. Fuglafjarðar Kommuna Chihuahua til sølu Hannur. Er klárur at flyta heimanífrá seinast í juni. Tlf. 258250 :/29z2; .oYl1URRGLOXO :RLKRRG 'RUNDĆKIċERUMLEIċFERMETRAR(ÑSINIERUÄTRIMUMHäDDUM-IċHäDDOGKJALLARIERUUMLEIċFERMETRARHVĆR OGOVASTAHäDDINERUMLEIċFERMETRAR ¤MIċHäDDERU+ĆKUR SPÄSISTOVA STOVA GROVKĆKUR SPÄSKAMAR GANGUR WCOGEITTSOVIKAMAR ˜LOFTINUMERU4RÔKĆMUR BAċIVERILSIOGLOFTSSTOVA ¤KJALLARANUMERU+JALLARARÑM HJALLUR VASKIRÑMOGFÔRRÑM GANGUROGEITTSTÊRTKAMAR (ÑSINIERUFR¸4AKIċERNÔTT KLäDNINGUROGVINDEYGUERUSKIFT¸TVEIMUMSÄċUM2ESTINERUNDIRUMVäLINGOGVERċURLIċUGTÄJUNI "ILHÑS¸FERMETRAR3TÊRTERASSAERVESTUREFTIROGVAKURURTAGARċUR "OċUNDIR MIÊKRHAVAONGAN¸HUGA ]]]NPKSSKYOJKJQYO\EPUKTYKT Les meira á bil.fo ella ring 218414 MAZDA 6 Einans 150.000 REXTON Einans 280.000 Bilar til sølu