Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juni 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 108 - 9. juni 2008 Verkstova um fiskiveiðu Í døgunum 23. og 24. juni verður ein verkstova um fiskiveiðu í Norðsjónum hildin í Keypmannahavn. Talan er um eina verkstovu har serfrøðingar frá ymiskum arbeiðsøkjum fara at tosa um leiklutin hjá fiskivinnuni í Norðsjónum í dag og í framtíðini. Spurningarnir um hvussu gransking kann stuðla uppundir stýringini av fiskiveiðuni og hvussu granskingarúrslit kunnu berast fram. Granskingarráðið sigur, at verkstovan er ein liður í eini røð av PROFET verkstovum, sum er ein týðandi partur av ES fíggjaði PROFET POLICY verkætlanini. Tróndur í Gøtu heiðraður Sigfríður Joensen er um at vera liðugur við bókina um Trónd í Gøtu og gøtuskeggjar. Bókin verður umleið 160 blaðsíður við nógvum litmyndum. Eisini vera ættartalvur yvir kendar persónar úr søgu gøtuskeggja at finna í bókini. Ætlanin er, at bókin skal koma út á Tróndardøgum, sum eru í vikuni 12.-19. juli. Tá verður eisini reist standmynd yvir Trónd í Gøtu. Eisini verða tiltøk við tónleiki, sjónleiki, fyrilestrum, framsýningum, gongutúrum og øðrum. Føroyingar kunnu eiga lykilin til gátuna um autismu. Tí verður í næstum farið undir umfatandi granskingarverkætlan innan hetta økið her heima. GranskinG Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Søkt verður eftir fólki uttan kenda psykiska sjúku, sum kunnu vera kontrolpersónar til stóra granskingarverk- ætlan innan autismu. Tað finst longu ein for- kanning av føroyskum børn- um, sum vísti, at tað eru ikki fleiri fólk við autistisk- um breki í Føroyum enn í øðrum londum. Kortini eru her lutfalsliga fleiri dreingir enn gentur við hesum trupul- leika, enn aðrastaðni. Granskingarbólkurin og ílegusavnið siga, at arvur tykist vera ein tann vanlig- asta orsøkin til autismu, og at av tí at vit eru so fá fólk í Føroyum, skuldi verið lætt- ari at funnið fram til hesar viðbreknu ílegur í Føroyum enn í øðrum londum. Tí verður í næstum farið undir ílegukanningar av føroying- um, sum Tormóður Stórá, yvirlækni og depilsleiðari á Psykiatriska Deplinum og Christopher Gillberg, Pro- fessari við Universitetið í Gøteborg saman við øðrum standa fyri. Verkætlanin er góðkend av Vísindasiðsemisnevndini og Dátueftirlitinum, og lut- takararnir, sum hava aut- ismu, verða funnir innan føroyska heilsuverkið. Har- afturat er tørvur á fólki, uttan kenda psykiska sjúku, sum vilja vera kontrolper- sónar. Luttøkan er sjálvboð- in og luttakararnir lata antin blóðroynd ella spýttroynd. Tekning fer fram á lsannos@ls.fo, á telefon 591025 ella 304500, lokal 4101. Spurningar viðvíkj- andi granskingarverkætl- anini kunnu setast Tormóði Stórá á 30 45 00, lokal 4101 ella t-post: lstost@ls.fo ella Ásu Ellefsen á 218464 ella t-post asel@post.olivant.fo 28 ára gamla tvørakvinnan og búskaparfrøðingurin Juanna Schrøter Joensen fær tvær danskar heiðurslønir fyri framúr góð avrik í PhD gransking sínari GranskinG Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Fyrr í ár var 28 ára gamla Juanna Schrøter Joensen, sum arbeiðir á Lærda Há- skúlanum í Stockholm, í Føroyum, her hon greiddi frá um kyn og gransking í fyrilestrum, útvarpi og í bløðum. Juanna fekk prógv sum cand.scient.oecon. í 2005, og nú fær hon tvær fínar viðurkenningar, sum verða handaðar fyrsta dagin. - Tað er sjálvandi ein stór æra fyri meg at fáa slíkan