Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juni 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 108 - 9. juni 2008 Tað vóru tríggir skakkir menn, sum tíðliga seinnapartin leygardagin funnu ein deyðan »mann« flótandi í yvirlivilsis­ drakt einar 2­3 fjórð­ ingar suður úr Mjóva­ nesi Reki Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í góðveðri og mjørka fóru tríggir menn ein túr á flot seinasta leygarmorgun. Av Skálafjørðinum sigldu teir norður á leiðirnar suður úr Mjóvanesi, norður um Gryn­ nur, teir rópa. Teir byrjaðu á 25­30 favna dýpi, men lítið var at fáa, bert onkur einstakur gráur fiskur, onkur longa og onkur brosma. Næstan steindeytt. Hóast streymurin er linkaður nakað, rak nokso fitt, einar tvær sjómíl, tá tað rak harð­ ast. Tá teir einaferð sigldu upp­ aftur, sær bátseigarin eitt hvørt, sum flýtur í sjónum. Hetta var fittan tein burturi, og í byrjanini helt hann, at hetta kanska vóru tvær samanbundnar boyður. Kortini gjørdi hann av at sigla leiðina, har hann hevði sæð rekan. Komnir nærri, síggja teir tríggir menninir, at litirnir á tí, sum liggur í sjónum, eru litirnir á onkrari bjargingarút­ gerð. Ein “maður” Skjótt síggja teir eisini, at hetta er ein “maður”, sum í góðveðrinum flýtir á sjónum í yvirlivilsisdrakt. Hann ligg­ ur á rygginum, og høvdið liggur afturyvir niður í sjógvin. Andlitið sæst ikki. Teir tríggir gerast sera skakkir og hin elsti á bátin­ um, sum er 85 ára gamal, hugsar við sær, at hetta verð­ ur aðru ferð í lívinum, at hann fer at koma aftur til lands við deyðum manni. Hetta hendi honum eisini undir seinna kríggi, tá kokk­ urin eftir langan túr doyði á seinasta degi umborð. Tað var ikki stuttligt. Tá báturin er komin heilt nær “manninum”, tekur bátseig­ arin hakan og krøkir. Jú, hetta er ikki bara ein drakt. Ein stórur maður er innaní henni, men um talan er um lík ella dukku, veit eingin, fyrr enn málið er kannað. Bjargingarroynd Tá teir tríggir hava fingið mannin inn í bátin, gerst skjótt greitt, at talan er um eina “dukku” í eini vanligari yvirlivilsisdrakt. Knappliga rennur einum av monnunum til hugs, at bjargingarroynd er í Nólsoy­ arfirði hendan dagin, og tá málið verður kannað nærri, vísir tað seg, at hetta er ein av “monnunum”, sum brúktir eru í hesi royndini. Tað, sum undraði hesar tríggjar menninar, var, at ein­ ki skip og eingin tyrla vóru á leiðini, tá teir funnu rekan á sjónum. At menninir gjørdust skakkir, er ikki at undrast yvir, tí eingin teirra hugsaði um, at bjargingarroynd var í Nólsoyarfirði fyrr enn eftir, at teir høvdu staðfest, at talan ikki var um lík í draktini. Skakkir útróðrarmenn 85 ára gamli Hans Jacob á Gadd stúrir í hesi løtu fyri, at hann nú á øðrum sinni í lívinum fer at koma til lands við deyðum manni Mynd: Vilmund Jacobsen - Jú, eg gjørdist ógvuliga skakkur, tá eg sá, at maður lá og fleyt í stýriborði, sigur Hans Jacob á Gadd Mynd: Vilmund Jacobsen Toskastovnarnir undir Føroyum, Noreg og Íslandi eru ymiskt fyri. Líkt er til, at best stendur til hjá stovninum í norskum sjógvi ToskuR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Altjóða Havgranskingar­ stovnurin ICES sigur, at