Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-06, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juni 2008síða 49

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 6. juni 2008 49 tíðindi HEILSANIR Foreldur míni og eg takka øllum, sum gjørdu fermingardagin hjá mær til ein avbera góðan dag, sum var 14. oktober 2007. Heilsan Beinta Bisp Góða fitta Beinta Lukku og gleði tínum 5 ára deg tann 7. juni. vónandi fær tú nógvar góðar føðingardags- gávur og køkur Gud signi framtíð tína. Muss og klemm Abbi og omma Norðasta Horn Her er hann - Agent 053! Tillukku við degnum sunnu- dagin! (he he … hetta roknaði tú ikki við!!!!) Ein, sum er nógv yngri! Elskaða Súsanna Hvussu nógv ár fyllir tú?? Ja, og hvussu nógvir fingrar skulu til??? Hjartaliga tillukku við føðingardegnum sunnudagin. Jesus signi teg! Omma og abbi í Havn Góðasta Súsanna Hjartaliga tillukku við 3 ára føðingardegnum sunnudagin. Nú mást tú ikki verða køld um bibbirnar. Jesus-pápi signi teg! Langomma og langabbi í Havn SOLEIÐIS ….. Tríggir fingrar! Góða Súsanna. Hjartaliga tillukku við degnum. Vit eru sooo góð við teg! Mamba, Anna Margretha og bamba .... og Piku Góða Mekhala Hjartaliga tillukku við 10 ára føðingar- degnum í gjár. Alt tað besta ynskja vit tær. Heilsan omma og abbi Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Stuðulstænastan Sjúkrarøktarfrøðing til Heimatænastuna í Eysturoy Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi at byrja 01.08.08 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er uml. 20t/viku í skiftandi vaktum, tó mest dagvaktum. Arbeiðið umfatar sjúkrarøkt og veg- leiðing til borgarar, sum búgva heima ella á eldrasambýli. Arbeiðsøkið er øki 3, sum umfatar allar kommunur í Eysturoynni uttan Eiðis- og Sunda kommunu Førleiki • Prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur • Fakligan áhuga fyri primera økinum • Fleksibilitetur • Góð samstarvs- og samskiftisevni Vit kunnu bjóða • Eitt avbjóðandi, fjølbroytt og sjálvstøðugt starv í tøttum samstarvi við aðrar fakbólkar, • Toymisarbeiði, har dentur verður lagdur á at veita góða tænastu til borgaran eins og gott og mennandi arbeiðsumhvørvi • Innleiðslu • Tænastubil Setanartreytir Setanartíðarskeið: Frá 01.08.08 ella eftir nærri avtalu. Lønin verður ásett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið er Nærverkið, og tænastustaðurin er Heimatænastan í Eysturoynni. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til økisskrivstovuna á tlf. nr 449249. Umsókn Send eina umsókn við prógvi v. meira.til: Heimatænastan Eysturoy Økisskrivstovan, Heilsumiðstøðin Postboks 47 FO 610 Saltangará Umsóknarfreistin: 20.06.08 Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Stuðulstænastan Stuðul til unga gentu í Tórshavn Stuðulstænastan søkir eftir stuðli at arbeiða 30 tímar um vikuna hjá ungari følbrekaðari heimabúgvandi gentu í Tórshavn. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi morgun, dag- og kvøldvaktir (tó mest seinnapartsvaktir) – gerandisdag og møguliga 1 leygardag um mánaðin. Starvið verður sett sum skjótast. Arbeiðsuppgávur At stuðla og vera um gentuna eftir loknan arbeiðsdag. At fara við henni til ymisk tiltøk s.s. svimjing, ríðing, tónleik, og soleiðis stuðla henni í at hava ein innihaldsríkan gerandisdag. Førleikakrøv Umsøkjarar, ið hava eina heilsufakliga útbúgving hava fyrimun til starvið. Umsøkjarin má vera álitandi, og er ynskiligt at umsøkjarin eisini er kreativur. Setanartreytir Starvsøkið umfatar Nærverkið og deildir undir tí. Løn sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjar- málaráðið. Hvat viðvíkur øðrum útbúgvingum, sum primært ikki eru ætlaðar til arbeiði innan almanna- og heilsuøkið, verður víst til hjálpar- fólkasáttmálan hjá Føroya Pedagogfelag. Nærri fæst at vita um starvið frá Elsu Klein Olsen ella Sofíu Jespersen á tlf: 360000. Umsókn Umsókn saman við prógvi, c.v. og møguligum viðmælum, skulu sendast til: Nærverkið Stuðulstænastan Argjavegur 26, Postsmoga 3037 110 Tórshavn Stílað: Elsa Klein Olsen Umsóknarfreist: 20. juni 2008 Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.