Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-09, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juni 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 108 - 9. juni 2008 ] VB/Sumba og TB fingu fult norðanfyri, meðan AB og 07 Vestur spældu javnt og harvið mistu eitt sindur í toppstríðnum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í vikuskiftinum vóru bæði VB/Sumba og TB norðan­ fyri, og tað skarst væl. Trý stig vórðu drigin í reiðrið – bæði á Sevmýri og á Vágs­ eiði. VB/Sumba var á Norð­ oyastevnu, har gestirnir við 3­1 sigri styrktu um odda­ sessin. Aftur hesa ferð var Jón Krosslá Poulsen millum teir mest eyðsýndu. Hesa ferð skoraði hann tvey mál. Longu í 1. hálvleiki misti heimaliðið ein mann, sum varð vístur av vøllinum, og tað gjørdi sjálvandi ikki støðuna betri. Kortini megn­ aði KÍ í 2. hálvleiki at minka um munin. Málskjútti var Tórður Lervig. Tey bæði næstu í røðini eru AB og 07 Vestur. Fyrr í ár vann 07 Vestur í Sørvági ímóti argjamonnum. Hesa ferð endaði tað javnt. Tróndur Sigurðsson legði heimaliðioð á odda, tá ið hann í brotsteiginum var fyrstur á, eftir at verjan hevði blokerað skotroynd. Lítla løtu seinni varð Andrzej Strtowicz feldur í AB brotsteiginum, og Jens Erik Rasmussen skoraði úr ellivu metrum. Høgni Joen­ sen stútaði heimaliðið fram um aftur eftir frísparksinn­ legg úr vinstru, og í 2. hálv­ leiki heilfluktaði Jens Erik Rasmussen til 2­2 eftir hornasparksinnlegg og eftir at bólturin varð varpaður út á brotsteigarmarkið. Í Streymnesi vann TB størsta sigurin hesa ferð. Toppskjúttin Jóhan Eivind R. Mouritsen skoraði tvey tey fyrstu TB málini. Í fyrra førinum sneiddi hann fram­ við fleiri og eisini málverj­ anum, og í seinna førinum stútaði hann eftir horna úr høgru. Tað var í fyrsta álop­ inum eftir, at EB/Streymur hevði javnað við brotssparki. 1. hálvleikur var rættuliga tættur, men tá ið heimaliðið beinanvegin í 2. hálvleiki misti ein mann, skrædnaði. Bárður Dimon økti eftir innlegg frá baklinjuni í høgru frá Bárði Dimon til 3­1, Óli Johannesen stútaði til 4­1 eftir horna og stút frá Tórði Mortensen á tvør­ træið. 5­1 málið skoraði Josef Bassene eftir fínt eitt tvey samanspæl við Olivur Abrahamsen, og síðsta mál­ ið í trivaliga tennissigrinum skoraði innskifti Allan Poul­ sen, sum eitt sindur til vinstru sneiddi seg leysan. B68 hevði undan leygar­ degnum bara vunnið trý stig – í Runavík – men spæl­ ið eitt nú í heimadystinum ímóti AB, sum endaði við teprum tapi, hava givið ábendingar um, at fleiri stig fóru at koma á kontina, og tey fyrstu vórðu leygardagin vunnin av ungu monnunum, sum Súni Fríði Barbá hevur undir hond. Í 1. hálvleiki hevði B68 lotið ímóti, og í 2. hálvleiki glapp hjá heimaliðnum, sum skoraði tríggjar ferðir hjá Víkinga málverjanum Mortani Joensen. Súni Fríði, sum var miðverji, stútaði tað fyrsta eftir horna, miðvallarin Gestur Lómstein skoraði tað næsta við fínum langskoti, og inn­ skifti unglingaspælarin Ramon Højgaard staðfesti rimmar sigurin, sum ber við sær, at B68 – í hvussu so er inntil mikukvøldið, tá ið NSÍ og HB fara at spæla – ikki er á 10. plássi. Nógv stig til Suður­ oyar Liverpool­slatur um Bendtner Enska heimasíðan goal.com vil verða við, at Liverpool er áhugað í danska álopsspælaranum Nikclas Bendtner, sum er sáttmálabundin við Arsenal. Sambært goal.com skal Liverpool sleppa sær av við langa Peter Crouch og ístaðin keypa Bendtner frá Arsenal. Danir ivast í hesum slatrinum, tí Arsenal­venjarin Arsene Wenger hevur áður sagt, at hann roknar við nógvum frá danska álopsspælaranum komandi kappingarár. Brasil í trupulleikum Stjørnurnar á brasilska landsliðnum hava skapt sær sjálvum trupulleikar, eftir at teir um vikuskiftið taptu 2­0 ímóti Venesuela. Talan var um ein venjingardyst, sum varð spældur í USA. ­ Tíverri spældu vit sera illa í dag. Serliga í fyrra hálvleiki gjørdu vit mistøk í verjupartinum, sigur landsliðsvenjarin Carlos Dunga, sum er komin undir trýst eftir tapið. Blaðið Folha de Sao Paolo kallar úrslitið eina søguliga fiasko og setir spurnartekin við venjaran. Síðani 1. jan. er meira enn triðjahvørt klipp í koyrikortið givið fyri, at børn undir 15 ár ikki vóru spent í kravdu trygdarútgerðina í bilinum! www.ferdslutrygd.fo sansir.fo