Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juni 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 108 - 9. juni 2008 ] Formaðurin hevur ikki tapt Fyri fyrstu ferð í ár var Jákup Mikkelsen ongantíð í KÍ málinum eftir bóltinum, tá ið KÍ hevði vitjan av Skála. Í fimm av tíggju dystum hevur KÍ verið partur av javnleiki. Tvær ferðir hava klaksvíkingar vunnið, og tríggjar ferðir hava teir tapt. Síðani Tummas Ler­ vig, sum er føddur og uppvaksin á Skála, 28. apríl varð valdur at vera formaður, hevur KÍ ikki tapt. KÍ hevur vunnið tvær ferðir og spælt fýra ferðir javnt, og nú eru teir farnir at tosa um formans­ ávirkanina í Klaksvík! Gongdin er tann rætta Hóast hann ikki var nøgdur um, at talan enn einaferð bert gjørdist um eittans stig, so kundi hann gleðast um, at avrikin hjá Skála seinastu tíðina hava verið rættiliga støðug. Eisini hóast talan hevur verið um rættiliga truplar uppgávur. ­ Tekur tú seinastu dystirnar, so hava vit spælt javnt á útivølli móti B36, NSÍ og hesa ferð móti KÍ. Og so taptu vit á heimavølli tepurt móti EB/Streymi í einum dysti, har vit áttu at avgjørt alt fyri steðgin. So eg haldi avgjørt, at gongdin hjá okkum er tann rætta. Sjálvandi flytur tú teg ikki so nógv upp á talvuni, um tað bara verður til javnleikir, men hetta vísir okkum, at vit væl kunnu vera við, segði John Peter­ sen, tá hann var gestur í 3. hálvleiki á Rás2. Klaksvíkingar vóru enn eina ferð ikki serliga sannførandi í stevnuuppgerð, sum Skála hevði gott tak á Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Ættin og veðrið vóru fín. Men fótbóltsavrikið á Norðoyastevnu var einki at reypa hurrá fyri. Ov ofta var talan um long spørk og um mistøk, sum bóru spentar støður við sær, og hesar endaðu ofta aftur við mistøkum. Manningarliga grundar­ lagið á Skála er uppaftur minni, enn tað er hjá KÍ, og tí raka skaðarnir serliga meint. Alexandur Johansen var skaddur, og miðverjin Valeriu Mieila leikbannaður. Sjúrður Djurhuus var raskur miðvallari í høgru, og á sentrala miðvøllinum var eingin ivi um, at norðoya­ stevnu gestirnir vóru omaná. Tað var størri tyngd og máttur í hjá teimum appel­ sinlittu. Pauli G. Hansen var so skilagóður, umhugsin og nærlagdur, sum hann plagar at vera, og Pætur Dam Jacobsen var sannur brandur. Hann stríddist og taklaði og var skilagóður og besti maður á vølli. Poul N. Poulsen plagar ikki at vera miðverji. Men hesa ferð hevði John Petersen sett vágbingin und­ ir liðina á Arnholdi Berg. Teir hava ongantíð spælt saman, og í onkrum støðum ridlaði tað eitt sindur, men klaksvíkingar megnaðu ongantíð at fáa bóltin í málið aftanfyri Predrag Markovic. Tættast við var Heðin á Lakjuni. Í 1. hálvleiki var hann leysur eitt sindur í vinstru eftir framlegging frá Jan Andreasen, men bólturin streyk skeivu megin handara stólpan. Tá ið tað restaðu tíggju min­ uttir, og spælið hevði verið illa skipað og stríðsviljin hjá heimamonnunum einki serligur, royndu teir við Ova Nysted í álopinum. Í fyrsta álopinum eftir broytingina var talan um stóran KÍ møguleika. Ove Nysted snittaði eftir langa sending víðari, Heðin á Lakjuni skræddi seg leysan, og tá ið hann royndi seg úr góðari støðu tætt undir málinum refleksbjargaði Predrag Markovic til horna. Klaksvíkingar vildu hava brotsspark, men dómarin hevði givið teimum fyri­ mun, sum teir ikki fingu nyttu burturúr. ­ Hetta var ikki nóg gott. Okkara vóru ikki nóg uppsettir, og tað sást eitt nú aftur í skeivum avlevering­ um, sum vóru upphav til vandamiklar Skála royndir. Mótstøðumenninir vístu fínan hugburð, og um hepn­ ið hevði verið við teimum, so kundu teir væl – á sama hátt sum vit – vunnið øll stigini, staðfesti KÍ venjarin Eyðun Klakstein. Pauli G. Hansen hevði onkra góða skotroynd av brotsteigarmarkinum í 1. hálvleiki, og í 2. hálvleiki vóru fleiri støður, sum kundu havt Skála mál við sær. Serliga støður, har skálamenn vóru yvirmann­ aðir eftir at hava fangað KÍ í uppspæli, men uttan at tað eydnaðist teimum at finna málið. Besta møguleikan fekk miðvallarin í høgru, 18 ára gamli Sjúrður Djurhuus, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. Hann var spældur leysur í brotsteiginum í høgru og royndi ímóti málinum, tá ið hann var eitt sindur kroystur. Jákup Mikkelsen vardi væl fyri úti við stólpan. Síðstu løtuna setti John Petersen seg sjálvan á vøllin. Við nógvu royndun­ um og góða bóltførleikanum megnaði hann at fáa meiri frið yvir avrikið. Tá ið Lars Müller bríksl­ aði fyri síðstu ferð, var tað ikki sørt, at tað sást, at skálamenn vóru fegnir um stigið. At heimaliðið slapp at taka ímóti stevnusteypi­ num, sum teir høvdu tryggj­ að sær í brotssparkskapping, mundi vera væl og virðiliga at liva við hjá Skála. Skála KÍ KÍ-Skála 0-0: Einki mál og mið á stevnuni Rodrigo hevur seinastu vikurnar gjørt nógv um seg hjá KÍ, men hesa ferð varð hann væl ansaður av Skála- verjuni Mynd: Álvur Haraldsen Rioch venja Jón Róa Danska fótbóltsheimasíðan bold.dk sigur seg hava upplýsingar um, at skotski venjarin Bruce Rioch, sum áður hevur vant OB, skal venja meistararnar AaB fram til ársskiftið. Venjarin Erik Hamren er farin til Rosenborg at starvast, og AaB hevur trupult við at finna rætta avloysaran. Tí skal Bruce Rioch sambært bold.dk taka við í eina tíð, meðan endaligi venjarin verður funnin. Kreppufundur orsaka av Zlatan Svenska fótbóltsstjørnan Zlatan Ibrahimovic hevur skapt órógv í svensku landsliðsleguni, eftir at hann hevur sagt alment, hvør hann heldur skal spæla á svenska landsliðnum. Ibrahimovic segði millum annað, at Fredrik Ljunberg og Nclas Alexandersson ikki eru nóg góðir til liðið. Hetta fekk venjaran Lars Lagerback at kalla inn til kreppufund fyri at slætta sjógvin. Zlatan segði, at hann var skeivt endurgivin í fjølmiðlunum.