Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-09, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juni 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 108 - 9. juni 2008 31 Stutt Sagt Óvanligt regn Tað hevur regnað óvanliga illa har suðuri í Kina um vikuskiiftið, og sambært teimum lokalu veður­ monnunum hevur tað ikki regnað so illa har tey sein­ astu 50 árini. Serliga illa regnaði tað í Guandong­ landspartinum, og sam­ bært blaðnum Guangzhou Daily druknaði eitt skúla­ barn í áarførinum, og tvey onnur eru ikki komin aft­ uríaftur. Blaðið veit eisini at siga, at meiri enn 6.000 fólk noyddust at fara frá húsi og heimi, tí alt stóð undir í vatni. Sambært veðurmonnunum regnaði tað meiri enn 400 milli­ metrar eftir tveimum døg­ um. Eldur í søgu­ ligum húsum Eini hús í amerikanska bý­num Austin fingu stór­ an skaða av eldi um viku­ skiftið. Húsini, sum eru 152 ára gomul, teljast mill­ um tey søguríkastu húsini í statinum Texas, stóðu tóm, tí handverkarar hava arbeitt við at umvæla tey. Sum skilst fingu húsini rættiliga stóran skaða av eldinum, og tað er fram­ vegis eingin, sum veit, hví eldurin kyknaði. Húsini í Austin hava eina serstøðu, tí guvernør­ urin í Texas, Rick Perry, bý­r í teimum, men hann og konan vóru ikki heima, nú eldur kom í. Umframt at virka sum bústaður hjá guvernørinum verða hús­ ini ofta brúkt til almennar móttøkur. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Tíðin er farin frá uppreistrarrørslum, og tí eigur FARC at leggja vápnini og at lata fangarnar leysar (Hugo Chavez) útlond Venesu­elski for­set­in vil hava u­ppr­eist­r­ar­­ r­ør­slu­na í Kolombia at­ leggja vápnini og at­ lat­a polit­isku­ fangar­nar­ leysar­ ­ Tað var tann tíð, tá tað var tørvur á uppreistrarrørslum í Latínamerika, men tann tíðin er farin, segði venesu­ elski forsetin, Hugo Chavez, í sjónvarpssendingini „Alo, presidente“, sum hann hevur eina ferð um vikuna í almenna venesuelska sjón­ varpinum. Boðskapurin var ætlaður teirri vinstrasinnaðu FARC­uppreistrarrørsluni í grannalandinum Kolombia. Hugo Chavez hevur verið lagdur undir at hjálpa FARC við fíggjarligum stuðuli og kanska eisini vápnum, men í sendingini segði hann, at tíðin er komin til frið mog semju. Samstundis heitti hann óbeinleiðis á FARC um at lata teir politisku fangarnar leysar, sum rørsl­ an hevur burturflutt. ­ Vit kunnu ikki rættvís­ gera, og eg havi heldur ong­ antíð gjørt tað, at fólk verða tikin og flutt niðan í fjøllini, segði Hugo Chavez og sip­ aði til, at FARC hevur fleiri politiskar fangar sitandi gíslar, teirra millum fyrrver­ andi kolombiska forsetaval­ evnið Ingrid Betancourt. ­ Tíðin er komin til at tosa um frið, og eg eri til reiðar at fara eftir fangunum hjá FARC, so skjótt rørslan er til reiðar at lata teir leysar, segði venesuelski forsetin. Byrg­ ing kann skrædna Myndugleikarnir í Kina stúra nú av álvara fyri, at ein stór byrging skal skrædna, soleiðis at stór øki verða løgd undir í vatni. Leygardagin eydn­ aðist tað at grava eina veit frá byrgingini fyri at lætta trý­stið, men áhaldandi regn gjørdi, at vatnið kortini vaks. Fleiri hundrað hermenn royna at grava veitir frá byrg­ ingini, sum hevur staðið til at bresta teir seinastu fjúrtan dagarnar. Meldu­r­hvir­lu­r­ og glopr­ar­r­egn her­jaðu­ fleir­i st­at­ir­ í USA u­m viku­skift­ið Átta fólk doyðu, fleiri hundrað máttu fara frá húsi og heimi, og fleiri hundrað­ túsund mistu streymin, tá meldurhvirlur og gloprar­ regn herjaðu amerikonsku statirnar Iowa, Indiana, Con­ necticut og Michigan um vikuskiftið. Ringast var í Michigan, har seks fólk doyðu. Í Indi­ ana doyði ein maður, tá áar­ førið fór við bili hansara, og í Connecticut kravdi ill­ veðrið eisini eitt mannalív. Har fingu fý­ra onnur skaða, tá toran slóð niður. Í Iowa hava myndugleik­ arnir ikki vitað um so nógv avfall í fleiri ár, og og í Iowa City standa fleiri bý­ar­ partar undir í vatni. Illveður kravdi átta mannalív Í Iowa City hava tey ikki upplivað slíkt regn seinastu 10 árini Mynd: Polfoto Chavez vil hava FARC at leggja vápnini Bardagin við FARC hevur kravt mong mannalív. Í síðsta mánað doyðu 18 fólk í einum samanbresti millum FARC og kolombiska herin Mynd: Polfoto Eingin var inni, tá eldur kom í guvernørhúsini Mynd: AP