Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-09, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juni 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 108 - 9. juni 2008 ] Skjótasta brotssparkið Talan var um skjótasti brotssparkið í EM-søguni, tá Kroatia í gjárkvøldið vann 1-0 á Eysturríki. Longu eftir fýra minuttum varð Ivica Olic feldur, og tað metti dómarin vera brotsspark. Luca Modric umsetti hetta til einasta málið í dystinum, og so tykist Kroatia longu nú vera væl ávegis fjórðingsfinalunum í EM. Frei úti úr EM Tárini fingu frítt at fara, tá Alexander Frei beint fyri hálvleik í setunardystinum noyddist av vøllinum. Í nærdysti snaraðist knæið hjá vandamikla áleyparanum, og alt bendir á, at hann ikki verður førur fyri at spæla hesu megin EM-endaspælið. Fyri Sveis var talan eisini um dyggan smeit. Frei er liðskipari hjá vertstjóðini, og hann er eisini maðurin, sum hevur skotið flest landsliðs- mál í sveisiskari fótbóltssøgu. Onkur teirra eisini ímóti Føroyum. - Eg havi tvey hjørtu, eitt týskt og eitt pólskt. Tí frøir sigurin meg ikki meira enn at vit fingu trý stig, sigur Lukas Podolski, týskur landsliðsframherji. Í gjár søkti hann sínar egnu, tá Týskland vann við tveimum málum móti ongum á Póllandi Fótbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Fleiri undraðust, hví Lukas Podolski í tveimum førum ikki lat seg fagna sum mál- skjútta, tá Týskland sigraði á Póllandi í EM-endaspæl- inum í gjár. 23 ára gamli framherjin úr Bayern Mun- chen stóð fyri báðum málu- num í 2-0 sigrinum. Svarið er tó einfalt: Pól- land er føðilandið hjá týska landsliðsframherjanum, og tað vóru tvær kenslubornar løtur, tá hann sendi framvið Artur Boruc. - Eg havi tvey hjørtu, eitt týskt og eitt pólskt. Tí frøir sigurin meg ikki meira enn at vit fingu trý stig. Familjan er framvegis búðsitandi í Póllandi, segði Lukas Pod- olski millum annað á tíð- indafundi eftir dystin. Gjøgnumbrotið Lukas Podolski er sonur fyrrverandi pólska fótbólts- leikaran Waldemar Podol- ski. Sum tvey ára gamalur flutti Lukas við familjuni til Týsklands, har tey síðan fingu týskan ríkisborgar- skap. Núverandi týski lands- liðsleikarin vaks upp í Berg- heim, sum liggur nær býnum Köln. Í 1995 varð hann knýttur av ungdómsdeildini í FC Köln, har hann átta ár seinni fyrstu ferð fekk møguleikan á besta liðið felagsins. 18 ára gamli og tá ókendi Lukas Podolski gjørdi um seg alt fyri eitt, og 10 mál í 19 dystum borgaði eisini fyri góðsku. Hóast frálíku hagtølini hjá framherjanum, so flutti felagið niður í næst- bestu deildina, sum hann var við til at skjóta upp aft- ur millum tey bestu árið eft- ir. Í alt skjeyt hann 46 mál í 81 dystum fyri felagið. Í 2006 skifti Lukas Podol- ski til týska stórfelagið Bay- ern Muncehen. Upphæddin var 10 milliónir pund. Hóast Hamburg, Werder Bremen og Real Madrid eisini sýndu framherjanum áhuga, so valdi hann týsku meistarar- nar, har hann serliga hetta seinasta árið hevur hann torført við at vinna sær pláss í byrjunaruppstillingini. Landsliðið Eftir fleiri sannførandi avrik fyri FC Köln fingu pólskir miðlar í 2003 eyguni upp fyri Podolski, og skjótt varð rátt táverandi pólska landsliðsvenjarnum, Pawel Janas, at fáa hann at spæla fyri Pólland. - Vit hava fleiri frálíkar framherjar í Póllandi, og eg dugi ikki at síggja, at eg skal úttaka hann, tí hann hevur staðið seg væl í einum ella tveimum dystum í týsku landskappingini. Hann eigur framvegis ikki fast pláss á liðnum hjá Köln, var aftur- svarið hjá Janas. Podolski og liðfelgararnir flutti niður úr Bundesliguni, men týski landsliðsvenjarin Rüdi Völler bar skjótt at. 4. juni í 2004 var framherjin fyri fyrstu ferð í týska lands- liðsbúnanum. Við málunum móti Póllandi í gjár, hevur hann hesi fýra árini skotið 27 mál í 49 dystum fyri Týskland. Podolski er føddur í Póllandi, men húskið flutti til núverandi heimlandið, tá hann var tvey ára gamal. Tí var fagnaðurin ikki tann heilt stóri, tá hann við tveimum málum søkti vónirnar hjá føðilandinum Mynd: Polfoto/AP Navn: Lukas Podolski Føddur: 4. juni, 1985 Pláss: Framherji Felag: Bayern Munchen Fyrrverandi feløg: 2003- 2006, FC Köln FAKTA Kvinnurnar hjá Havn- ar Fimleikafelag, ið eru steypavinnarar og føroyameistarar í estetiskum fimleiki í 2008, fara komandi vikuskiftið, at luttaka í World Champion- ship í estetiskum fim- leiki Fimleikur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kappingin verður í Toronto í Canada, og fara kvinnurnar avstað mikudagin 11. juni. Kvinnurnar hava vant dúgliga síðan FM kapping- ina í mai og mánadagin verður seinasta venjingin og harvið seinastu rætting- arnar lagdar tilrættis, áðr- enn farið verður avstað. Hetta er fjórða árið, at Havnar Fimleikafelag sendir kvinnuliðið til HB. Fyrstu ferðina varð kappingin hildin í Danmark, og síðani hava tær ferðast til Finnland, Spa- nia og nú altso til Canada. - Fyrstu ferð HF luttók, var fyri at vita hvar felagið lá í heimshøpi. Aðru ferð var fyri at vita um felagið hevði tikið seg fram og triðju ferð var roynt at koma upp í tann sokallaða mið- bólkin. Tað gekk ikki tá lið- ið var í Spania í 2007, hóast stóra framgongd, men vón- irnar eru har avgjørt hesa- ferð. Tað er púra vist, at fel- agið hevur ikki átt betur lið nakrantíð, verður sagt í tíð- indaskrivi frá felagnum. Til HM-kappingina er tað russiska Sonyia Glyzina, sum hevur staðið fyri koreo- grafiini hjá liðnum. Innleiðandi kappingin verður fríggjadagin klokkan 14 og sjálv finalan verður leygardagin klokkan 14. Havnargentur til HM Vónirnar eru, at liðið kann vinna seg í miðbólkin, nú kvinnurnar hjá Havnar Fimleikafelag gera fjórðu royndina í HM-kappingini í estetiskum fimleiki Sveis-Kekkia 0-1 (0-0) 0-1: Vaclav Sverkos, 70. Portugal-Turkaland 2-0 (0-0) 1-0: Pepe, 61. 2-0: Raul Meireles, 90. Eysturríki-Kekkia 0-1 (0-1) 0-1: Luka Modric (br.), 4. Týskland-Pólland 2-0 (1-0) 1-0: Lukas Podolski, 20. 2-0: Lukas Podolski, 72. Komandi dystir 09.06 17.00 Rumenia-Frakland 09.06 19.45 Holland-Italia 10.06 17.00 Spania-Russland 10.06 19.45 Grikkaland-Svøríki FAKTA um EM Podolski søkti sínar egnu