heiður og viðurkenning fyri granskingararbeiði í míni PhD ritgerð - tað er altíð nakað sum fløvar. Harafturat merkir tað sum fylgir við virðislønunum, at eg nú kann hugsa enn meiri um granskingina í framtíðini, og so hevur tað sjálvandi týdning fyri CV´ið, sigur Juanna við Sosialin. Hon hevur granskað sambandið millum útbúgving, lønarlag og hugin at gera íløgur. Onnur heiðurslønin er Aarhus Universitets Forsk- ningsfonds (AUFF) Ph.D. pris ”fyri bestu Ph.D. rit- gerð innan Samfelagsvísind (Det Samfundsvidenskabe- lige Fakultet) á AU í 2007”. Hon verður handað av rek- tor Laurits B. Holm-Nielsen í Søauditoriet, Aarhus Uni- versitet, 11. juni kl.11. Við heiðrinum fylgja 50.000 kr. Juana fær eisini Jyske Banks Almennyttige Fonds Pris fyri bestu Ph.D. ritgerð innan búskaparfrøði í 2006- 2007. Virðislønin verður givin annaðhvørt ár og verð- ur handað av (administr- erende direktør) Klaus Stampe í Riddersalen á Institut for Økonomi, Aar- hus Universitet, 13. juni kl.14. Stjól mat frá gestum og endaði í brummuni Ein fullur maður varð blakaður í fangaholið fríggjakvøldið, tí gestir á Hvonn fingu ikki matnáðir fyri honum. Annars var friðarligt um vikuskiftið VakthaVandi Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Góðveðrið ger fólk góð. Í øllum førum hevur poli- tiið í Havn havt lítið at gera um vikuskiftið, hóast býurin uddi av fólki. Vakthavandi í Bronx sigur við Sosialin, at tveir mans vórðu tiknir inn fríggjakvøldið, báðir tí teir vóru so fullir, at teir vóru til ampa fyri fólk. Annar gekk og for- stýraði úti á Café Karls- borg allan dagin, meðan hin órógvaði gestir, sum vóru farnir út at fáa sær ein góðan bita í Hvonn. Millum annað gekk hann og nápaði bitar av mati- num hjá fólki, og fekk sær at drekka frá teimum. Til endans varð løgreglan boðsend, og maðurin sett- ur í skansan. Søgan sigur onki um, hvat var á matar- skránni á tí hotellinum. Ungur granskari tvær fínar heiðurslønir Leita eftir autismu-genum í Føroyum Juanna Schrøter Joensen fær viðurkenning fyri gransking sína um sambandið millum útbúgving, lønarlag og hugin at gera íløgur Fríggjakvøldið var skipað fyri kapping í Bilboksing á planeraða økinum eystan fyri Hotel Norð á Viðareiði, har fimm bilar kappaðust um at geva hinum so stórar snuddir sum gjørligt og samstundis at halda seg sjálvan koyrandi sum longst. Lassin Isaksen og Hilmar Jan Hansen vóru dómarar, og teir góvu stig, alt eftir hvussu væl luttak- ararnir, sum høvdu hjálm á høvdinum, hildu reglurnar. Stórt sæð alt var loyvt í »dyst- unum«, sum vardu fimm minuttir hvør, men tó var ikki loyvt at rena á førara- hurðina hjá hinum ella eftir sjálvari gronini. Sonni á Horni úr Fuglafirði í einum Volvo 360 vann kappingina. Hinir vóru stigtakarin Jógvan Heinesen í einum Nissan (gamli bilurin hjá Anfinni Kallsberg), Idar Lydersen í einum Renault, Remi á For í einum Toyota og Petur Chodziouk í einum Mazda. Av Viðareiði verður sagt, at nógv fólk var og hugdi, og fjøldin í bønum oman fyri breytina stuttleikaði sær óført, meðan »stóru smá- dreingirnir« undirhildu við spitaranum í botni, skjótum skiftum millum girini og spol- ingum á grúsinum, ið við- hvørt gav so nógv støv frá sær, at bilarnir næstan ikki komu undan. Sí eisini mynda- røð her á Portalinum Enn einaferð er tað prógv- að, at mannfólk eru og vera smádreingir alt lívið. rd Bilboksing á Viðareiði Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir