Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juni 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 108 - 9. juni 2008 Okkurt má gerast Á fundin hjá heimsins ríkastu ídnaðarlondum hevur jap­ anski orkumálaráðharrin sagt, at ídnaðarlondini mugu taka seg saman og fremja tiltøk, sum skulu forða fyri, at tann hækkandi oljuprísurin elvir til eina veruliga heimskreppu. Japanski ráðharrin vísti á, at fríggjadagin hækkaði oljuprísurin heili átta prosent, og at so nógv er hann ong­ antíð hækkaður eftir einum dagi tey seinastu 25 árini. Fríggjadagin kom prísurin upp í 138 dollarar fyri tunnuna. Ókend bakteria í ísinum Granskarar á Penn State University í USA hava funnið eina sera lítla bakteriu, sum vísindin ikki hevur staðfest fyrr. Granskararnir funnu bakteriuna í ísi, sum stavar frá kjarnuboringum á grønlendska innlandsísinum. Kanningar hava víst, at ísurin, sum bakterian var í, er umleið 120.000 ára gamal. Nú kanna granskararnir, um tann lítla bakterian kann greiða frá, hvussu lív kann liva tríggjar kilometrar niðri í grønlendska ísinum. Oljuprísurin kann gerast ein kreppa, og tí má okkurt gerast Mynd: DR) Hóast mong ár eru liðin, síðani hugsan­ in kom fram, hava fuglfirðingar kortini ikki slept ætlanini at fáa ein tunnil millum Kambsdal og Mill­ um Fjarða. ­ Vit ætla framvegis at fáa ætl­ anina framda. Tað er meiri neyðugt nú enn nakrantíð áður, sigur Sigurd Simon­ sen, borgarstjóri í Fuglafirði SamferðSla Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Fuglafjørður: 30 ár eftir fyrstu umsóknina, kann Vinnumálaráðið vænta sær enn eina umsókn frá Fugla­ fjarðar kommunu um henda tunnilin. Á fundi í býráðnum í farna mánaði varð hetta málið til viðgerðar. Tað var fyrst til viðgerð í fíggjarnevndini og síðani í býráðnum. Á báðum støðum var semja um, at neyðugt er at gera henda tunnilin skjótast gjørligt. Fuglafjarðar kommuna hevur sent umsókn um hetta áður. Hetta hendi í januar mánaði í fjør, men nú nýggj samgonga er skipað verður mett at vera rættast at senda enn eina umsókn til ráðið. At málið nú er borað fram aftur er ikki minst orsakað av rundkoyringini sum í løtuni verður gjørd í Gøtudali. Henda fer at gera tað verri fyri ta tungu ferðsluna til og úr Fuglafirði. Býráðið gjørdi vart við hetta í fjør, men hetta varð kortini ikki tikið til eftirtektar. Tá býráðið hevði fund í mai mánaði varð avgerð tik­ in um at senda nýggja um­ sókn. Samstundis skal áheit­ an sendast á vinnulívið í kom­ mununi um at stuðla hesi. ­ Fyri fáum árum síðani var hesin tunnilin rættiliga frammarlaga, men enn er hann ikki gjørdur. Nú ynskja vit at fáa gongd aftur á hetta átrokandi málið, sigur borgarstjórin við Sosialin. Argumentini sterkari við árunum Miðskeiðis í 70’unum, eftir at Norðskálatunnilin varð tikin í nýtslu, vóru mong í Fuglafirði sum byrjaðu at tosa um ein tunnil. Mett varð, at skilabest var at halda fram at fullføra farleiðina millum eystara og vestara part av oyggjunum við einum tunli frá Kambs­ dali og økið Millum Fjarða. Sagt varð, at hesin tunnil­ in fór at fáa ómetaligan týdning fyri ferðsluna til og frá økinum í nánd av Fugla­ firði, Norðoyggjum og norð­ ara part av Eysturoynni, Streymoynni og Vágum. Í august mánaði 1978 heitti Fuglafjarðar kommuna á fyrsta sinni á løgtingið um at fara undir ein slíkan tunnil. Enn er einki hent í hesum máli, hóast fleiri áheitanir síð­ ani eru sendar um hetta sama. Tað sjáldsama við hesi nýggjastu umsóknini er, at hon er bert vorðin meiri aktu­ ell við árunum, tá tosað er um økta vinnuliga virksemið í Fuglafirði og flutningin av skúlabørnum til Kambsdal. ­ Tey argumentini, sum vit høvdu í 1978 eru bara