mánadagur 9. juni 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 - 9. juni 2008
15
metrar lang, og har var
mangt gott at ogna sær.
Eisini var tað bara mannligir
barvørrar at síggja ílatir
sera flott.
Forvitin frøist
Um vit hugsa út um kassan
og síggja kvinnurnar frá
Sex and City í einum størri
perspektivi, so sæst, at tær í
veruleikanum kunna um
boða fýra síður av einari
kvinnu. Tað menniskjaliga,
moralska, lystir og kærleika
sum eru eginleikar vit øll
eiga í okkum. Carrie er tann
menniskjaliga
og
sera
umhugsin. Miranda hevur
sterkan moral, klók og
karierusinnað kvinna.
Samantha letur seg stýra
av lystum, er frí og impulsiv.
Charlotte trýr á tað besta í
menniskjanum, tann reina
kærleikan, er naiv og ein
droymari. Sosialurin gjørdi
eina
spurnarkanning
til
mannfólkið, sum var í høll
ini á Hálsi. Hvat halda teir
um kvinnurnar í Sex and
the City, og hvørja dáma
teimum best? Soleiðis var
borið í land.
Carrie: 17%
Miranda: 8%
Samantha: 33%
Charlotte: 15%
Ongan kunnleika til
Sex and the City: 27%
Modernaði
feministurin
Ein hugleiðing um filmin
og cocktailparty á Hálsi.
Fólkini handan blaðið
“Kvinna” stóðu fyri hesum
megnaðararbeiðinum,
og
tað var gjørt ótrúliga nógv
burturúr. At byrja við virk
aði tað eitt sindur plat og
yvirdrívið at gera so nógv
burturúr einum filmi. Eg
mátti suffa, tá ið eg sá allar
plakatirnar og hugsaði við
mær sjálvum, at ein filmur,
sum hevur tørv á so góðari
reklamu, má verða vána
ligur, okkurt er í øllum før
um ikki, sum tað eigur at
verða. Men eftir at eg hevði
vant meg við tankan og set
spurnartekin við tiltakið,
kom eg fram til eina loysn.
Jú, har er okkurt galið, tað
eru kvinnurnar og kynslívið,
sum ikki síggja dagsins
ljós, sum er trupulleikin.
Tann modernaði feminist
urin vil ikki líkjast mann
fólkinum ella viðfarast sum
eitt mannfólk. Hon vil
verða eitt lekkurt konufólk,
dyrka sítt egna ljóð og
møguleikar. Tað er eyðsýnt,
at eitt mannfólk hevur størri
vøddabundi, so hann skal
sleppa at seta køkin upp og
trilla bilin heim. Sendirøðin
og filmurin “Sex and the
City” snýr seg um at verða
kvinna. Tað er feitt at velja
eitt kvøld, fara í býin við
vinkonunum og bara dyrka
tað at vera kvinna.
Myndir: Jens Kristian Vang