mánadagur 9. juni 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 108 - 9. juni 2008 ]
Stigini týdn
ingarmest
Við tveimum málum og
vunna
frísparkinum
til
frísparksperluna frá Pejcic
átti Hjalgrím Elttør sín
avgjørda lut í sigrinum hjá
NSÍ á ÍF.
Men heldur enn hetta, so
fegnaðist hann eftir dystin
um, at NSÍ hevði vunnið sær
trý stig í truplum útidysti.
- Spælið er blivið betri
og betri seinastu dystirnar,
og í dag haldi eg, at vit vísa
tað, sum vit kunnu.
Men tað sær út til, at tit
koma ikki ígongd, fyrr enn tit
hava skotið fyrsta málið?
- Nei, vit valdu at bíða eftir
teimum, og tað gjørdi tað ikki
verri, at vit komu á odda.
Og tá talan so er um trý
mál av hasum slagnum, so
kunnu tit illa vera annað
enn nøgdir?
- Sjálvandi eru góð mál
altíð stuttlig at fáa, men
stigini vóru tey týdning-
armestu. Tað var tað, sum
vit skuldu hava, soleiðis at
vit framvegis kunnu royna
at hanga í toppinum, segði
Hjalgrím Elttør.
-mørk
Sleppa ikki
eins væl
Høgni Madsen hjá ÍF var
sjálvandi ikki nøgdur, tá
hann og liðfelagarnir stóðu
eftir við ongum sunnudag-
in, og hann ásannaði, at ÍF
hevði trupult við at gera
nakað, tá NSÍ fyrst hevði
lagt seg á odda.
- Teir fáa fyrsta málið eftir
kontra, og eftir tað leggja teir
seg longur aftur á vøllin.
Næsta málið kemur eisini
sera skjótt, og eftir tað
megna vit ongan tíð veruliga
at spæla okkum fram til
nakrar
møguleikar.
Teir
stóðu væl, og vit høvdu ikki
dagin til at gera nakað
stórvegis við teir.
Men tað tóktist eisini,
sum høvdu tit ilt við at
reisa tykkum. Hevur mót
burðurin kanska verið ov
nógvur seinastu tíðina?
- Eg veit ikki, men tað
virkar, sum liggja hini liðini
longuri afturi á vøllinum,
enn
tey
gjørdu
fyrstu
dystirnar. Kanska hava vit
fingið eitt sindur av respekt
frá teimum í so máta, so vit
sleppa ikki eins væl at
spæla. Men vit mugu so
bara koyra á, so vit aftur
kunnu vinna nakrar dystir,
segði Høgni Madsen.
-mørk
Meira enn fótbólts
spælið so vóru tað
málini í dystinum,
sum hingu eftir í
minninum, tá føroya
meistararnir tríggjar
ferðir sendu reinar
perlur í ÍFmálið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
At tað er truplari at verja
eitt meistaraheitið enn at
vinna tað, hevur NSÍ so
dyggiliga sannað í ár.
Hóast
tveir
triðingar
framvegis eru eftir av kapp-
ingarárinum, so er munurin
hjá NSÍ upp til oddaliðið
longu nú mest sum ótak-
andi, og skuldi bara hugs-
ingur vera um heiðursmerki,
so var kravið trý stig í
Fuglafirði sunnudagin.
Meistaradygdir
Úrslitið staðfestir, at tann
setningurin varð rokkin, og
í so máta kundu gestirnir
fara fegnir úr Fuglafirði.
Men tað var nú ikki, tí talan
endiliga var um nakað
meistaraspæl, hóast tølini í
seinasta enda vórðu rætti-
liga trygg.
Ella kanska var tað júst
meistaraspæl.
Fram
um
annað, so var ein dygdin
hjá NSÍ í fjør, at liðið aloft-
ast megnaði at koppa marg-
inalunum til egnan fyrimun.
At teir áttu teir spælarar
ella tann spælaran, sum
megnaði at avgera dystin,
júst tá tørvurin á hesum var
størstur. Og í so máta vóru
runavíkingar aftur á kósini í
Fuglafirði.
Fyrsta góða korterið av
dystinum var tað nevnliga
ÍF, sum sat á tí mesta. Mest
av øllum tóktust gestirnir at
spæla við hondbremsuni
meira enn hálvgum uppi,
og tað gav vertunum góðar
møguleikar at ota seg fram
á vøllin. Við Sasa Jovanovic
sum
støðugari
spælstøð
komu teir fleiri ferðir upp í
borðunum, og og hóast opni
møguleikin ikki fekst í lag,
so vóru fleiri vandastøður,
har bara seinasta sendingin
restaði.
