mánadagur 9. juni 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 108 - 9. juni 2008
Stuttfilmurin ”Unedited
love” hjá 19 ára gamla
Andrias Høgenni, úr
Havn er í uppskoti til
ikki færri enn tvær virðis
lønir á størsta norður
europeiska filmsfestival
inum fyri ung
Filmur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tivandi andadrátturin fyllir ljóð
myndina. Gjøgnum høga grasið
síggjast tvær ungar gentur, sum
uttan at gruna ilt fara spákandi
eftir vegnum.
”Har er hon. Sára”, tivar
røddin.
”Hon er also meir enn bara
pen – hon er fantastisk”.
Tú verður forvitin. Byrjar at
elta og lúra eftir Sáru saman
við
óunniliga
sníkjaranum.
Hansara eygu verða tíni eygu.
Eisini
tá
sníkjarin
móti
endanum er við at gerast eitt
vet ov ólekkur ...
Serlig kensla
Við sálarliga filmsdramanum
um desperata sníkjaran Árna
og vøkru Sáru, hevur 19 ára
gamli Andrias Høgenni ognað
sær ikki færri enn tvey pláss í
kappingini um bestu norður
lendsku ungdómsfilmar í 2008.
Filmurin,
ið
hevur
heitið
”Unedited love”, er nevniliga
bæði við í kappingini um besta
stuttfilm og besta stuttfilm í
aldursbólkinum 18 til 20 ár á
norðurlendska filmsfestivalin
um fyri ung, NUFF, ið er tann
størsti festivalurin av sínum
slag í Norðureuropa.
Kappingin er hørð. Men
hóast hann skal kappast móti
heili 25 øðrum filmum, dylur
Andrias Høgenni ikki yvir, at
tað at vera í uppskoti er ein
heilt serlig kensla.
Bara tað at verða mettur
millum so nógvar góðar filmar
og dugnalig filmsfólk er ein
ótrúliga stórur heiður. Í øllum
førum er hetta ein frálíkur máti
at varpa ljós á føroyskar filmar,
og tað vil eg heldur enn fegin
vera við til, sigur Andrias Høg
enni.
Sjálvt um ein slík tilnevning
ikki av sær sjálvum er ein
gullbillett inn i filmsheimin,
sum hann tekur til, so ivast
Andrias Høgenni ikki í, at hetta
kann
geva
honum
nøkur
virðismikil sambond.
Fyrsta treytin fyri, at tú
kanst gera vart við teg sum
filmsskapari, er, at onnur vita
av, at tú og tínir filmar eru til. Í
so máta er luttøkan á hesum
filmsfestivalinum eitt stórt stig
á
leiðini,
sigur
ungi
filmsmaðurin.
Frásøgumátin ger
tað spennandi
Filmurin ”Unedited love” ella
”Ókliptur
kærleiki”,
sum
Andrias Høgenni skýtur upp at
kalla hann á føroyskum, er ein
filmur um ósvaraðan kærleika.
Ungi filmsmaðurin er skótur at
viðganga, at slíkar søgur sjálv
andi eru sagdar fyrr, men tað
ger bara avbjóðingina tess
størri.
Fyri meg veldst tað ikki so
nógv um, hvørja søgu tú sigur,
men um mátan, tú sigur hana.
Tað er tað, sum er so spennandi
– ikki minst, tá tú arbeiðir við
filmi, sum gevur nakrar heilt
serstakar
møguleikar,
sigur
hann.
Í filminum verður søgan
stýrd og søgd gjøgnum sníkjara
lyndið hjá Árna og hansara
eltandi
upptøkutól.
Einasta
atfinningarsama
røddin
í
filminum verðu skjótt kveistrað
burtur, so Árni kann halda á at
heilavaska seg sjálvan og hyggj
aran:
”Hon er eitt tað besta, sum
nakrantíð er hent fyri meg ....
Tað er akkurát, sum at eg og
Sára hava eitt serligt band, sum
knýtir okkum saman”
Andstygd og samkensla
Hvaðan sníkjarin hevur fingið
tankan
um
serliga
bandið
millum seg og Sáru, er ilt at
gita. Veruleikin er heldur, at
Sára nóg illa veit av at Árni er
til, og at einastu prát teirra
millum, ganga fyri seg í
høvdinum á Árna.
