mánadagur 9. juni 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 108 - 9. juni 2008
Lena Andersen
í Sjónleikarhúsinum
Føroyska sangkvinnan Lena Anderssen trínur nú aftur á pall.
Hetta er fyrsta almenna konsertin í føroyska høvuðsstaðnum í
skjótt 18 mánaðir. Lena fer á pall í Sjónleikarhúsinum
leygarkvøldið 14. juni. Við sær hevur hon millum annað mannin
hjá sær Niclas Johannesen á gittara. Fløgan Let Your Scars Dance
var kosin „Ársins Fløga“ til bæði Planet Awards og av lesarunum
hjá Dimmalætting. Lena, sum í juni verður við á danska Spot
Festivalinum, fer seinni í juni at spæla í Danmark og Írlandi.
Nýggjur norðurlendskur
sosialur portalur
Undir einum ráðharrafundi í Gotlandi varð ein norðurlendskur sosialur
portalur almannakunngjørdur. Har finnur tú upplýsingar um pensjónir,
sjúkratrygd, familjuveitingar og arbeiðsloysistrygd í teimum ymsu
Norðurlondunum. - Hetta kann skapa betri fortreytir fyri tey, ið umhugsa at
flyta ella arbeiða í einum øðrum Norðurlandi, segði svenski ráðharrin fyri
almannatrygd, Christina Husmark Pehrsson. Eisini onnur, ið hava áhuga fyri
sosialum viðurskiftum, kunnu fáa gagn av portalinum. Hann er á øllum
norðurlendsku málunum, eisini føroyskum. Adressan er www.nordsoc.org.
Ruðuleikin á Lands
sjúkrahúsinum
heldur fram, og um
vikuskiftið kom tað
so langt, at øll leiðslan
hótti við at leggja
frá sær eftir eina mis
álitisváttan frá sjálv
um løgmanni
Landssjúkrahúsið
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað er púra greitt, at vit
uppfataðu hetta sum um at
leiðslan á Landssjúkrahús-
inum varð uppsøgd.
Tað staðfestir Allan Skaal-
um, stjóri á Landssjúkrahús-
inum
Ruðuleikin á Landssjúkra-
húsinum heldur fram og um
vikuskiftið kom tað so
langt, at øll leiðslan hótti
við at rýma.
Tað er sjálvur løgmaður,
sum hevur lopið øði í leiðsl-
una á Landssjúkrahúsinum
í eini grein í Dimmalætting
fríggjadagin.
Har staðfesti løgmaður,
at hann hevði ikki fult álit á
leiðsluni á Landssjúkrahús-
inum og tað er orsøkin til,
at ein uttanhýsis kanning
nú skal setast í verk av fíggj-
artørvinum hjá føroyska
heilsuverkinum.
Landssjúkrahúsið
hevur
greitt politiska myndugleik-
anum frá fíggjartørvinum,
men Løgmaður er ikki nøgd-
ur við frágreiðingarnar og vil
hava fleiri prógv á borðið.
Løgmaður
ger
eisini
greitt, at Landssjúkrahúsið
skal ikki vænta sær meiri
pening uttan at bygnaðar-
broytingar verða gjørdar
samstundis og hann staðfest-
ir somuleiðis, at Klaksvíkar
Sjúkrahús skal kannast í
sama viðfangi fyri at sleppa
undan dupultfunktiónum.
Kreppufundur
við Hans Paula
Allan Skaalum sigur, at
leiðslan á Landssjúkrahús-
inum er í iva um, hvønn
veg, útsøgnin hjá løgmanni
vendir, tí talan er um eina
blaðsamrøðu og tað kann
hava elvt til misskiljingar.
- Men sum tað stendur
skrivað,
hevur
landsins
hægsti politiski leiðari stað-
fest, at hann ikki hevur álit
á okkum. Tað er ógvuliga
álvarsligt og tað er ikki yvir
at dylja at tað vekir undran,
leggur hann afturat.
- Tað er rættiliga óvanligt,
at landsins fremsti politiski
leiðari sigur sína hugsa um
eina stovnsleiðslu á hendan
hátt. Eg havi ikki sæð tað
fyrr og í veruleikanum veit
eg ikki, hvat eg skal halda
um tað.
Men tað er ikki løgmaður,
sum varar av Landssjúkra-
húsinum, tí tað liggur undir
landsstýrismanninum
í
almanna-og heilsumálum,
Hans Paula Strøm.
Tí hevur kreppufundur
verið um vikuskiftið ímill-
um leiðsluna á Landssjúkra-
húsinum og Almanna- og
heilsumálaráðið.
Allan Skaalum sigur, at
leiðslan vildi hava at vita
frá almanna- og heilsumála-
ráðnum, hvussu hendan
atfinningin frá Løgmanni
skuldi skiljast og tey vildu
hava at vita, hví løgmaður
hevur følt á sær, at tað var
tað rætta at koma við eini
slíkari útsøgn beint nú.
- Eg veit ikki, hvar hend-
an
mannagongdin
kann
enda við, leggur hann aftur-
at.
Men Allan Skaalum stað-
festir, at hjá leiðsluni á
Landssjúkrahúsinum
var
útgangsstøðið fyri hesum
fundum, at øll leiðslan varð
søgd úr starvi.
- Tað var mín greiða
fatan, at leiðslan á Lands-
sjúkrahúsinum varð søgd
úr starvi og tað var útfrá
hesum, at vit fóru á fund
við Hans Paula Strøm.
