mánadagur 9. juni 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 108 - 9. juni 2008
Býurin sjóðaði av lívi á Mentanarnáttini í Havn fríggjakvøldið.
Um allan býin vóru tiltøk og tilboð til ung og gomul, sum spákaðu sær
ein túr í góðveðrinum til langt út á kvøldið. Roykurin av vaflum og kaffi,
saman við hugnaligum práti og góðum tónum myndaði hýrin í býnum.
Eins og undanfarin ár fyltu listin og tónleikurin nógv, á mentanarnáttini,
og hetta er veruliga nakað, sum lokkar nógv fólk til. Hóast klokkan var
farin av 22, tá Summarframsýningin varð sett í Norðurlandahúsinum,
vóru ongin tekin um, at fólk vóru á veg til hús. Heldur tvørturímóti ...
Mentanarnátt
Rigmor Dam/Anna V. Ellingsgaard
Mentað mentanarnátt
Klokkan 22 var Summarframsýningin 2008 sett í Norðurlandahúsinum. 13 listafólk eru við á
framsýningini í ár, og hava tey øll tikið støði í orðinum ”Kanska” í listaverkunum.
Grøni veggurin hjá Edwardi Fuglø í forhøllini fekk flestu áskoðararnar at steðga á eina løtu,
áðrenn tey fóru víðari til hini mongu verkini
Í Rit & Rák var skipað fyri
upplestri av yrkingum. Ein
røð av ungum yrkjarum
nýttu høvið hetta kvøldið
at lesa egnar yrkingar upp.
Her er tað Ditte M. Joensen
úr Vestmanna, ið lesur upp
yrkingina ”Oyggjarvegir”.
Í bakgrundini sæst 17 ára
gamla Bjørk Olsen, ið eisini
las nakrar av sínum yrkingum
upp hetta kvøldið
Tað var næstan sum á Ólavsøku, tá Mentanarnáttin varð sett á Vaglinum. Fólk hildu á til seint
út á kvøldið, tá mong nýttu høvi at fáa sær ein bita ella okkurt drekkandi í góðveðrinum
Ein ørgrynna av fittum, litføgrum Kariussum og Baktussum settu dám á Mentanarnáttina. Tað
vóru tannrøktararnir í Havn, sum mintu børnini á at busta tenn. Afturfyri fingu tey øll alskyns
frukt og grønmeti í sera hugnaliga umhvørvinum í Grasagarði
Í Gamla Realskúla varð skipað fyri framsýning av tekningum, sum
børn, ið gingu í Mellem- og Realskole í 50-árunum, høvdu teknað.
Í vælkomstrøðu fegnaðist Heðin Mortensen, borgarstjóri, um, at
tekningarnar umsíðir vóru ’komnar heim’ til Realskúlan, har tær
upprunaliga vóru teknaðar. Millum tekningarnar sóu vit hesa, sum
listamaðurin, Bárður Jákupsson teknaði, tá hann var 13 ára gamal ...
Leita eftir Norsku Løvu
Leingi hevur verið leitað eftir vrakinum av Norsku Løvu, ið sakk á Lambavík
nýggjársaftan í 1707. Fyri 14 døgum kavaðu menn frá Faroe Dive í tveir dagar og tóku
myndir staðnum. Endamálið við kavingini var at staðfesta, um vraklutir vóru at finna
ella ikki. Leitað varð eisini á landi eftir møguligum sporum eftir hendingini í 1707.
Tann fyrra dagin varð serligur dentur lagdur á, at leita á trimum avmarkaðum økjum. Á
tí seinasta økinum, hevði bóndin Magnus Rasmussen úr Lamba sæð eitthvørt serstakt á
botni, tá hann var burtur í haga. Tað vísti seg at verða steinar úr granitti. Jarðfrøðingar,
ið vitjaðu bóndan 28.mai vóru á einum máli um, at steinarnir vóru ikki føroyskir, og at
grótslagið var granit. Í sjeytiárunum funnu Arnbjørn R. Thomsen, sáli, og aðrir lutir av
Norsku Løvu. Millum annað eina koparplátu.