mánadagur 9. juni 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 108 - 9. juni 2008
Tað kom sum ein
skelkur fyri øll, eis
ini Georg Hansen,
formann í Miðvágs
Arbeiðsmannafelag, tá
tey 70 arbeiðsfólkini á
Fiskavirking í Miðvági
vórðu søgd úr starvi
og virkið stongt
SAMRØÐA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonb@sosialurin.fo
Georg Hansen, formaður í
Miðvágs
Arbeiðsmanna
felag, er sera harmur um
støðuna, sum er uppstaðin.
Hetta eru ikki stuttlig
tíðindi at fáa. Summi hava
arbeitt á virkinum í 30 ár.
Virkið hevur verið her í
Miðvági síðani 1971, og
tað eru bæði maður og
kona, sum arbeiða her, so
tað er ikki stuttligt hjá teim
um, sigur Georg Hansen.
Hann sigur hetta vera
eina skandalu fyri oynna og
bygdina. Talan er um 70
arbeiðspláss úr øllum trim
um bygdunum.
Eins
og
arbeiðsfólkið
hevði Georg Hansen onga
ábending fingið um upp
sagnirnar.
Eg varð uppringdur av
virkisleiðaranum stutt und
an fundinum klokkan tvey,
og har fingu álitisfólkini og
eg eina stutta frágreiðing
um tað, sum fór at henda,
sigur Georg Hansen.
Sum formaður í Miðvágs
Arbeiðsmannafelag ásann
ar hann, at felagið sum so
ikki fær gjørt so nógv við
støðuna.
Nei, tað er ógvuliga lítið
vit kunnu gera, men vit fara
at gera tað, sum stendur í
okkara makt, fyri at hjálpa
hesum fólkunum. Men vit
mugu ásanna, at talan mest
verður um moralskan stuð
ul, sigur Georg Hansen.
Eingi alternativ
Eins og so mong onnur,
undrast Georg Hansen á, at
so nógv hevur verið strongt
á, at gera tað lættari at fáa
fremmanda arbeiðsmegi til
landið.
Teir hava lagt stórt trýst
á politikararnar fyri at fáa
fremmanda
arbeiðsmegi
inn í landi uttan trupulleikar,
samstundis sum 70 fólk nú
standa her uttan arbeiði, so
eg eri bangin fyri at tað er,
sum fakfeløgini alla tíðina
hava sagt, at tað liggur
okkurt
annað
aftanfyri,
sigur Georg Hansen.
Hann heitir tí á øll
arbeiðsfólk um at syrgja
fyri, at tey fáa sína løn, og
ikki lata tað ganga meiri
enn 14 dagar.
Men fyri tey 70 fólkini,
sum nú skjótt standa uttan
arbeiði, er støðan van
lukkulig.
Her vesturi er einki
alternativ. Nú stendur teim
um sjálvandi í boði at fara á
onnur virki hjá Fiskavirking
at arbeiða, men tá verður
talan um stóra frástøðu,
antin tað so er í Vestmanna,
Havn ella enntá Runavík,
sigur Georg Hansen.
Tað er nakað av lagnunar
speisemi, at fólkið fekk
boðini um afturlatingina
inni í matstovuni, har eitt
heiðursbræv
hongur
á
vegginum, sum boðar frá,
at virkið varð kosið til
ársins virki í 2003.
Tað kom sum ein skelkur
á meg. Men vit hava alla
tíðina verið bangin fyri, at
hetta fór at henda, tá virkið
varð privatiserað. Framman
undan koyrdi tað fínt, og eg
dugi framvegis ikki at
síggja, hví nakað skal
oyðileggjast, sum fungerar
fínt. Tað eru myndug
leikarnir, ið hava skuldina
av tí, sigur Georg Hansen.
Formaðurin í Miðvágs
Arbeiðsmannafelag ætlar at
kalla fólkið saman til at
tosa um støðuna, hóast
hann sum nevnt ásannar, at
tað helst ikki er nógv,
felagið kann gera fyri tey
uppsøgdu arbeiðsfólkini.
