mánadagur 9. juni 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 108 - 9. juni 2008 ]
Hóast B36 ikki var
leikliga omaná, so
vunnu teir greiðan
sigur í Gundadali
í gjár, tá Víkingur
vitjaði. Hanus
Thorleifsson fekk
beinleiðis reytt og er
tískil leikbannaður í
steypafinaluni, sum
verður leikt komandi
vikuskiftið
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tað er rok í Gundadali.
Fleiri av leikarunum eru
farnir til hendurs, og Heðin
Askham, venjari hjá B36,
er lopin út á vøllin í eini
roynd at sissa sínar leikarar.
Á vøllinum liggur Magnus
Skoralíð og gremur seg,
meðan fjepparafelagið hjá
árstalsfelagnum geylar eftir
honum. Niðurstøðan var
reytt kort til Hanus Thor
leifsson.
B36 er á odda við tveim
um og hevur fullkomiliga
tamarhald á tannleysu gest
unum. Eftir nærdyst misti
Thorleifsson høvdið eina
løtu, og Magnus Skoralíð
fekk sviðjan at merkja. Far
væl til Hanus Thorleifsson,
sum somuleiðis verður leik
bannaður í finaluni um løg
manssteypið.
Potemkin
Tað vóru fáar dramatiskar
og áhugaverdar hendingar,
tá
yngra
høvuðsstaðar
felagið og Víkingur hittust í
Gundadali í gjár. Hæddar
punktið var, tá Thorleifsson
var vístur av vølli.
Karoly Potemkin átti týð
andi leiklut í 30 sigrinum
hjá B36. Tvær ferðir kundi
hann lata seg fagna sum
málskjútta
av
viðhalds
fólkunum hjá heimaliðnum.
Ungarski framherjin tykist
at hava fingið fótin fyri seg
eftir trupla byrjan upp á
kappingarárið, har hann
skal royna seg í uppgávuni,
sum Amed Davy Sylla
loysti fyrimyndarliga í ár.
Miskeiðis í fyrra hálvleiki
legði hann B36 á odda, tá
Bergur Midjord var sendur
avstað í høgru, legði bóltin
fyri føturnir á Potemkin,
sum sendi í netið. Átta
minuttir fyri tíð var hann
sendur avstað, og einsamall
ur við framherjanum var
hann tryggur.
Leikliga var munurin á
liðunum ikki stórur. Víking
ur smæddist als ikki burtur,
men á seinasta triðinginum
á vøllinum vóru teir ikki
vandamiklir. Serliga fekk
Zoltan Bukszegi lítið burtur
úr.
Vantandi hugflog
Heðin Askham var fleiri av
sínum stuðulsleikarum fyri
uttan. Asbjørn V. Gunnars
son røkti plássið sum vong
verji í høgru, meðan bæði
Magnus Olsen og Hanus
Thorleifsson vóru á mið
vøllinum. Hóast hesir stóðu
seg væl, so var eyðsæð, at
teir ikki eru heilt vandir á
hesum plássum.
Víkingur
hevur
fleiri
dugnaligar bóltleikarar á
miðvøllinum, men vantandi
hugflog var orsøkin til, at
meira ikki spurdist burturúr.
Sum einstaklingur søkti
Andreas Lava Olsen ofta at,
men vandamikið varð tað
sjáldan.
Gestirnir spældu við ein
um manni fleiri seinastu 20
minuttirnar, og vóru teir
nógv á bóltinum hesa løt
una. Serliga sendu teir ofta
inn úr vinstru, men øll inn
leggini sótu tætt at Mein
hardti Joensen, sum ongan
tíð kom í trupulleikar.
Bergur Midjord økti til 2
0, tá klokkan var um at
runda tíman. Trýstur av
verjuleikara
fekk
hann
hegnisliga sent í handara
málhorn eftir innlegg úr
høgru.
Nærmastu
kappingarneytar
Við sigrinum er B36 nú
nærmasti
kappingarneyti
hjá
oddaliðnum
EB/
Streymi. Tað var alt annað
enn vænta undan kappingar
byrjan. Tað skal tó leggjast
aftrat, at átta av teimum 10
landskappingardystunum
hjá árstalsfelaginum eru
leiktir á heimavøllinum í
Gundadali.
