Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juni 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 108 - 9. juni 2008 ] Skulu vera betri Vit fingu orðið á tvífaldaða málskjúttan hjá HB eftir dystin. Vit spurdu Páll M. Joensen, um tað er nøktandi hjá at tapa stig ímóti aftasta liðnum. - Nei, sjálvandi ikki. Um vit skulu fylgja við EB/ Streymi, so mugu vit vera betri til slíkar dystir. Á útivølli á Sandi er ikki nakar lættur dystur, men hetta eru dystir, har vit eiga at vinna, heldur hann. Hann vil tó einki taka frá B71 og Gudmundi Nielsen. - Vit eru ein í undirtali, og tað spælir inn. Men vit klára at skora eitt mál í undirtali, og eiga at klára at halda tí. Gudmund skorar tó tvey góð mál og berjist væl við okkara verju. Kreditt til hann, sigur Páll. Fær EB/Streymur trý stig í kvøld, so liggja teir heili 7 stig á odda. Hann hevur tó framvegis góðar vónir. - Tað eru framvegis nógv stig at spæla um. Hetta er ikki nøktandi, men vit kunnu koma aftur, og vit hava als ikki givið upp, sigur Páll M. Joensen at enda. Fluttu liðið fram B71-venjarin ljóðaði ikki til at vera ónøgdur, tá ið vit tosaðu við hann eftir dystin. Vit spurdu hann, hvat uppskriftin er til at stjala stig frá HB. - Tað er ein góður spurningur. Hon er hin sama sum ímóti øllum øðrum. Tað hevur ikki riggað væl á stigatalvuni, og tað er so tað, sum tað er. Við 10 monnum er tað trupult at halda hjá HB, og vit fluttu liðið longri fram á vøllin í seinna hálvleiki, segði Eli Hentze. B71 hevur í ár havt trupulleikar við at fáa eina góða byrjan á ein dyst, og er sum oftast komið afturúr. - Tað er langt ímillum góðu løturnar. Spælið blívur krampagtigt og stirvið til tíðir, og tað slepst ikki undan. Vit hava havt trupulleikar við at skora, so tað var gleðiligt at fáa mál, heldur Eli. - Fyritreytir hava hvørki verið ella eru góðar. Vit hava havt nógv fleiri skaðar og leikbann enn í fjør, men vit royna at fáa nógv burturúr. Kappingin endar ikki í juni, hon endar í oktober, segði Eli Hentze at enda. HB hevur ofta havt trupulleikar av B71, og tað høvdu teir eisini í gjár, tá ið teir vitjaðu á Sandi. HB komu væl frá byrjan, men B71 svaraði væl aftur og fekk eitt stig burturúr FÓTBÓLTUR Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Til hvør sítt endamál høvdu bæði liðini tørv á øllum trimum stigunum, tá ið B71 og HB brustu saman á Sandi í gjár. B71 hevur havt eitt heldur misjavnt kapp- ingarár, og lá undan dystinum á aftasta plássi. HB stríðist í hinum enda- num, og jagsranin eftir EB/ Streymi heldur fram. Vegna nógvar skaðar í hópinum hevði Eli Hentze sett seg sjálvan á miðvøllin. Eitt sokalla mini-comeback frá ímyndini av fótbólti á Sandi. Páll í hopla Tað hevur verið misjavnt við spælitíð hjá Pálli M. Joensen, síðan hann kom aftur úr leygusáttmálanum við NSÍ. Stríðsviljaði áleyp- arin hevði tó fingið møgu- leikan heima á Sandi í gjár, og hetta var eftir øllum at døma eitt skilagott væl. Eftir einum korteri fekk HB fríspark stutt uttanfyri brotsteigin, og Páll varð settur at skjótt. Hann sneiddi bóltin í málið ytst út við stongina, og kundi harvið leggja HB á odda 1-0. B71 hevur í ár havt trupulleikar við at koma væl frá byrjan, og dysturin í gjár var einki undantak. Tað birtist tó ein lítil vón fyri B71, tá ið HB-liðskiparin og miðverjuskansin, Fróði Benjaminsen, eftir hálvum tíma heldur býttisligt og órutinerað fær sær reyða kortið. Hetta hendi eftir eina støðu, har