Kunnu bert lata moralskan stuðul
Jón Brian Hvidtfeldt tosar við formannin í Miðvágs Arbeiðsmannafelag, Georg Hansen
mynd: Leo Poulsen
Samkensluskriv frá Hoydal
Fyrr í vikuni sendi Høgni Hoydal, ráðharri í uttanríkismálum, danska
starvsbróðuri sínum Per Stig Møller samkensluskriv í sambandi við
bumbuálopið á donsku sendistovuna í Pakistan. ”Hetta álopið kann
ikki góðtakast undir nøkrum umstøðum. Sendistovur bæði standa
fyri og umboða tað samskiftið, ið er grundleggjandi neyðugt fyri at
byggja brýr millum heimspartar og mentanir. Í longdini er júst sam
skifti einasta haldgóða vápn í stríðnum fyri at skapa frið og semju í
heimssamfelagnum” skrivar Høgni Hoydal m.a. í skrivinum. Vegna
landsstýrið sendir Høgni Hoydal okkara samkenslu við offrunum og
stuðul til Danmark í hesum málinum.
Tvey av starvsfólk
unum á Fiskavirking
í Miðvági, Siri Jóhans
dóttir og Elin Johanne
sen, vóru, eins og hini,
skelkað av uppsagn
unum, men ungu
genturnar hava ikki
mist mótið, og fáa tær
einki annað at gera,
fara tær bara til skips
SAMRØÐA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonb@sosialurin.fo
Tað er sjálvandi ójavnt,
hvussu fólk eru fyri, eftir at
boðini komu um, at virkið í
Miðvági ikki letur upp aftur
eftir summarfrítíðina. Hjá
teimum ungu starvsfólk
unum er allarhelst lættari at
fáa okkurt annað at gera,
men fyri tað var tað líka
tung boð at fáa.
Tær báðar 19 ára gomlu,
Siri Jóhansdóttir og Elin
Johannesen, søgdu mest
sum í ein munn, at tað vóru
ræðulig boð at fáa.
Siri Jóhansdóttir hevur
arbeitt á virkinum hjá
Fiskavirking í Miðvági í
hálvtannað ár, meðan Elin
Johannesen hevur starvast
har í hálvt ár.
Tær vóru millum tey 70
starvsfólkini, sum á mat
stovuni fingu tungu boðini
um, at tey øll vóru uppsøgd.
Tað var ein tungur stemn
ingur, øll fingu ein rætti
ligan skelk, siga tær báðar.
Heldur ikki tær høvdu
fingið minstu ábending um,
at hesi boðini vóru á veg.
Men tær eru sum nevnt
báðar ungar, og tað gevur
størri møguleikar.
Vit vita ikki reiðiliga,
hvat vit nú fara at gera. Tað
er einki arbeiði at fáa í
Vágum, so vit mugu av
oynni at finna okkurt annað
at gera, siga Siri Jóhansdóttir
og Elin Johannesen.
Tær ætla sær ikki at taka
av tilboðnum um at fara á
annað virki hjá Fiskavirking
at arbeiða.
Nei, tá kundu vit heldur
hugsa okkum at fari til
skips, siga tær báðar.
Teimum hevur dámað
ógvuliga væl at arbeitt á
virkinum í Miðvági, og tær
ætla sær at hanga í til virkið
letur endaliga aftur um ein
mánað ella so. Hvat síðani
fer at henda, vita tær ikki
enn, men møguliga fara tær
at flyta til Havnar.
Har er lættari at fáa
arbeiði, siga Siri Jóhans
dóttir og Elin Johannesen.
So fara vit bara til skips
Siri Jóhansdóttir og Elin
Johannesen eru millum tey
70 fólkini, sum fríggjadagin
vórðu søgd úr starvi hjá
Fiskavirking í Miðvági
Mynd: Leo Poulsen
Privatfólk stóran vinning
Einstaklingar høvdu 78 milliónir í kapitalvinningi av útlend
skum virðisbrøvum í 2006, meðan vinnuligir og almennir
íleggjarar í 2006 høvdu eina minking í vinningi av handli við
útlendskum virðisbrøvum. Fyri einstaklingar var talið 78 mió.
móti 44 mió. árið fyri, ein vøkstur á 77 prosent. Handilin við
partabrøvum og øðrum váðafúsum virðisbrøvum gav ein vinn
ing á 118 mió., meðan handilin við lánsbrøvum hevði eitt hall
á 40 mió. Fyri vinnuligar og almennar íleggjarar var talan um
ein kapitalvinning av útlendskum virðisbrøvum uppá 363
mió. í 2006 móti 488 mió. árið fyri, sum er ein minking uppá
26 prosent, sigur Hagstovan.