fríggjadagur 6. juni 2008síða 42
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 107 - 6. juni 2008
lýsingar
EIÐIS SKÚLI
Kolsvegur 8 · Postrúm 29 · FO-470 Eiði
Heimasíða: www.eidisskuli.fo
Søkt verður eftir lærarum og
stuðulsfólki til Eiðis skúla
• 1 lærara í fast starv frá 1. august 2008. Tann, ið
settur verður, kemur at verða nógv knýttur at 1.
flokki m.a. sum flokslærari.
• 1 tíðaravmarkað starv skúlaárið 2008/2009
vegna avlopstímar og serligan tørv. Starvið er
uml. 12 tímar um vikuna. Endaliga tímatalið
verður ásett 1. september.
• 1 hjálparfólki við pedagogiskari ábyrgd 20 tímar
um vikuna. Arbeiðið er í høvuðsheitinum at
virka sum stuðul hjá einum næmingi við
autismu.
• 1 hjálparfólki við pedagogiskari ábyrgd 20 tímar
um vikuna. Uppgávan er at virka sum stuðul hjá
næmingum við serligum tørvi.
Tey, ið sett verða skulu:
• virka eftir endamáli skúlans, ið er trivnaður,
ábyrgd og læra
• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga
arbeiði skúlans
• duga at samstarva
• verða fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru í
skúlanum
• vera við til áhaldandi at menna skúlan
Førleikakrøv til lærarastørvini:
Læraraútbúgving
Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum
Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í
lønarflokkunum 18.1 - 27.4.
Stuðulsstørvini verða lønt eftir sáttmála millum
Fíggjarmálastýrið og Føroya Pedagogfelag.
Meira kann fáast at vita um størvini frá
fyrstalæraranum Tom Joensen á tel. 42 35 79 ella
22 90 45.
Umsóknir við c.v. og avritum av prógvum skulu
vera fyrstalæraranum í hendi í seinasta lagi
mikudagin 18. juni kl. 15.00.
EIÐIS SKÚLI
POSTRÚM 29
470 EIÐI
Eiðis skúli hevur undirvísing í 1. – 7. árgangi. Skúlin er væl
útgjørdur. Lærarar skúlans hava arbeiðsteldu og umstøður at
fyrireika seg. Komandi skúlaár verða 9 lærarar 2 stuðlar og 79
næmingar í Eiðis skúla.
Hjálparfólk til kantinuna
Søkt verður eftir einum hjálparfólki til kantinuna, at
byrja 18. august 2008. Vit leggja dent á, at fólkið, ið
sett verður er raskt, álítandi og nærlagt í sínum
arbeiði. Tað er ein fyrimunur, um tú ert von/vanur
við køks- og/ella kantinuarbeiði.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Starvið er tímalønt í royndartíðini, sum er 3 mánaðir.
Eftir royndartíðina kann talan verða um fast
mánaðarlønt starv.
Vanliga arbeiðstíðin er mánadag til hósdag frá kl.
8.00 til 15.00 og fríggjadag frá kl. 8.00 til 14.30, teir
dagar tá skúlagongd er. Kvøldarbeiði kann koma
fyri í sambandi við foreldarafundir og onnur tiltøk.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til
Oslu Funding kantinuleiðara á tlf. 313771.
Skrivligar umsóknir við møguligum viðmælum skulu
sendast til Føroya Studentaskúla og HF-skeið,
Sanatoriivegur 1, FO-188 Hoyvík, ella sum teldu-
postur til skrivstovan@hoydalar.fo og skulu vera
skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. juni,
kl. 12.00.
Føroya Studentaskúli og HF-skeið
Hoydalar · FO-188 Hoyvík
Telefon 312973 - Telefax 318624
Teldupostur skrivstovan@hoydalar.fo
Avgreiðslutíð: Kl. 08.00 - 15.30
Kokkur til Strandfaraskip Landsins
Søkt verður eftir kokki til Strandfaraskip Landins at seta í fast starv frá 7. juli 2008.
Freistin at søkja starvið er mánadagin 23. juni kl. 12:00
Sí lýsingina á heimasíðu okkara www.ssl.fo
Leyst starv
Lesið
-tað
loysir
seg