ein B71-ari á einhvønn ólógligan hátt fekk armin í andlitið. HB dugdi tó væl at leika í undirtali, og stutt fyri hálvleik fingu teir økt um leiðsluna. B71-verjan gav Pálli M. Joensen ov góða tíð, og við góðum skotið frá brotsteigarmarkinum fekk ungi áleyparin økt til 2-0. Símun Rógvi Hansen fekk hendurnar á bóltin, men hetta var ikki nóg nógv til at forða hálvleiksstøðuni, sum harvið gjørdist 2-0 til gestirnar. Tvær ferðir Gudmund B71-liðið kom sum ham- skift á vøllin til seinna hálv- leik. Teir vóru nú nógv ágrýt- nari, og størri vilji sást á liðnum. 2-0 sigst at vera vandamesta leiðsla í fót- bólti, og hetta mátti eitt held- ur passivt HB-lið ásanna. Tað vóru ikki gingnir fleiri enn tveir minuttir av seinna hálvleiki, tá ið Gudmund S. Nielsen slepp- ur leysur mótvegis HB- málinum. U21-landsliðs- áleyparin sveik ikki gylta møguleikan, og økti spenn- ingin munandi, meðan hann minkaði til 2-1. Eftir hetta kom betri lag á heimaáskoðararnar, og B71 trýsti nú fyri at fáa útjavn- andi málið. Áskoðararnir skuldu ikki bíða longri enn tíggju minuttir, áðrenn Gudmund aftur gjørdi tey glað. Hann slapp enn eina- ferð ígjøgnum HB-verjuna og javnaði til 2-2. B71 trýsti nógv fyri at fáa avgerandi málið, men teimum eydnaðist ikki at skapa lítlu sensatiónina. HB var tó heldur ikki langt frá at fáa mál upp á skjótálop, men hvørki av liðunum fann málið, og dysturin heima á Sandi end- aði 2-2. Eitt rættvíst úrslit, tá ið alt kemur til alt. HB misti eitt týðandi fet í oddastríðnum, og teir eru nú innheintaðir av B36 á 2. plássi. B71 fekk eina stigið við sær, og hetta kann gerast eitt týdningarmikið stig, nú jagstranin eftir at yvirliva í Formuladeildini av álvara fer í gongd. HB B71 B71-HB 2-2 (0-2): B71 argaði aftur HB HB var á odda 2-0 í steðginum, men sandoyingar fingu kortini strítt seg til javnleik savnsmynd RINGIÐ TEL 312 000 OG FÁIÐ EITT ÓBINDANDI TILBOÐ Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo | www.mp.fo Maria Poulsen HITAPUMPAN CTC-vørumerkið er vælkent hjá føroyingum. Við meira enn 50 árum á føroyska marknaðinum nýtist ikki at siga meira... Tygum fáa CTC-hitapumpuna hjá Mariu Poulsen. RINGIÐ TEL 312 000 OG FÁIÐ EITT ÓBINDANDI TILBOÐ Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo | www.mp.fo Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp fo | www mp fo CTC-vørumerkið er vælkent hjá føroyingum. Við meira enn 50 árum á føroyska marknaðinum nýtist ikki at siga meira... Tygum fáa CTC-hitapumpuna hjá Mariu Poulsen. Nýggj EM-síða Nú EM-endaspælið er byrjað, er eitt av nýggju átøkunum ein nýggj síða, ið er ætlað føroyskum EM-fjepparum. Á síðuni verður gjøgnum alla EM-kappingina skipað fyri kappingum av ymsum slag. Við at tippa um dystirnar eru tey vitjandi við í lutakasti um eitt nú fartelefonir, Nintendo Wii-spælikonsollar og tey so væl kendu EM-klisturmerkini. Tað eru Knassar, sum hava forritað síðuna, og longu fyrsta vikuskiftið vóru á leið 1.000 vitjandi, sum royndu at gita úrslitini av dystunum. B68-EB/Streymur í kvøld Seinasti dysturin í 10. umfarinum av Formula-deildini verður á Svangaskarði í kvøld, har B68 tekur ímóti EB/ Streymi. EB/Streymur er undan dystinum oddalið, og teir kunnu økja munin niður til næstu liðini upp í sjey stig, um teir vinna dystin. Nøkur løtt uppgáva verður tað tó ikki, tí B68 hevur havt sera góð úrslit seinastu vikurnar. Og teir kunnu við einum sigri flyta seg upp um miðjuna í deildini.