Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juni 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 108 - 9. juni 2008 - Tað er feitt at velja eitt kvøld, fara í býin við vinkonunum og bara dyrka tað at vera kvinna. Fríggjakvøldið var stórt Sex and the City tiltak í Havnar Bio og í høllini á Hálsi SEX AND THE CITY Sóley Danielsen “Kvinna” skipaði fríggja­ kvøldið fyri einum temakvøldi við “Sex and the City”, sum er ein sendirøð um fýra tilkomnar kvinnur, ið leita eftir kærleikanum í New York. Sendirøðin er gjørd til ein film, og tað hevur fingið nógvar kvinnur í heiminum upp at flákra. Sosialurin var í Havnar Bio, har filmurin varð frumframførdur við sjampanju og barber. Síðan gekk leiðin niðan til eitt stórt cocktail­party í høllini á Hálsi við livandi tónleiki og undirhald. Stemingurin var góður í Havnar bio fríggjakvøldið, tá ið blaðið “Kvinna” skip­ aði fyri einum kvøldi við stórbýarmaner fyri konufólk og mannfólk. Úselt var til sýningina og fólkið – ja, lat okkum siga, sum er: kvinn­ urnar og teir tríggir menn­ irnar, lótu væl at til sjam­ panju, jarðber og gávuerkju frá “Kvinna”. Høgar stilettir og ein deiligur angi av østro­ gen var inni í biografsalinum. Singel­lívið í stórbýnum er komið til eitt umskiftið. Tær fýra vinkonurnar: Carrie, Miranda, Samantha og Charlotte, ið filmurin snýr seg um, eru ymiskar men virka heilt stuttliga væl saman. Tær eru allar vælútbúnar og væl fyri øko­ nomiskt, men mangla bara mannin. Tað er stórur mun­ ur á, hvat tær vilja hava og hvat tær enda við at finna. Love & Label “Kærleiki” og “Klædna­ merki”, eru lyklaorðini í filminum, stytta tað niður til “KK”. Tað hevði verið áhugavert at sæð reaktión­ ina, um ein í Føroyum tók “Kaka” við sum eyka lykla­ orð. So høvdu vit havt eina “KKK” stytting í einum heilt øðrum týdningi. Skemt til síðis. “LL” ið er enska styttingin fyri “Love” & “Label” fyllir ein stóran part av lívinum hjá tí modernaðu kvinnuni, og tað er herligt at síggja bæði eitt sexutt skemt og fáa inn­ lit í mótaheimin samstund­ is. Kynslig samvera Kynslig samvera verður kallað “sex” á góðum ensk­ um. Í filminum eru nógvar berar rumpur og sex­still­ ingar at síggja. So er ein sartur, er hetta ikki rætti filmurin. Filmurin viðgerð ótrúliga væl, hvussu ofta skal man hava sex. Er tað nokk at hava sex tríggjar­ fýra ferðir um vikuna ella eina ferð sjeynda hvønn mánað? Kennist tað sum at sex er nakað, ið man bara skal hava yvirstaðið skjótast gjørligt, tí tú skalt upp til arbeiðs dagin eftir? Ella er tað bara fór keði­ ligt? Sova børnini millum teg og mannin? Hetta eru tupulleikar, ið stinga seg upp í filminum. Tær fýra dámurnar hava hvørt sítt boð uppá, hvat tað perfekta parlagið er. Hví barbera sær? Tá ið man longu væl og virðiliga hevur skorað mannin hjá sær, kann man so loyva sær at einki leggja í, um man hevur hár undir ørmunum, og at kynshárini hava brúk fyri alvorligari umsorgan? Eitt lítið prik frá filminum er, at man gott kann pynta seg fyri manni sínum uttan nakra serligara orsøk. Hóast filmurin og sendi­ røðin eitur “Sex and the City”, snýr hon seg ikki mest um sex. Vinarlag, kær­ leiki og innara stríðið um at finna tað røttu rytmuna í lívinum eru berandi evnini í fiminum. Brúdleyp Stóri spurningurin, sum allir Sex and the City fjepp­ arar vilja vita: fara Mr. Big og Carrie at klárað at halda saman hesu ferð? Fer Samantha at sláa seg niður? Hvussu gongur hjá Mirandu við arbeiðinum, barninum og manninum? Dansar Charlotte enn á ljósareyðum skýggjum? Filmurin fekk meg at flenna í kíki, gráta og kníta nevan. Sum ein skreiðibreyt av upp og niðurtúrum. Túrurin vardi í umleið 2 ½ tíma. Cocktail party Høllin á Hálsi var pent pyntað við einum gjøgnum­ gangandi pink tema. For­ høllin hevði klædnarúm og inni á kvinnuvesinum varð eyka spegl sett upp. Tá ið tú komst inn í høllina, var tað fyrsta tú sást ein pall; langur, lodrætt beint ímóti tær. Á síðuni vóru stólar og borð stillað upp við góðum útsýni til pallin. Áskoðara­ setrini vóru full, men tó við einari øðrvísi áskoðatfjøld enn vanligt er. Ballónir og rósur vóru í hópatali um alla høllina. Mrs. Duplo, plátuvendarin, spældi eina blanding av gomlum slag­ arum t. d. “Girls just want to have fun” og nýggjan elektro­tónleik, ið ein kann hoyra inni á eini trendybar í New York. Voluman av tón­ leikinum var góð, og møgu­ ligt var at prátað við fólk. Breiður aldursbólkur Stemingurin var viðhvørt á botn, og hetta var møguliga tí, at fólki ikki var samlað á einum stað inni í høllini. BuDam framførdi eina ov friðarliga konsert. Konsertin hóskaði tíverri ikki inn aftan á tí beinraktu og stutt­ ligu “Samantha frá Hvíta­ nesi”, ið var undirhaldið hjá Jákupi Veyhe. Hann var ílatin í einum reyðum glitritrum paliettkjóla og parykk. Jákup ímyndaði Samantha frá Sex and the City, ið er ein kvinna sum elskar sex og finnur seg ikki í nøkrum tvætli frá mannfólki. Eisini var mótashow og livandi tónar frá danska dansibólkinum “On the Radio”. Ein minni pallur var longri aftur í høll­ ini, og har var møguleiki fyri at dansa. Barrin var 16 »Sex í býnum« Nógvar flottar kvinnur vóru at síggja í býnum fríggjakvøldið