Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juni 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 108 - 9. juni 2008 ] Rógvi bjargaði javnleik Hødd spældi í gjár ímóti Sandnes Ulf í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. Nógvur vindur var, og tað órógvaði spælið í dystinum. Sandnes Ulf legði seg á odda í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki kom Hødd meira við í dystinum, og 10 minuttir fyri leiklok eydnaðist tað Hødd at javna. Málið kom eftir hornaspark, sum føroyski landsliðsspælarin Rógvi Jacobsen stútaði í málið. Høgni til Fremad Amager 17 ára gamli sandoyingurin, Høgni Midjord, fór í dag til Fremad Amager, har hann skal royndarvenja fram til hósdagin. Hóast unga aldurin, hevur B71-áleyparin, Høgni Midjord, víst seg sum ein sera vandamiklan áleypara í ársins útgávu av Formuladeildini, har hann hevur skorað tvey mál higartil í ár. - Eg fari fyri at vísa hvat eg kann. Eru teir áhugaðir, so taka vit tað harfrá, sigur Høgni Midjord við Portalin. Í Havnar Róðrarfelag eru tey ørkymlað um støðuna, nú 6-mannafør við kvinnum kortini róðu Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Á startlistanum, sum varð sendir miðlunum frá Róð- rarsambandinum undan norðoyastevnuni, stóð bert eitt 6-mannafar við kvinn- um á listanum. Nevnliga Gongurólvur. Reglurnar siga, at bátur, sum ikki ætl- ar at taka lut á FM-stevnu, skal frámeldast hjá Róð- rarsambandinum, og tí má niðurstøðan vera, at tað bert var Gongurólvur, sum ikki hevði frámeldað bátin. Og stóð tað til tey í Havn- ar Róðrarfelag, so varð róð- urin av ongum. Kvinnurnar,s um annars høvdu ætlað sær at róð við Gongurólvi, vóru nevnliga farnar umborð aft- ur á Sílið, nú tær ikki høvdu nakran at kappast við, og sum so gekst hetta eftir ætl- an, tá Sílið vann sín róður. Hinvegin róðu 6-mann- afør við kvinnum kortini. Jarnbardur var komin aftur á startlistan, og Gongurólvur varð hóast alt mannaður, og hóast blái báturin als ikki stóð á startlistanum, so kundu tey í Knørrafelagnum enn einaferð fegnast um gullmerki til kvinnumann- ingina. - Nú er føroyskur kapp- róður vorðin eitt sjálvtøku- borð, har tú fert út á gøtuna í Havn at leita eftir fólki dagar fyri Fm-róður, fer til Klaksvíkar og kemur aftur við steypi og heiðursmerkj- um um hálsin, verður mill- um annað sagt á heimasíðuni hjá Drekanum, har tey siga seg vera bæði vónbrotin og ørkymlað av støðuni, sum róðurin er komin í. Og so kann leggjast aft- urat, at tíðirnar hjá 6-manna- førunum geva greiðar ábendingar um, at talan ikki var um manningar í serliga góðari venjing. Sammett við 5-mannafør við kvinn- um var næstan ein minuttur á muni millum róðrarnar. Úrslitini á norðoyastevnu 1 Sílið 5:26:13 2 Havfrúgvin 5:35:14 3 Junkarin 5:36:04 4 Tjaldrið 5:43:22 5 Strípan 5:45:13 6 Teistin 5:49:11 7 Blikur 5:52:14 8 Katla 5:52:18 9 Tambar 6:00:24 1 Jarnbardur 6:32:23 2 Gongurólvur 6:40:24 1 Drekin 5:53:17 2 Hvassi 5:55:11 3 Junkarin 6:01:09 4 Jallurin 6:03:12 5 Firvaldur 6:05:04 6 Blikur 6:11:01 7 Tambar 6:13:01 1 Sílið 5:37:12 2 Frúgvin 5:40:12 3 Erla Kongsdóttir 5:46:02 4 Ritan 5:48:18 5 Teistin 5:49:08 6 Katla 5:51:12 7 Báran 5:52:08 8 Havfrúgvin 6:00:08 9 Blikur 6:08:24 10 Fípan Fagra 6:26:02 1 Sundabáturin 8:02:10 2 Tvørabáturin 8:05:13 3 Riddarin 8:10:20 4 Gongurólvur 8:18:01 5 Lómur 8:28:23 6 Rádni 8:29:04 7 Jarnbardur 8:49:14 8 Víkingur 9:06:15 1 Heiðabáturin 6:52:24 2 Argjabáturin 6:56:21 3 Árnfirðingur 7:01:13 4 Kvívíkingur 7:07:05 5 Knørrur 7:07:10 5 mannafør dreingir 6 mannafør kvinnur 5 mannafør gentur 5 mannafør kvinnur 6 mannafør menn 8 mannafør FM-kappróður 5-mannafør, dreingir 1 Sílið 2 Havfrúgvin 3 Junkarin 4 Tjaldrið 5 Strípan 6 Teistin 7 Blikur 6-mannafør, kvinnur 1 Jarnbardur 2 Gongurólvur 5-mannafør, gentur 1 Drekin 2 Hvassi 3 Junkarin 4 Jallurin 5 Firvaldur 6 Blikur 7 Tambar 5-mannafør, kvinnur 1 Sílið 2 Frúgvin 3 Erla Kongsdóttir 4 Ritan 5 Teistin 6 Katla 7 Jallurin 6-mannafør, menn 1 Sundabáturin 2 Tvørabáturin 3 Riddarin 4 Gongurólvur 5 Lómur 6 Rádni 7 Jarnbardur 8-mannafør 1 Heiðabáturin 2 Argjabáturin 3 Árnfirðingur 4 Kvíkíkingur 5 Knørrur 10-mannafør 1 Ormurin Langi 2 Havnarbáturin Vistu ikki av 6-mannaførunum Í Havnar Róðrarfelag eru tey alt annað enn fegin um, at annars avblásti 6-mannafarsróðurin við kvinnum kortini var á skránni. Enntá við báti, sum als ikki var tilmeldaður Mynd: Álvur Haraldsen Í harðari kapping við Hvassa eydnaðist Drekanum at vinna genturóðurin á norðoyastevnu Mynd: Álvur Haraldsen Í Klaksvík er ógvuliga smáligt við kappróðri í ár. Tað nærmasta, sum Klaksvík kom einum heimasigri, var tá Sundabáturin vann róðurin fyri 6-mannafør við monnum Mynd: Álvur Haraldsen 1 Stig íalt Norðoyastevna NorðoyaSundalagsst. 7 7 7 6 6 6 5 5 5 4 4 4 3 3 3 2 2 2 1 1 1 7 7 7 6 6 6 7 7 7 6 6 6 5 5 5 4 4 4 3 3 3 2 2 2 1 1 1 7 7 7 6 6 6 5 5 5 4 4 4 3 3 3 2 2 2 1 1 1 7 7 7 6 6 6 5 5 5 4 4 4 3 3 3 2 2 2 1 1 1 7 7 7 6 6 6 5 5 5 4 4 4 3 3 3 7 7 7 6 6 6