Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-06, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juni 2008síða 43

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 6. juni 2008 43 lýsingar Lærarastørv í Runavíkar kommunuskúla Til skúlaárið 2008/09 verður søkt eftir 9 lærarum at byrja 1. august 2008. • 7 lærarum í tíðaravmarkað fulltíðarstarv skúlaárið 2008/09 fyri lærarar í farloyvi og avlopstímar. • 2 lærarum í tíðaravmarkað stytri enn eitt ár fyri lærarar í farloyvi a) eitt starv fulla tíð fyri lærarar í barnsburðar- loyvi frá skúlaársbyrjan til u.l. 1. mars 2009. b) Eitt starv 21 tímar um vikuna fyri lærara í farloyvi til 1. jan 2009. Søkt verður eftir lærarum, sum kunnu lesa tímar í m.a. Innskúlingini, miðdeildini, framhaldsdeildini og í serstovunum. Umsøkjararnir mugu hava førleika at átaka sær eina ella fleiri av hesum lærugreinaøkjum: máli, støddfrøði, ítrótti, kunningarlærugreinunum, handaligu lærugreinunum, bókasavn, teldulæru og at arbeiða við næmingum við breki. Vit vænta, at tú • ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur • ert virkisfús/ur og ert hugað/ur fyri toymissamstarvi • í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vilt vera við til áhaldandi at menna skúlan Lønar- og setanartreytir Setanarøkið eru allir skúlarnir, sum hoyra til Runavíkar kommunuskúla. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi. Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 27.4 sam- bært avtalu millum Fíggjamálaráðið og Føroya Lærarafelag. Størvini eru treytað av, at tímajáttanin heldur. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 18. juni 2008, kl. 12.00. Nærri fæst at vita um starvið frá Ásmund Lamhauge, skúlastjóra á tlf. 447331 & 217331 ella Duritu P. Joensen, varaskúlastjóra á tlf. 447331 & 221363. Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár um 432 næmingar og um 52 starvsfólk. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/rks RUNAVÍKAR kommunuskúli Glyvravegur 10A · FO 625 Glyvrar Tlf. 447331 · fax 447767 t-postur: rks@skulin.fo 1 lærarastarv, fast starv 1 lærarastarv, tíðarmarkað til komandi skúlaár. Løn og treytir sambært sáttmála hjá Føroya Lærarafelag. 1 pedagogstarv, fast starv 1 pedagogstarv, tíðarmarkað til komandi skúlaár. Løn og treytir sambært sáttmála hjá Føroya Pedagogfelag. 1 starv sum vikarur, tíðarmarkað Løn og treytir sambært sáttmála hjá Føroya Lærarafelag. Vit vænta tú hevur • Útbúgving/royndir • Góð samstarvsevni • Førleika at arbeiða sjálvstøðugt og við hugflogi eftir støði barnanna • Verur við til at menna skúlan Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 23. juni 2008 Meira fæst at vita um størvini við at ringja til skúlastjóran, Jan Christiansen, tlf. 314522 ella 280025 Skúlin á Trøðni Frælsið 32 – Postrúm 2036 – 165 Argir Telefon 314522 – Fax 310196 Skúlin á Trøðni – Størv til komandi skúlaár Skúlin á Trøðni er serskúli, ið tekur sær av børnum við serligum tørvi. Um 45 næmingar ganga í skúlanum. Skúlin hevur eitt næmingaheim, har 12 næmingar kunnu búgva. Fíggjarkarmur skúlans er 12,6 mió. kr. og eru íalt 35 heiltíðarstørv knýtt at skúlanum. Søkt verður eftir 4 lærarum • 1 lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2008/09 fyri lærara í farloyvi • 2 lærarum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2008/09 fyri lærarar við niðursettari tíð • 1 lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2008/09 at lesa avlopstímar (endaliga tímatalið verður ikki greitt fyrr enn 1. september 2008). Skúlin hevur brúk fyri fólki, sum kunnu undirvísa í ítrótti, støddfrøði, alis/evnafrøði, handaligum lærugrein- um, tónleiki, fremmandamáli, landalæru, lívfrøði, náttúru/tøkni – og sum hava læraraútbúgving, hava góð samstarvsevni, eru opin, kreativ, vilja vera við til at menna skúlan, kunnu átaka sær starvið sum flokslærari, og sum eru sinnað at arbeiða í toymi! Størvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 27.4 Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við skúlastjóran, Petur Ova Petersen á tlf. 302570 ella 213502. Umsókn saman við CV, prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 20. juni á middegi. Í Venjingarskúlanum verða komandi skúlaár umleið 440 næmingar í 19 flokkum, og her koma at starvast 45 fólk. Lærararnir eru skipaðir í 5 sjálvstýrandi toymi : 1.-3. fl., 4. og 5. fl., 6. og 7. fl., 8.-10. fl. og sertoymi. Skúlin húsast í trimum bygningum : 1. og 2. flokkur halda til á Ytra skúla við Landavegin, 3. fl. á Heimara skúla við Fr. Petersens gøtu og 4.-10. fl. eru í skúlanum á Stórheyggi. VENJINGARSKÚLIN handan Á 14 · Box 59 · FO-110 Tórshavn