Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-06, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juni 2008síða 48

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

48 Nr. 107 - 6. juni 2008 Keldan, Skálafirði Leygardagin kl. 14-17, tiltak fyri børn. Kl. 21, Awake við Paula Høj. Sunnudagin kl. 17, Familju- møti. Oasubørnini úr Havn luttaka við sangi. Vælkomin í Kelduna. www.keldan.fo Missións- og Ungdómshúsið á Glyvrum Hósdagur kl. 20 Bønarløta. Fríggjadagur 6. juni kl. 21 Ungdómsmøti - Tema: Jóhannesdoyparin v/Jonhard Olsen. Sunnudagur kl. 17 Sunnu- dagsskúli og møti. Sangmøti v/streingjakórinum og øðrum. Innsamling til húsið. Drekka aftan á møti. Mikudagur 11. juni kl. 6 Bøn, kl. 20 Bíbiltími - Áps. 5,17-32. Ápostlarnir verða fongslaðir, v/Boga Olsen. Øll eru hjartaliga væl komin. Tabor, Toftir »Opið hús« verður leygar- kvøldið kl. 21. Vit ungu hava sunnukvølds- møti kl. 18. Alfred Olsen talar Evni: Byrjan hjá menniskjuni. Hjartaliga vælkomin. Kambsdalur, Handilskúlin Sunnumorgun kl. 11 Breyð- bróting. Týskvøld kl. 20 Bønar- og uppbyggingarmøti. Missiónshúsið í Rituvík Hósdagin kl. 19 Juniorringur. Leygardagin kl. 20 Ungdóms- møti. Opið hús. Sunnudagin kl. 18 Møti. Rituvík Kl. 18.30 Kirkjuligi útimøtis- bólkurin hevur útimøti við missiónshúsið. Æðuvík Kl. 20 Kirkjuligi útimøtis- bólkurin hevur útimøti við missiónshúsið. Aftaná verður sangløta í missiónshúsinum. Thabor í Fuglafirði Sunnukvøldið tann 8. juni verður møti við Christian Joensen, ið fer at tala um »Guðs orð, ella orð um Guð«. Drekkamunnur verður aftaná:) Øll eru hjartaliga vælkomin! Missiónshúsið í Leirvík Sunnudagin kl. 13.30 verður sunnudagsskúli, kl 18 verður møti við Signar á Reynatrøð og kl. 21 verður ungdómsmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin. KFUM & K Klaksvík Leygardagin kl. 23.58 - 3.00 Café við livandi tónleiki. Sunnudagin kl. 14.30 Barna- café, kl. 17.30 Bønarløta kl. 18 Møti við Øssur Kjølbro Streingjakórið syngur, kl. 21.00 Ungdómsmøti. Soli Deo Gloria Hóskvøldið kl. 20 ungdóms- møti. Sunnukvøldið onki møti. Getsemane, Stangaskákið 1 Fríggjakvøldið kl. 20.30 er ungdómsmøti v/ Ólavur Jacobsen & Hjalgrím í Buð. Norðoyastevnuaftan kl. 10 er morgunbøn v/ morgunmati, kl. 22 er OPIÐ HÚS. Norðoyastevnudag kl. 11 er møti v/ Jóel & Jórun Bringsberg og ungdóminum. Barnamøti er samstundis Hvønn gerandismorgun kl. 6.15 er morgunbøn. Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin kl. 14 sunnu- dagsskúli. Kl. 18 møti. Hjartaliga vælkomin. Betania, Skopun Leygardagin einki barnamøti. Týsdagin Ungdómurin kemur saman kl. 19. Mikudagin Bønarmøti kl. 20. Missiónshúsið á Tvøroyri Leygarkvøldið kl. 20 verður sangmøti. Sunnudagin kl. 14 Sunnudags- skúli, kl. 18 Møti v/ Almu og Suna Bjartalíð. Øll eru hjartaliga vælkomin. Sion, Vágur Sunnudag kl. 11.00 og kl. 18.00. Bønarmøti mánakvøld kl. 20.00. Vágur/ Bethel Á evang. møtinum sunnu- kvøldið kl. 18 vera Osvald Kjærbo og Svein Petersen við talu og sangi. Øll eru hjartaliga vælkomin. Aglow Suðuroy Møti fyri kvinnur og menn verður í Frelsunarherinum í Vági leygardagin 14/6 kl. 15.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Fámjin Møti verður í kirkjuni sunnu- dagin kl. 18 við Jógvan Højgaard trúboðara. Missiónshúsið í Vági Sunnudagin kl. 18 Møti v/ Terja Nielsen. Týskvøldið kl. 20 Bønarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Frelsunarherurin, Vágur Leygardagin kl. 19 mentan- arkvøld har filmurin Gatas Gynt verður sýndur. Aftaná verður høvi at seta spurningar. Luttøka av: Njál Djurhuus Majorur og Hallvard Bræin Filmleikstjóra, Sølva Andreassen lærara, Svein Petersen og fleiri. Øll eru vælkomin. Sunnudagin kl. 11 morgun- møti, kl. 18 evang møti. Niels og Fríbjørg Hammer og fleiri luttaka. Øll eru vælkomin. Vitjunarvinir Um tú vilt verða vitjunarvinur hjá Reyða Krossi ring ella skriva til okkum: Reyði Krossur Føroya Bryggjubakki 10 Postsmoga 1015 110 Tórshavn Tlf. 319630 Redcross@redcross.fo www.redcross.fo Fyriskiparir í