Sum frá líður sníkir beiski
veruleikin seg eisini inn á
sníkjaran. Hetta er eisini ein av
fáu løtunum, vit síggja hansara
andlit, tá hann velur at kæra
sína
neyð
til
sítt
egna
upptøkutól,
meðan
eyguni
gerast blonk av tárum:
”Gloym tað, Árni. Tú ert bara
eitt feitt reyvarhol. Ikki løgi, at
ongin dámar teg ...”
Hóast filmurin bara varir í 10
minuttir, eydnast tað Andrias
Høgenni
at
skapa
eitt
provokerandi bland av andstygd
og
samkenslu
fyri
sníkj
aranum.
Lat meg skunda mær at
siga, at eg taki fullkomiliga frá
støðu frá tí, sum hann ger móti
endanum í filminum. Men
áðrenn tað kemur har til, trúgvi
eg tey flestu kenna seg aftur í
sníkjaranum, hansara hjartasorg
og kenslu av at vera uttanfyri,
sigur Andrias Høgenni.
Treiskni skal til
Ungi havnamaðurin dylur ikki
yvir, at hansara stóri dreymur
er at sleppa at arbeiða við filmi
í framtíðini.
Trupulleikin er bara, at tað
er so ófantaliga dýrt at gera
filmar, so tú skalt vera rættiliga
treiskur, um tú skalt gera teg
galdandi. Men tað er avgjørt
tað eg vil. Og krevur tað, at eg
renni runt næstu fimm ári við
eini fartelefon sum kamera, ja
so geri eg tað, sigur Andrias
Høgenni avgjørdur.
Í løtuni heldur hann eyga við
ymsum filmsskúlum, sum hann
kundi hugsað sær at søkt inn á.
Sjálvur dámar honum best at
arbeiða við filmsleikritum og
leikstjórn, men hann vil fegin
læra
so
nógv
innan
grundleggjandi filmsgerð frá
byrjan, sum til ber. Í síðsta enda
er tað tó serligi eginleikin hjá
filmslistini at siga fangandi søg
ur, sum hugtekur Andrias
Høgenni.
Spurdir hvørjar reaktiónir
hann hevur fingið uppá ”Unedi
ted love”, svarar hann við
einum skálkabrosi.
Tja, ein bað meg vælsignað
an fara til sálarfrøðing. Ein
annar sat og hvepti seg, fjaldi
andlitið í hondunum og mutlaði
nei, nei, ...
Hvat dómsnevndin í Norður
lendska Filmsfestivalinum fer
at siga, fáa vit at vita um eina
viku, tá vinnarafilmarnir verða
avdúkaðir.
Ungur føroyingur í upp-
skoti til filmsvirðisløn
- Mín dreymur er at sleppa at gera film; eisini um tað krevur, at eg renni runt við
einum fartelefonkamera næstu fimm árini, sigir 19 ára gamli Andrias Høgenni, sum
er í uppskoti til tvær filmsvirðislønir fyri stuttfilmin ”Unedited love”
Mynd: Álvur Haraldsen
”Unedited love” – ein kærleikssøga, søgd frá sjónarhorninum hjá einum
sníkjara
Leikstjórn og leikrit: Andrias Høgenni
Framleiðari: Franklin Henriksen
Myndatøka: Jónfinn Stenberg
Tónleikur: Jannik Gade
Leikarar: Jónfinn Stenberg, Julia í Kálvalíð, Andrias Høgenni, Hannah Philbrow
Til ber at síggja filmin við at leita undir ”Unedited love” á www.youtube.com
FAKTA
Danir skylda nógv
Tær góðu tíðirnar hava fingið danir at læna nógvar
pengar, og tað hevur havt við sær, at í dag skyldar hvør
einasti dani realkreditfeløgunum 220.000 krónur í meðal
í part. Ulrikke Ekelund hjá BRFkredit sigur við
kringvarpið DR, at fólk í Jyllandi hava ikki verið so røsk
at læna pengar sum fólk á Sælandi. Eitt nú skylda fólk í
Vallensbæk í Norðursælandi realkreditfekøgunum eina
millión krónur í part. Á Læsø er tilsvarandi talið 19.600
krónur.