veiðan eftir “arktiskum tos­ ki” í norskum sjógvi kann verða tilsamans 473.000 tons í komandi fiskiári, sum er 43.000 tons fleiri enn kvotan fyri verandi fiskiár. Gýtingarstovnurin á toski í norskum sjógvi er størri enn fyrivarnisreglan ásetir, og tað hevur hann verið síð­ an 2002. Til samanburðar við nors­ ku toskaveiðina kann nevn­ ast, at íslendingar hava skert sína toskakvotu – úr 190.000 tonsum í 2007 nið­ ur í 130.000 tons í ár. Toskaveiðan á føroyska landgrunninum eitt miðal ár er 25.000 tons, men veið­ an kann vera rættiliga mis­ jøvn. Hon kann skifta heilt úr 6.000­8.000 tonsum upp í stívliga 40.000 tons. Í fjør vórðu veidd eini 11.000­12.000 tons av toski í føroyskum sjógvi. Føroyska toskaveiðan er lítil í løtuni, og ICES metir, at toskastovnurin er sera illa fyri. Mælt verður tí til, at eing­ in fiskiskapur verður eftir toski í komandi fiskiári, og at ein ætlan verður løgd fyri at fáa toskastovnin undir Føroyum at koma fyri seg aftur. Ymiskt hvussu toskur er fyri Toskastovnurin er væl fyri á summum høvum og verri fyri á øðrum høvum Eitt felag í Lofoten, sum spanska felagið Spanor AS eigur, fer nú at útflyta hjarta­ skel úr Lofoten til Spaniu skeljavinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hjartaskel er eitt slag av kræklingi, sum minnir um eitt hjarta í útsjónd. Hetta er ikki nøkur óvanlig skel, men ein skel sum finst kring um stóran part av heiminum. Spaniólar, sum hava keypt eitt niðurlagt fiskavirki í Lofoten, halda, at hjartaskel­ in í Lofoten er heimsins bes­ ta, og teir síggja stórar møgu­ leikar í útflutningi úr Noregi til Spaniu, har skelin eitt nú fer at verða seld matstovum. Á bestu strondunum í Lofoten meta tey, at eini 10 kilo av skel eru at finna á hvørjum fermetri. Stjórin í Spanor AS held­ ur, at hópur av hjartaskel er at finna í Lofoten, og kann­ ingar vísa, at skelin er ógvuli­ ga góð. Nú verður lýst eftir fólki, sum kunnu leita eftir skel í fjøruni í Lofoten, og stjórin heldur, at til ber at finna eini 300­400 kilo av hjartaskel um samdøgnið. Skeljarnar verða fluttar liv­ andi úr Lofoten til Spaniu, og kiloprísurin verður 20 krónur. Livandi skeljar úr Lofoten til Spaniu Hjartaskel er eitt slag av kræklingi Hoyggið dýrkar Íslendskir rossamenn stúra fyri, at tað verður hoytrot næsta vetur, og tí er vandi fyri, at prísurin á hoyggi fer upp ígjøgnum, siga teir. Støðan var næstan tann sama seinasta vetur, og tá hækkaði hoyprísurin umleið 20 prosent. Nú vænta rossamenninir, at hann kann hækka 30 prosent afturat. Vísir skrivar, at í fjør hækkaði prísurin fyri eina hoyballu úr 4.500 upp í 5.500 íslendskar krónur, og at í ár kann hon fara upp í 7.000 krónur. Heldur tosk enn lodnu Magnús Þór Hafsteinsson, sum er næstformaður í íslendska flokkinum Frjálslyndir, mælir íslendsku stjórnini til at økja reoyndina eftir toski og at friða lodnuna ístaðin fyri. Á landsfundi floksins um vikuskiftið vísti hann á, at toskaveiðan í Barentshavinum er vaksin, hóast kvoturnar hava verið nógv størri, enn fiskifrøðin mælti til, tí minni er veitt av lodnu, sum toskurin livir av. Tí eiga íslendingar eiga at friða lodnuna og at fiska meiri tosk.