- Men landsstýrismaðurin
bað okkum um at verða
sitandi og hann vísti okkum
álit á ein hátt, sum ikki er
til at misskilja, sigur Allan
Skaalum.
Sigast á rætta stað
Hinvegin
væntar
Allan
Skaalum avgjørt, at atfinn-
ingarnar frá løgmanni verða
førdar fram á røttum staði
ístaðin fyri bara í eini grein
í bløðunum.
- Rætta staðið at føra slíkt
fram, er almanna-og heilsu-
málaráðið ella beinleiðis
við leiðsluna á Landssjúkra-
húsinum.
- Tað hevði verið natúrligt,
tí eg vænti, at meinar løg-
maður tað, hann er endur-
givin fyri, eigur hann at
taka tað upp á røttum staði.
Men hvat sigur tú til at
Løgmaður rør framundir, at
Landssjúkrahúsið ikki skal
fáa neyðugu játtanina næsta
ár uttan so at bygnaðarbroyt-
ingar verða gjørdar?
- Eg skilji hetta ikki sum
um at kravið um bygnaðar-
broytingar er til Lands-
sjúkrahúsið einsamalt, men
til alt heilsuverkið. Tað er
eisini ein vanlig misskiljing,
at kanningin, sum skal set-
ast í verk, er bara av Lands-
sjúkrahúsinum,
men
eg
havi altíð skilt tað soleiðis,
at talan um at kanna øll trý
sjúkrahúsini.
Tað er eitt mark
Hinvegin staðfestir Allan
Skaalum eisini, at tað er eitt
mark fyri, hvat leiðslan á
Landssjúkrahúsinum
vil
standa modell til.
- Tað vit hava staðið lagt
rygg til nú í langa tíð, kann
viðhvørt
uppfatast
sum
spurningar, viðhvørt sum at-
finningar, men viðhvørt eis-
ini sum beinleiðis ágangur.
- Vit hava staðið á bredd-
anum so áhaldandi og so
leingi, at einasta orsøk til,
at vit verða sitandi er, at
okkara egni Landsstýris-
maður og landsstýrið sum
heild, alla tíðina hevur latið
vitað, at hann hevur fult álit
á okkum.
- Men grundleggjandi
sáar ein slík útsøgn sum
hendan hjá løgmanni iva um
tað, leggur hann afturat.
- Hetta er ein sera útsøgn,
sum av álvara hevur fingið
okkum at umhugsa, hvørjar
avleiðingarnar av slíkari
framferð verður, tí eg dugi
ikki at skilja, hví tað var
neyðugt at koma við eini
slíkari útsøgn beint nú og
tað enntá ið einum blaði.
Og Allan Skaalum stað-
festir í somu løtu, hann merk-
ir, at álitið á leiðsluna á Lan-
dssjúkrahúsinum er farið at
rilla, pakkar hann í sekkin.
Ótryggur við kanning
Annars sigur stjórin á
Landssjúkrahúsinum
at
hann er rættiliga ótryggur
við ta ætlaðu kanningina,
sum eitt uttanhýsis ráðgev-
arafelag skal gerast.
- Eg havi onki ímóti eini
kanning, men framferðin
ger meg ótryggan. Í hesum
føri er tað fíggjarmálaráðið,
ið stendur sum fyriskipari
og biðjur eina útlendska
fyritøku gera kanningina og
tá er tað lætt at síggja hetta
sum eina kraftiga atfinning
á Landssjúkrahúsinum.
Allan Skaalum spyr eisini,
hvørjar avleiðingar tað fer at
fáa, skuldi tað víst seg, at
kanningin kemur til tað úrslit,
at fíggjartørvurin á Lands-
sjúkrahúsinum er minni enn
tað, sum Landssjúkrahúsið
sjálvt hevur mett.
- Skal tað so føra til ógv-
usligar sparingar teir báðar
síðstu mánaðirnar?, spyr
hann.
Hann sigur, at tá er so
langt útliðið, at tað er óhugs-
andi at seta sparingar av
týdningi í verk.
Hinvegin ivast hann ikki
í, at vísir kanningin, at tørv-
urin er størri enn Lands-
sjúkrahúsið hevur mett, fer
tað í besta føri at føra við
sær, at virksemið
heldur fram óbroytt og at
tað ikki fer at føra til hægri
játtan.
- Tað merkir, at í besta
føri kann Landssjúkrahúsið
vænta, at virksemið heldur
fram á sama støði sum nú.
Tí skilir hann tað soleiðis,
at einasta endamálið við
kanningini er at vita, um
sjúkrahúsleiðslan
er
nóg
dugnalig.
Hann leggur afturat, at
hevði talan verið um eina
kanning, sum almanna- og
heilsumálaráðið var við í,
so at hon eisini hevði ein
heilsupolitiskan dám, hevði
tað verið øðrvísi, men her
er eina og aleina talan um
eina búskaparliga kanning,
har virksemið skal lagast
eftir játtanini og ikki eftir,
hvørjar heilsutænastur, vit
vilja bjóða føroyingum,
sigur Allan Skaalum.
Allan Skaalum veit ikki, hví løgmaður føldi trongd til at leypa á leiðsluna á
Landssjúkrahúsinum beint nú. Leiðslan á Landssjúkrahúsinum tók atfinningina frá
løgmanni so álvarsliga, at tað var reppið, at hon rýmdi, øll sum hon var
Hóttu við at rýma
undan løgmanni