Tórhavn: Eyrith 313784 - 513784 og Marin 314333 - 284333. Frá Eysturoyar gongufelag Gongutúrur niðan á Tind (Sandoy) verður sunnudagin 8. juni. Vit fara av Gomlurætt kl. 11.15 Ferðaleiðari: Jens Dalsgaard. Tilhaldið í Tórsgøtu tlf: 316491/286491 Fax 316481 Opið er mánadag til fríggjadag kl. 10.00 – 17.00 Teldupostur:tilhald@ torshavn.fo Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks Fríggjadagur 10.00 - 17.00 Opið hús Mentunarnáttin 17.00 - 21.00 Drekkamunnur og Tilhaldspannukøkur v/ Hanusarsúltitoyi 21.00 - 22.00 Felagssangur, Simme Jacobsen og Fróði Sandoy 21.00 - 22.00 Felagssangur, Simme Jacobsen og Fróði Sandoy Tað er altíð ein krókur í Tilhaldinum - um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Dagtilhaldið í Nólsoy hevur opið mánadag og týsdag frá kl. 13-17 og hósdag frá kl. 10-17. Vágs Pensjónistafelag ger útferð til norðoyggjar 13.- 15. juni um nóg nógvir limir tekna seg. Tekning áðrenn 7. juni á tlf. 373261 ella 373320 (Judith). Dagtilhaldið í Luffustovu Vit hava summarsteðg. Dagtilhaldið Fløvi á Glyvrum Í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum tlf. 448279. Opið mánadag til fríggjadag frá kl. 15.00 til 18.00. Allir pensionistar hjartaliga vælkomnir. Hvønn dag er ein góður drekkamuður at fáa. Bløðini eru altíð til taks. Somuleiðis kort og spøl. Ver vælkomin at hava títt egna handarbeiði við. Andakt verður lisin hvønn dag. Tilhaldið Hugnin í Sandoy Tilhaldið er opið mánadag og mikudag frá kl 13 til 17. Báðar dagarnar er drekkamuður at fáa. Eisini eru bløðini til taks. Øll eru hjartaliga vælkomin. Frá Dagtilhaldinum á Strondum Vit hava opið týsdag og hósdag millum kl. 15 og 18, vit eru byrjaði aftur. Tilhaldið á Toftum, tlf 448690 Opið er týsdag, mikudag og hósdag kl 15 - 18. Tilhaldið Sóljan Klaksvíksvegur 35 Klaksvík · tlf. 459091 Teldupostur: dagtilhaldid@post.olivant.fo Opið er: Mánadag og Mikudag kl. 13.30 – 17.30 Týsdag og Hósdag kl. 09.30 – 17.30 Hvønn dag er ein góður drekkamunnur at fáa, eins og bløðini eru til taks. Møguleiki er at gera ymiskt handarbeiði, spæla kort, bobb, telva o.m.a. Hvør dagur endar við andakt og sangi. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vága Pensionistafelag Vit skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið. Kundi tú hugsað tær at vita meira um felagið ella at gerast limur, kanst tú venda tær til, for- mannin: Sofíu Haraldsen, tlf. 332741 ella ein av nevndar- limunum. Eldrahugni á Tvøroyri Er á kafeteria í høllini í Trongisvági hvønn onsdag í líkaviku frá kl 15.00 til 18.00. Bilur fæst til staðið við at ringja 371069 eftir kl. 13. 75 ára føðingardagur 8. juni fyllir Maria Jacobsen í Skopun 75 ár. Dagurin verður hildin í Betania leygardagin 7. juni kl. 19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur Tann 18. juni fyllir Oluf Djurhuus, Innan Glyvur 80 ár. Dagurin verður hátíðarhildin í høllini á Skála tann 28. juni frá kl. 18, har øll eru hjartaliga vælkomin. Vegna fyrireikarnar biðast tit vinarliga boða frá á tlf. 447373 ella 217373, 219365, 226760, 227380, 448670 áðrenn 21. juni. Føðingardagur Týsdagin 10. juni verður Malan Eliasen, Kirkja, búsitandi í Miðvági 80 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 14. juni frá kl. 18 hjá dótturini, Kumlavegur 1. Silvurbrúdleyp Mikudagin 18. juni hava Ann og Sámal Christiansen í Hósvík silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygarkvøldið 21. juni kl. 19.30 í bygdarhúsinum í Hósvík. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá innan 12. juni á tlf. 422368 heima, 214820 Ann, 215687 Sámal ella á meyli ann@sosialurin.fo ella samal@samteld.fo Leygardagin 5. juli hava vit silvurbrúdleyp. Silvurbrúdleypið verður hildið í Betesda kl. 19. Tey, ið vilja gleðast saman við okkum, vera vinarliga biðin um at siga frá á telefonnr. 