Víkingur stríðist um pláss
í Evropa komandi kapp
ingarár. Nógv skal gerast
øðrvísi um teir skulu bjóða
oddaliðunum av, og í løtuni
er tað óhoyrt, at samanlagda
felagið úr Gøtu og Leirvík
skal stríðast um annað enn
bronsuheiðursmerkið.
Milan vil hava Drogba
Tað er blivið alt meira sannlíkt, at Didier Drogba skiftir
frá Chelsea til AC Milan. Varaforsetin í italska
felagnum sigur, at Chelsea hevur givið AC Milan loyvi
at tosa við Drogba. Hinvegin endar Andrei Shevchenko
ikki aftur í AC Milan, sum annars hevur roynt at keypa
hann heimaftur til Milano. Chelsea hevur noktað fyri, at
Schevcenko kann seljast til AC Milan.
City samráðist við Ronaldinho
Tað er langur teinur frá Barcelona til Manchester, men tað verður møguliga
leiðin, sum brasilska stjørnan Ronaldinho skal leggja. Leiðslan í Manchester
City sigur, at hon hevur fingið loyvi at taka upp samráðingar við Ronaldinho.
Tað er framvegis tíðliga, og eg vil ikki avdúka ov nógv, men Barcelona
hevur givið okkum loyvi at tosa við Ronaldinho, sigur Garry Cook,
nevndarformaður í Manchester City.
Móttøka
í Bitland Skrivstovufelagsskapinum
í Miðbýnum í Havn
Fær nýskapan til høldar
Bitland hevur nú víðka skrivstovufelagskapin til at fevna um 3 bygningar við
meira enn 1100 fermetrum í Miðbýnum í Havn. Hetta gevur rúm til umleið 50
skrivstovupláss.
Í hesum sambandi bjóða vit til móttøku á 3. og 4. hædd í Niels Finsensgøtu 8
(Handilskjarnin).
Fríggjadagin 13. juni kl. 15-17
Advokatarnir Hentze
Birtan v/Vilhjálmi Nielsen
Bogi Eliasen
Dam Virkisráðgeivng
Gebs
Hildur Patursson
Decision3
Føroya Sporførisskipan
I-Invest
Jónsvein Joensen
Ocean RainForest
Sálarfrøðistovan
Simprentis
Dali Consulting
Sletters
Tutl
Tórshavnar Kommuna
(Menningardeildin)
Tápuligt
Heðin Askham metti reyða kortið hjá
Hanus Thorleifssyni vera tápuligt og sera
óneyðugt.
Ja, tað er torført at góðtaka slíkt. Nú
mugu vit verða hann fyri uttan í finaluni
um løgmanssteypið eisini, staðfestir Ask
ham.
Venjarin hjá B36 frøddist sjálvsagt um
sigurin.
Tað er gleðiligt at síggja úrslitið frá
venjingunum aftur á vøllinum. Nú fara
vit at fyrireika okkum til steypafinalu,
sigur Heðin Askham, høvuðsvenjari hjá
B36.
Munurin var
ikki stórur
Leikliga var munurin á liðnum ikki
stórur. Teir komu fram til møguleikarnir
og tóku av, meðan vit høvdu lítið at bjóða
í framrættaða spælinum.
Orðini eigur Niclas Niclasen, verjuleik
ari hjá Víkingi. Klaksvíkingurin tóktist
ikki serliga vónbrotin eftir dystin, hóast
greiðan ósigur.
Vit fáa eisini trý mál ímóti okkum, og
í so máta hevði B36 uppiborið sigurin.
Leikliga stóðu vit tó einki aftanfyri, sigur
Niclas Niclasen.
Klaksvíkingurin í Víkingi noyddist at
lata seg skifta út miðskeiðis í seinna hálv
leiki. Orsøkin var ein lítil skaði, men hann
staðfestir, at hann væntandi verður til
venjingarnar í vikuni.
Víkingur
B36
Víkingur hevði bóltin stóran part av
tíðini í Gundadali, men tað vóru teir
á heimaliðnum, sum vóru mmeira
beinleiðis í spælinum
Savnsmynd
B36-Víkingur 3-0 (1-0):
Málini telja