Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-06, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juni 2008síða 45

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 6. juni 2008 45 lýsingar Leys størv í Tórshavnar kommunu Tórshavnar kommuna Varaleiðari og pedagogar til Dagstovnin í Løkjatúni eftir einum varaleiðara at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja 1.august 2008 ella eftir nærri avtalu. Eisini verður søkt eftir tveimum pedagogum, ein til vøggustovuna og ein til barnagarðin at arbeiða 30-35 tímar um vikuna at byrja 1. august 2008 ella eftir nærri avtalu. Til frítíðar- skúlan verður eisini søkt eftir tveimum pedagogum at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 15. august 2008 ella eftir nærri avtalu. Um pedagogur ikki søkir eru onnur við kreativum førleikum vælkomin at søkja. Setanarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gudrun Winthereig Rasmussen, stovnsleiðara, telefon 30 23 90 / 21 90 19. Umsókn saman við møguligum viðmælum skal vera hjá Dagstovninum í Løkjatúni, Løkjatún 5, 160 Argir, í hendi innan mánadagin 23. juni 2008. Húsavørður til Skúlan við Løgmannabreyt Tórshavnar kommuna søkir eftir húsavørði til Skúlan við Løgmannabreyt. Dagligu arbeiðsuppgávurnar hjá húsavørðinum eru í neyvum samstarvi við leiðslu skúlans. Arbeiðsuppgávur eru m.a. at: tTLJQBGZSJ BUTLÈMJOWFSÙVSS“LUVS tS“LKBPHIBMEB“LJÙVUUBOVNTLÈMBO tHFSBTN²BSVNWMJOHBS tT½HHKBUJM BUFM WBUO IJUJPHTBOJUFUTWJÙVSTLJGUJOJFSV½MBHJ tS“LKBWFOUJMBUJÂOJOB tIBWB²CZSHEBW BUCSVOBWJÙVSTLJGUJOJPHUSZHEBSÈUCÈOBÙVSJOFSV½MBHJ tIBWB²CZSHEBWSFJOHFSÙJOJ½TLÈMBOVN Vit vænta okkum, at umsøkjari hevur: tIBOEWFSLBSBÈUCÈHWJOHFMMBBÙSBKBWOTFUUBÈUCÈHWJOHPHSPZOEJS tHÂÙTBNTUBSWTFWOJ FSS“LJOPHIFWVSG“SMFJLBBUBSCFJÙBTK²MWTU“ÙVHU tLPZSJLPSU tUFMEVLVOOMFJLB²CSÈLBSBTUJHJ UÂFJOHJOUSFZU Kommunan skipar fyri skeiðum at halda bygningar. Setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv og verður sett skjótast gjørligt. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Meiri fæst at vita um starvið frá Haraldi Bjørgvin, leiðara fyri húsaumsitingini, á telefon 30 20 10 ella Høgna Joensen, skúlastjóra, á telefon 21 41 09. Umsókn Umsókn við avriti av prógvum, møguliga viðmælum og upplýsingum um arbeiðsroyndir skal vera Tórshavnar kommunu, postrúmi 32, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi hósdagin 12. juni 2008. Merkið umsóknina: Húsaumsitingin. Pedagogur til Dagstovnin Látri Søkt verður eftir eftir einum pedagogi at arbeiða 40 tímar um vikuna at byrja 4. august 2008 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Guðrun S. Hansen, stovnsleiðara, telefon 30 24 62. Umsókn saman við møguligum viðmælum skal vera hjá Dagstovninum Látrið, 270 Nólsoy, í hendi seinasta lagi mánadagin 23. juni 2008. Pedagogar til Dagstovnin í Hoyvík Søkt verður eftir trimum pedagogum til vøggustovu at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja 4. august 2008 ella eftir nærri avtalu. Eisini verður søkt eftir trimum pedagogum til barnagarð at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja 4. august 2008 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Onnu Mariu E. Antoniussen, stovnsleiðara á telefon 30 22 50 ella 21 73 18. Umsókn saman við møguligum viðmælum skal vera hjá Dagstovninum í Hoyvík, Vegurin langi, 188 Hoyvík, í hendi innan mánadagin 23. juni 2008. Pedagogar til Býlinghúsið undir Fjalli Søkt verður eftir tveimum pedagogum at arbeiða 30-35 tímar um vikuna at byrja 4. august 2008 ella eftir nærri avtalu. Eisini verður søkt eftir einum pedagogi, fyri pedagog í farloyvi, at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 4. august 2008 og fram til 30. juni 2009. Um ongin pedagogur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Setanarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Ingigerð Holm, stovnsleiðara, tlf. 302230 ella 228525 ella við at hyggja á heimasíðuna www.undirfjalli.fo Umsókn saman við møguligum viðmælum skal vera hjá Býlingshúsinum undir Fjalli, Fjalsgøta 25, 100 Tórshavn í hendi seinast mánadagin 23. juni 2008.