457077 ella 757077 í seinasta lagi 26. juni. Maria og Jógvan Isaksen, Klaksvík 16. juli hava hjúnini Birna og Alfred Petersen í Havn silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Meinigheitshúsinum í Havn kl. 19.00. Tey, sum hava hug at gleðast saman við silvurbrúðarparinum, verða biðin um at siga frá á tlf. 277371 og 313105 áðrenn 1. juli. Gullbrúdleyp Leygardagin 21. juni hava Ása og Petur Midjord, Fuglafjørður gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Leirvík sama dag kl. 18.00. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma, vera biðin um at siga frá áðrenn 12. juni á tlf. 444121. Sunnudagin 20. juli hava Kathrina og Jacob Petur Jacobsen Fuglafjørður, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin á hotel Norð á Viðareiði sama dag kl. 18.00. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá áðrenn 10. Juli á tlf. 444120 Brúdleyp Tann 5. juli giftast Fríða Ellefsen Miðvágur og Jógvan Kári í Giljum Klaksvík. Vígslan verður í Miðvágs kirkju kl. 15.00 og veitslan verður í bygdarhúsinum í Miðvági kl. 19.00. Øll eru vælkomin at tekna seg á tlf. 229835, 250677 og 333178. seinasta freist at tekna seg er 7. juni. Leygardagin 5. juli giftast Petra Sjóstein og Jóannes Larsen Jacobsen í Christians- kirkjuni. Vælkomst verður í sjómansskúl- anum kl 14.00 - 19.00. Tey í vilja gleða okk- um við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 262396 ella 220220 innan 25. juni. Leygardagin 12. juli kl. 15 giftast í Christianskirkjuni Aðalbjørg Jógvansdóttir Linklett úr Klaksvík og Mortan Jacobsen úr Haraldssundi. Kl 20. verður veitsla í bygdarhúsinum í Haraldssundi. Øll eru hjartaliga vælkomin við at tekna seg í seinasta lagi 12. juni á tel 457815 ella 261296. Leygardagin 12. juli giftast í Vágs kirkju Sunnvá Mortensen Hovi og Magni Fróði Magnussen Vági. Veitsla verður í Samkomuhúsinum í Sumba kl. 19. Tey í vilja gleða okkum við at koma vera vinarliga biðin um at siga frá innan 10. juni á tlf: 373698 (Hovi), 373194 (Vági) ella 0045 29261369 (Sunnvá). Leygardagin 12. juli kl. 16.00 giftast í Gomlu kirkju í Gøtu Lív Gregersen, Norðragøta og Aron Olsen, Toftir. Veitslan verður í B68 húsinum á Toftum kl. 19.00. Tey ið vilja gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá innan 25. juni á tlf. 441955 ella tlf. 448036. Leygardagin 19. juli kl. 14.00 giftast í Elim í Søldarfirði Kathie Rasmussen, Søldarfjørður og Heri Jacobsen, Klaksvík. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18.30. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá innan 30. juni hjá Kathie tlf. 441122/229844 ella Hera tlf. 215649 Leygardagin tann 19. juli kl. 14.00, giftast í Havnar kirkju, Ingibjørg Eysturoy og Johannes Olsen, bæði úr Tórshavn. Veitslan verður í róðrarneystinum á Argjum kl. 18.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá innan mánadagin tann 30. juni á tlf. 317835 ella 317866 ella +45 77410918 ella teldupost til johannesolsen@msn.com Leygardagin 9. aug. kl. 15.00 giftast í Vágs kirkju Rebekka Thorsteinsson og Finnbogi Magnussen úr Vági. Veitslan verður hildin í VB húsinum kl. 19.00. Tey ið vilja gleða okkum við at koma verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. +47 71523009, 373749 ella 373422. Teldupost: fimagn@online.no innan 5. juli. Leygardagin 2. august, kl. 15 giftast í Hvalvíkar Kirkju, Paula Poulsen Eiði og Gunleif Hansen Hvalvík. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Hósvík kl.19. Tey ið vilja gleða brúðarparið við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá innan 30. juni á tlf 422694 – 282220 – 584440. Leygardagin 26. juli kl 14, giftast í Hvalbiar kirkju Jenny Niclassen og Magnar Haldur Næs. Veistlan verður hildin í Roynhøllini kl 18, tey í vilja gleða okkum við at koma, eru hjartaliga vælkomin at tekna seg innan 26. juni á tfl 229652 (Jenny) 510048 (Magnar) ella niclassen57@hotmail.com Vit skulu giftast :-) 30. august giftast Ása Súnadóttir, Skála og Jóhan Eliasen, Fuglafjørður. Vígslan verður í Skála kirkju klokkan 14 og veitslan verður í bygdahúsinum í Leirvik klokkan 19. Tey ið vilja gleða okkum við at koma, kunnu ringja á tlf 509512 (Ása) ella 595583 (Jóhan) áðrenn 1. juli.