mánadagur 9. juni 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 108 - 9. juni 2008
Lærarastørv
í Fuglafjarðar skúla
Hesi størv verða lýst leys til setanar:
• 4 lærarar í tíðaravmarkað starv skúla-
árið 2008/2009 fyri lærarar í farloyvi,
lækkað tímatal og serligan tørv.
• 1 lærari í tíðaravmarkað starv frá
1. sept. og alt skúlaárið 2008/2009
fyri lærara, ið fer frá við eftirløn.
Søkt verður eftir lærarum, sum
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi
við lærarar skúlans skulu undirvísa og
taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• duga at samstarva og eru fyrikomandi
• eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum
eru í skúlanum
• eru stundisligir og nærlagdir
Førleikakrøv:
Tey, ið verða sett í lærarastørvini, skulu
hava læraraútbúgving og linjulestur ella
samsvarandi førleika í ávísum lærugreinum
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett
størv, uttan so, at tann, sum settur verður,
er tænastumannasettur lærari
frammanundan.
Tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu lærara-
størvunum verður ikki endaliga ásett fyrr
enn 1. september 2008.
Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu
millum Føroya Lærarafelag og Fíggjar-
málaráðið í lønarflokkunum 18.1-27.4
Umsóknir
Umsóknir við c.v. og ljósriti av prógvum og
møguligum viðmælum skulu vera
skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi
mánadagin 16. juni kl. 10.
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja
til Súna í Hjøllum, skúlastjóra, á tlf. 737761.
Eisini ber til at senda teldupost til
skúlastjóran: suni@ffs.fo
Fuglafjarðar skúli
Postboks 9 · FO-530 Fuglafjørður · Tlf. 737760
Fuglafjarðar skúli hevur komandi skúlaár umleið 290 næm-
ingar í 16 flokkum, og her koma at starvast 34 fólk. Áhugaði
kunnu lesa meira um skúlan á heimasíðuni: www.ffs.fo
Kokkur til Strandfaraskip Landsins
Søkt verður eftir kokki til Strandfaraskip Landins at seta í fast starv frá 7. juli 2008.
Freistin at søkja starvið er mánadagin 23. juni kl. 12:00
Sí lýsingina á heimasíðu okkara www.ssl.fo
Leyst starv
Lesið
-tað
loysir
seg