vorðin sterkari í ár enn fyri 30 árum síðani. Tí er neyð­ ugt, at hesin tunnilin kemur skjótt, sigur Sigurd Simon­ sen, og vísir á, at Kambs­ dals­tunnilin er við í sam­ ferðsluætlanini hjá Landsverki frá 2008­2020. Og hann leggur aftrat: ­ Men tað kann verða langligt at bíða heilt til 2020! Eingin setist aftur Hóast hesa tíðina hevur kommunan ikki sitið hendur í favn. Arbeitt hevur við eini aðrari loysn – eini loysn við einum partafelagi, og sum líktist teirri sum upp­ runaliga var ætlað við Skála­ fjarðartunlinum. Fyri tveimum árum síðani varð samtykt, at kommunan skuldi samstarva við vinnu­ lívið, grannakommunurnar, Klaksvíkar kommunu og fíggingarstovn um Kambs­ dals­tunnilin. Sum skilst á politikkinum hjá sitandi samgongu, so er hon ikki beinleiðis heit fyri at privat feløg skulu rekar tunlar. Eftir fund við vinnumála­ ráðið, Landsverk og fígg­ ingarstovnar varð komið fram til eina loysn. Ferðslu­ grundarlagið er gott og útlit vóru somuleiðis fyri, at vinnuliga virksemið í býn­ um fór at halda fram á sama støði. Út frá hesum varð tí mett, at við einum ávísum og sera lágum bummgjaldi – 10 kr. fyri bilar og 40 kr. fyri last­ bilar hvønn vegin – kundi tunnilin verða rikin og afturgoldin innan 30 ár. ­ Hetta bummgjaldið verður so lágt, at eg vænti ikki at nakar fer at setast aftur av hesi orsøk, slær Sig­ urd Simonsen fast. Neyðugt við tunli úr Kambsdali Tilmæli frá borgar- stjóranum Býráðið hevur á eyka­ býráðsfundi tann 16. mei 2006 fyri læstum hurðum samtykt eftir tilmæli frá fíggjarnevndini, at taka undir við skrivi frá borg­ arstjóranum (Sigurd Sim­ onsen, blðm.), dagfest 24. apríl 2006, har hann lýsir málið um gerð av bergholi av Kambsdali­ Millum Fjarða, síðan bygdaráðið tann 28. august 1978 sendi Føroya løgtingi skriv saman við viðmerkingum um gerð av nevnda bergholi. Hann metir, at útlitini fyri, at ein tunnil av Kambsdali­Millum Fjarða ikki verður gjørdur av landinum í bræði, so besta loysnin í dag vildi verið, at kommunan saman við eitt nú grannakommunun­ um og Klaksvíkini, vinnu­ lívinum og fíggingarstovn­ um kundu farið inn í eina felags ætlan, eins og gjørt er við Skálafjarðartunnlin­ um, sum hevur til enda­ máls at eiga og reka tunn­ ilin við bummgjaldi yvir t.d. 20 ár. Ískoytið varð eisini samtykt um at fundur verður tikin upp við Før­ oya landsstýri (landsstýr­ ismannin í Vinnumálum) um málið. (Brot úr fundarfrásøgn í Fuglafjarðar kommunu 26. oktober 2006) 2400 ferð- ir 14 kilo- metrar Hvønn einasta dag koyra omanfyri 2400 bilar í mið­ al eftir vegnum til Fugla­ fjarðar, vísa seinastu hag­ tølini frá Landsverki. Fyri tey flestu av akfør­ unum úr Fuglafirði hevði tað verið til stóran fyri­ mun um koyrandi varð beinleiðis út á Skálafjørð­ in, ístaðin fyri at fara upp um tvey eiði – Varma­ keldueiði og Gøtueiði. Samstundis við hetta kundi ein part einar 14 kilometrar í flutningi hvønn vegin millum Kam­ bsdal og økið Millum Fjarða um tunnilin kom. Sambært ætlanini sum arbeitt varð út frá í 2006, varð kostnaðurin fyri ein tunnil upp á 1.900 metrar mettur at kosta nakað omanfyri 102 mió krónur. Nú er so nýggj umsókn send vinnumálaráðnum. Tað er neyvan nógv sum bendir á, at tørvurin á ein­ um slíkum tunli er vorðin minni. ” Hetta bummgjaldið verður so lágt, at eg vænti ikki at nakar fer at setast aftur av hesi orsøk ” Tey argumentini, sum vit høvdu í 1978 eru bara vorðin sterkari í ár enn fyri 30 árum síðani Ein tunnil millum Kambsdal og Millum Fjarða hevði loyst mangar trupulleikar og hevði haraftrat loyst seg fíggjarliga. – Vit hava ikki slept hesum málinum enn, sigur Sigurd Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði