fríggjadagur 6. juni 2008síða 44
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 107 - 6. juni 2008
lýsingar
Tórshavnar kommuna
Mennari
Starvsfólkadeildin hjá kommununi, ið hevur ábyrgdina av starvsfólka-
og lønarøkinum hjá kommununi, ið hevur yvir 1.300 fólk eru á lønar-
listanum, leitar eftir einum starvsfelaga at taka sær av at menna
starvsfólkaumsitingina, m.a. við at menna mannagondir, lønarskipan-
ina, intranetið og onnur amboð ið stuðla undir møguleikanum fyri
øktari sjálvavgreiðslu. Ein partur av starvinum er starvsfólkaumsiting,
t.d. umsiting av ávísum smærri starvsbólkum.
Vit ynskja
tí ein starvsfelaga, ið dámar væl at arbeiða strukturera, analysera,
vera við til og gera mannagondir og skipanir umframt at samskifta við
nógv ymisk fólk, verið seg starvsfólk, leiðarar ella yrkisfelagsumboð.
Í løtuni eru vit 6 fólk á deildini, og vit hava ein lættan og óformellan
tóna á deildini. Vit hava ikki sett ávíst førleikakrav til starvið, men
relevant útbúgving, út yvir yrkisútbúgving ella miðnámsútbúgving
er ynskilig, t.d. merkonom ella samsvarandi royndir ið geva tær
nøktandi førleika. Tað er tó eitt krav, at tú dugur væl at arbeiða við
KT skipanum og sær teg føran fyri at vera við til at menna hesar.
Neyðugt er at duga at samskifta á føroyskum, bæði í skrift og talu.
Setanarviðurskifti
Starvið er lønt í 6 lønarflokki sambært Starvsmannfelagssátt-
málanum, treytað av at tú hevur nøktandi útbúgving og royndir.
Meira fæst at vita
um starvið á www.torshavn.fo ella við at venda sær til Janus Isfeldt,
deildarleiðara, telefon 21 03 30 ella janus@torshavn.fo.
Umsókn
saman við møguligum viðmælum og prógvum, skulu verða
kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. juni 2008.
Setanarsamrøðurnar verða ætlandi í viku 26.
JUNI KAPPINGIN
Navn:
Bústaður:
Telefon:
Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn
Merkið brævbjálvan »Sudoku«
Vinningurin í juni
SONY 23” flatskermur
KDL-23B4030
Hvønn dag í juni mánaða verða Sudoku
uppgávur at finna í Sosialinum.
Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess
størri møguleika hevur tú at vinna.
Sendið okkum loysnina innan mikudagin
9. juli 2008 kl. 12.00 og viðmerkið
brævbjálvan »Sudoku«.
Vinningur í juni er ein SONY flatskermur.
Virði Kr. 4.195,-
Drigið verður aðru vikuna í juli.
Fyri at vera við í kappingini, skal øll
uppgávan verða loyst.
Virði: kr. 4.195,-