Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juni 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 108 - 9. juni 2008 ] Roskilde er flutt upp Í gjár gjørdist tað greitt, at Roskilde næsta kappingarár skal spæla í donsku 1. deild. Í gjár vann Roskilde 2-1 á útivølli ímóti næstbesta liðnum hjá FCK, sum eitur KB. Samstundis tapti Fremad Amager 1-0 í Slagelse. Brønshøj vann í dag 2-1 á útivølli ímóti Søllerød-Vedbæk. Tað ber við sær, at Brønshøj nú er trý stig aftanfyri Fremad Amager. Tað eru hesi bæði liðini, ið kappast um næstfremsta plássið og harvið um rættin at koma í endaspæl um pláss í 1. deild. Fyrrverandi KÍ’ari søkti Toda Fremad Amager spældi í dag týdningarmiklan dyst ímóti Slagels í donsku 2. Deild. Um Fremad Amager vannd ystin, og Roskilde samstundis tapti, kundi Fremad tryggjað sær uppflytingina til 1. Deild. Men Roskilde vann, og Fremad Amager tapti. Einasta málið í dystinum gjørdi fyrrverandi KÍ- álopsspælarin Dennie Conteh, sum skoraði við brotssparki eitt korter fyri tíð. Eingin føroyskur spælari spældi við hjá Fremad Amager. Hóast tað eitt skifti ikki kundi roknast við nakrari mótstøðu, so hava teir á Orminum Langa vann allan veturin, so teirra partur ikki lá eftir, tá nýggja róðrarárið byrjaði Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í kapping við Havnarbátin vann Ormuri Langi tíggju- mannafarsróðurin, sum fyri Knørrafelagið gjørdist heilt søguligur. Talan var nevnliga um fyrstu ferð yvirhøvur, at felagið hevði 10-mannafar við í FM-kapping, og tí var lagið sum vera man gott, tá vit tosaðu við Leiv Johanne- sen, sum er ein av teimum, sum sitir við bekkirnar á bláa Orminum. Glett seg í 10 mánaðir - Hetta er nakað, sum vit hava glett okkum til, líka síðani felagið tók avgerð um, at tíggjumannafarið skuldi byggjast. Longu í fjør heyst var báturin at kalla mannaður, og flestu menninir hava vant síðani september mánað, sigur Leivur Johannesen. - Byrjanin varð tó nakað órógvað. Báturin var nóg so seint liðugur, men tað eydnaðist okkum tíbetur at læna Nólsoyingin, sum ikki er mannaður í ár, so vit eis- ini kundu venja nógv í báti- num. Men kann tað ikki órógva nakað, tá báturin, sum vant verður í, ikki er tann sami, sum tit skulu rógva í? - Kanska eitt sindur. Hin- vegin er tað Sámal Hansen, sum hevur bygt báðar, og hann sigur, at mátini eru neyvt tey somu. Men sjálv- andi eru allir bátar ymiskir kortini. Hugsa bert um seg sjálvar Eitt annað, sum uttan iva eisini hevur órógvað nakað, er, at tað leingi var líkt til, at 10-mannafarsróðurin varð av ongum í ár. Hetta tí Ormurin Langi í drúgva tíð tóktist vera einasti báturin, sum varð mannaður. - Tað var sjálvandi lítið hugaligt, men tað fingu vit sum so ikki gjørt tað stóra við. Vit máttu fyrst og fremst halda gongd í okkara egnu fyrireikingum. Og so roknaðu vit bara við, at aðrir bátar kortini teknaðu seg til. Og tað gjørdu teir so tíbetur. - Og nú kundu vit so tí- betur heysta ágóðan av hesum. Tí tað var sjálvandi ein stór løta, tá vit fóru fyrst- ir um málið. sigur Leivur. Spennandi róðrarár Hóast tað enn bert eru tveir bátar við í 10-mannafars- róðrinum, so ivast Leivur Johannesen ikki í, at talan verður um sera harða kapp- ing við Havnarbátin í ár. - Folkið, sum er umborð á Havnarbátinum, eru alt rógvarar við nógvum roynd- um, so vit ivast ikki í, at teir fara at geva okkum knall- harða kapping. Men hesa ferð vóru tit alla tíðina á odda. Kendist tað, sum høvdu tit tamarhald á? - Nei. Vit fingu eina góða byrjan, og tað er sjálvandi ein fyrimunur. Men vit lógu somikið nær hvørjum øðr- um, at vit alla tíðina sóu, at teir royndu at trýsta okkum, so talan gjørdist um sera intensan róður. Hartil var hetta eisini fyrsti róðurin, og tí kennir tú slettis einki til hinar bátarnar. Um teir hava ein góðan endaspurt, ella um teir hava nøkur ser- støk petti av teininum, har teir rógva væl. Tí máttu vit bara alla tíðina geva alt tað, sum vit høvdu í okkum. - Og talan verður jú held- ur ikki um somu róðrar aftur. Næstu ferð er málið 2.000 metrar, og so koma 1.000-metrarnir. Alt hetta setir ymisk krøv til okkum, so vit kunnu á ongan hátt taka okkum av løttum. Stendur tað til okkum, so vinna vit sjálvandi eisini hesar, men tað sleppa vit so neyvan at avgera einsmallir, sigur Leivur Johannesen. Ormurin vann í fyrstu royndini Ormurin langi átti munin allan vegin á málið, men Leivur Johannesen sigur, at teir allan teinin vóru hart trýstir av Havnarbátinum Mynd: Álvur Haraldsen