Fullu í fátt
Alt broyttist tó eftir fyrsta
NSÍ-málið. Kanska hevur
mótburðurin hjá ÍF verið ov
stórur seinastu tíðina, og í
øllum førum mistu teir full-
komuliga pippið, tá Hjal-
grím Elttør sera hegnisliga
hevði lagt gestirnar framum.
Kanska eisini tí skaðin hjá
Sasa Jovanovic gjørdi, at ÍF
misti spælstatiónina í álops-
partinum.
Fram til hetta høvdu runa-
víkingarnir als ikki hótt ÍF-
málið, men nú koppaði dyst-
urin fullkomuliga. Fáar min-
uttir seinni økti Milan Pejcic,
og so var leyst og liðugt.
Seinna hálvleik mest sum
bíðaðu áskoðararnir bert
eftir, at leiðslan enn einaferð
varð økt. Frástøðan millum
keturnar hjá ÍF gjørdist al-
samt størri, og tað sýnir týð-
iliga eitt lið, sum ikki frem-
ur neyðuga renniarbeiðið,
og hópatalsferðir kundi NSÍ
kontra
í
yvirtalsstøðu,
áðrenn teir móti dystarenda
setti punktum við enn eini
perlu.
Perlurnar
Og talan var veruliga um
perlur. Tann fyrsta kom ann-
ars eftir helst størsta møgu-
leikan hjá ÍF. Sasa var ann-
ars púrasta blankur, men
hann misti eitt fet, tá hann
helst helt seg vera rang-
staddan. Ístaðin kontraði
NSÍ, tá Bogi Løkin varð
sendir avstað. Hann fann
Hjalgrím Elttør í vinstru,
og júst eftir bókini snaraði
hann inn um verjuspælara,
áðrenn skrúvandi skot varð
sent móti handara tríkanti.
2-0 málið var eitt fríspark
av teimum heilt vøkru.
Kanska kundi Ganga lækk-
að talið av monnum í
múrinum niður í fýra heldur
enn sjey, men í øllum førum
varð úrslitið, at Pejcic sera
hegnisliga lyfti upp um múr-
in og í nærmasta málhorn.
Punktum setti Hjalgrím
setti Hjalgrím, tá hann var
seinasti maður á innleggi frá
Nenad
Stankovic.
Øssur
Dalbúð longdi upp um verj-
uni, og skrátt úti frá handara
stólpa heilfluktaði Hjalgrím
við vinstra beininum.
Nenan endurføddur
Sigurin bar við sær, at NSÍ
klintraði
upp
á
fjórða
plássið á stigatalvuni, har
teir nú elta B36 og HB. Enn
kunnu teir valla droyma um
oddasessin, men frøin um
trý stig hesaferð kann væl
bera við sær, at optimisman
verður
nakað
størri
í
komandi dystunum.
Og tað kann spælið hjá
Nenad Stankovic eisini.
Ársins spælari í fjør hevur
higar til havt trupult við at
finna rætta stevið á vøll-
inum, men í fjár var hann
aftur í eyðkenda stílinum,
har hann í stórum parti av
dystinum fullkomuliga setti
seg á miðvøllin.
Hjá ÍF tykist optimisman
hinvegin vera horvin. Liðið,
sum fyrstu umførini tók øll
á bóli, spælir ikki longur
eins spruttandi, og tað er
fyrst og fremst tann spæli-
gleðin, sum skal leitast
fram, um frástøðan til botn-
in aftur skal økjast.
NSÍ
ÍF
ÍF-NSÍ 0-3 (0-2):
Tríggjar perlur og trý stig
Tað kann fáa
ovurstóran týdning
fyri NSÍ, at Nenand
Stankovic nú aftur
er um at finna
meistaraspælið frá í
fjør aftur
Mynd: Álvur Haraldsen
Frem bjargaði sær
Atli Danielsen taldist millum mest eyðsýndu Frem
spælararnar, tá ið illa sperda Frem skuldi bjarga sær lívinum
í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í gjár. Avbjóðingin var
stór, men tað eydnaðist kortini Frem at vinna 1-0 ímóti
Vejle, sum fyri langari tíð síðani hevur vunnið 1. deild og
næsta kappingarár skal spæla í superliguni. Atli Danielsen
var eyðsýndur miðvallari hjá Frem allar 90 minuttirnar.
Køge slapp eisini undan
Køge við Jónas Tór Næs á høgra vongverja hevur eisini
tryggjað sær rættin at halda fram í donsku 1. deild. Í gjár
vitjaði Køge í Gladsaxe Idrætspark, har úrslitið ímóti AB var
1-1. Úr 1. deild flyta niður Ølstykke, Aarhus Fremad og
HIK. Frem og Køge endaðu bæði við 33 stigum. HIK flutti
niður við 31 stigum, Aarhus Fremad við 28 stigum og
Ølstykke við 18 stigum.