mánadagur 9. juni 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 108 - 9. juni 2008
tíðindi
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá okkara kæra systir
Marjun Heimá
andaðist og varð borin til hvíldar.
Tøkk til Jógvan Christiansen fyri orðini á Lágargarði,
og hjálpina við jarðarferðina.
Tøkk til Eivind av Reyni og Jórun Sumberg-
Olsen fyri orðini í kapellinum. Tøkk til Mariu í
Ullvøruhúsinum fyri sangin í kapellinum.
Tøkk til Árna av Reyni og sangararnar við
undirspæli og sangi.
Eisini ein tøkk til Svenning av Lofti fyri
orðini á grøvini.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til
Zarepta, og tøkk til øll tykkum, ið fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað.
Eina stóra tøkk til tykkum, sum á ymiskan hátt
hjálptu til við ervinum.
Ein serstøk tøkk til tykkum á Lágargarði, ið vóru so
góð við hana, meðan hon var hjá tykkum.
Familjunnar vegna
Systkini
Dagurin
10. juni. Onuphrius,
deyður umleið ár 400.
Eftir halgisøguni var
hann kongssonur av
Blálondum, sum gjørdist
kristin, segði alt frá sær
og livdi til sín
doyggjandi dag sum
einbúgvi í egyptisku
oyðimørkini.
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu,
tá kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara
Jóanis Poulsen
andaðist og varð jarðaður.
Serstøk tøkk til starvsfólkini á B6 á
Landssjúkrahúsinum, Hera Joensen, prest, og øll
tykkum, ið hjálptu til við ervinum.
Tøkk fyri blómur og kransar og
gávur til Krabbameinsfelagið.
Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Elinborg, Jóhan og Christian Eli
Turid varð fødd tann 23.8.1912 og
andaðist tann 20. august 2008.
Tað kundi verið nógv at skriva um
hesa megnar og røsku kvinnu.
Tað eru nú mong ár síðan eg per
sónliga kom at kenna Turid. Tað var
tá ið Alaksandur (maður hennara)
gjørdist formaður fyri Fuglafjarðar
Arbeiðsmannafelag, og eg bleiv
nevndarlimur. Tá vóru nevndarfundir
nir hildnir í heiminum hjá teimum, tí
felagið átti eingi hús tá at fundast í.
Ein legði alt fyri eitt til merkis
hennara stilla talumáta hon nýtti, tá
ið hon kom innar við einum kaffi
munni.
Seinni, tá eg var í eini kirkju í Dan
mark, bleiv ein einasti konfirmantur
konfirmeraður. Hann varð føddur og
uppvaksin eini 6 ár í Frankaríki. For
eldrini og hann fluttu síðan til Dan
markar og búsettust har.
Presturin segði millum annað við
hann: Eg veit, at tú tosar tað danska
málið og tað er gott at duga, nú tú
býrt í Danmark. Og tú dugur eisini
at tosa tað franska málið. Og tað er
gott at duga tað, tá ið tú ferðast í
Frankaríki.
Men eg vil siga tær og okkum
øllum í kirkjuni um eitt annað mál,
og tað er kærleikans mál. Og tað var
nevnliga hetta mál, ið Turid nýtti í
móti sínum medmenniskjum.
Í 1985 kom eg at kenna Turid enn
betur. Tað var táið Fuglafjarðar Pen
sjónistafelag bleiv stovnað, hon var
ein, ið var við at stovna felagið. Hon
var eisini við á hvørjum fundi og
útferðum, so leingi hon orkaði tað.
Turid var kirkjufólk og møtisfólk
burtur av. Og eg ivist onga løtu í,
uttan hon mangan hevur hugsað um
sangin:
Søguna sig mær um Jesus,
orðið at hjarta mær før,
sig mær ta søgu so dýra,
boðskapin besta á jørð!
Songin, sum hirðarnir hoyrdu
songin um frøi og frið,
sangin til heiður til Harran,
lat okkum syngja hann við!
Turid hevur ikki liva væl tey sein
astu árini. Men nú er hon sloppin
heim, og kann eins og sangarin
syngja:
Mær leingist til tey kæru
sum bíða uppi har,
vit minnast ei ta tíð á foldum var.
Mær leingist heim til teirra,
sum fóru undan mær,
men Frelsran eg ynski síggja fyrst.
Æra verður minnið um Turid.
Símun P. Poulsen
Nøkur minningarorð um
Turid Abrahamsen í Fuglafirði
Mynd frá ”Realskúlafram
sýningini 191666”, sum
Jórunn Dánjalsdóttir skip
aði fyri í Kommunuskúlan
um í Havn í 2007. Myndin
er av gentum í Realskúlanum
í 1953.
Aftara rað f.v.: Elsebeth
Sørensen, Nanly Juul, Gunn
vør Christiansen, Kamma
Joensen (Ellefsen), Ata Vib
eke Hansen, Jutta Joensen
(Midjord) og Agnas Sund
stein (Jacobsen).
Fremra rað f.v.: Elsba Sús
anna Joensen (Hansen),
Elsba Jacobsen (Hardlei),
Ingrid
Jacobsen,
Anna
Egholm (á Steig), Elisabeth
Sundstein
(Jóannesarson)
og Martin Holm, lærari
Um onkur hevur hug at
ogna sær hesa mynd, er við
komandi
vælkomin
at
venda sær til Jórunn Dánj
alsdóttir á telefon: 226024.
(Mynd nr. 351)
Realskúlaflokkur í 1953
Myndaeigari: Marita Guttesen