Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-09, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juni 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 108 - 9. juni 2008 33 Lærarar Søkt verður eftir 2 lærarum í føst størv frá 1. august 2008 í Sands skúla. Søkt verður eisini eftir 2 lærarum til tíðaravmarkað starv skúlaárið 2008/2009 vegna avlopstímar og niðursetta tíð. Annað starvið er fulltíðarstarv og hitt eru avlopstímar. Endaliga tímatalið til hesi størv verður sett í september. Í Sands skúla komandi skúlaár verða 55 næmingar og 8 lærarar. Nýggjur skúli er í gerð, sum verður liðugur um árskiftið 2008/09. Skúlin verður bygdur í einari hædd, og har verður rúmligt inni. Skúlin verður ein nýmótans skúli við m.a. ektroniskum talvum. Søkt verður eftir lærara sum m.a.: • Undir ábyrgd leiðslunar og í samstarvi við lærarir skúlans taka lut í dagliga virksemi skúlans. • Eru fús at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum. • Eru við til áhaldandi at menna skúlan. • Duga at samstarva. • Kunnu átaka sær: ábyrgd av ítrótti, handverk/ list, Náttúru/tøkni, enskt, heimstaðarlæru og telduundirvísing. Allar lærugreinar eru hjá 1. – 5. Flokki. Førleikakrøv: Tey, ið sett verða, skulu helst hava læraraútbúgving, linjugreinar og aðrar møguliga arbeiðsroyndir. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 - 29.2. Størvini verða sáttmálasett, uttan so, at tann, sum settur verður er tænastumannasettur lærari frammanundan. Umsóknir: Umsóknir við viðmælum, avrit av prógvum o.ø. skulu vera skúlaleiðaranum í hendi seinasta lagi 24. Juni 2008 kl. 12.00. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til skúlaleiðaran, Kristian Højsted, á telefon 361623 ella 252854. Sands Skúli 210 Sandur Sands Skúli SANDOYAR MEGINSKÚLI Heimasandsvegur 142 · 210 Sandur Tlf. 361038 · fax 361866 t-postur: samesk@post.olivant.fo Lærarastørv í Sandoyar Meginskúla lýst leys til setanar frá 1.august 2008. Søkt verður eftir lærarum • trimum í føst størv, sum eru fulltíðarstørv • einum – møguliga tveimum - í tíðaravmarkað størv vegna farloyvi, lækkað tímatal, serligan tørv og avlopstímar; seinna starvið er parttíðarstarv, har endaliga tímatalið verður ásett eftir 1.sept. Søkt verður eftir lærarum, sum: • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans • duga at samstarva og eru fyrikomandi • eru fúsir at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru í skúlanum • eru við til áhaldandi at menna skúlan • eru stundisligir og nærlagdir Okkum tørvar lærarar, sum kunnu átaka sær eina ella fleiri av hesum uppgávum: • flokslæraraarbeiði • undirvísa í gentuítrótti/ svimjing • undirvísa í kunningarlærugreinum, føroyskum, donskum, týskum, alis/ evnafrøði og støddfrøði • undirvísa í handaligum lærugreinum Førleikakrøv: Umsøkjarar eiga at hava læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi í nevndu lærugreinum/ lærugreinaøkjum. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólkaskúlanum, men læraralesandi, ið lúka prógv í summar, kunnu eisini søkja størvini. Lønar- og setanartreytir: Størvini verða lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Tíðaravmarkaðu størvini verða sett fyri skúlaárið 2008/ 09. Umsóknir: Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi 24.juni 2008 kl.1200 Nærri fæst at vita um størvini hjá Elnu Skylv Hansen, skúlastjóra, á telefon 361038/ 216038 ella hjá Eyðfinni Stórá, varaskúlastjóra, á tlf. 361247/ 268969, ella við at senda t-post til skúlan samesk@post.olivant.fo Sandoyar Meginskúli hevur um 100 næmingar og 13 lærarar komandi skúlaár. Næmingarnir eru úr 6. upp í 10.flokk. Arbeitt verður alsamt við at menna skúlan. Lærarastørv í Runavíkar kommunuskúla Til skúlaárið 2008/09 verður søkt eftir 9 lærarum at byrja 1. august 2008. • 7 lærarum í tíðaravmarkað fulltíðarstarv skúlaárið 2008/09 fyri lærarar í farloyvi og avlopstímar. • 2 lærarum í tíðaravmarkað stytri enn eitt ár fyri lærarar í farloyvi a) eitt starv fulla tíð fyri lærarar í barnsburðar- loyvi frá skúlaársbyrjan til u.l. 1. mars 2009. b) Eitt starv 21 tímar um vikuna fyri lærara í farloyvi til 1. jan 2009. Søkt verður eftir lærarum, sum kunnu lesa tímar í m.a. Innskúlingini, miðdeildini, framhaldsdeildini og í serstovunum. Umsøkjararnir mugu hava førleika at átaka sær eina ella fleiri av hesum lærugreinaøkjum: máli, støddfrøði, ítrótti, kunningarlærugreinunum, handaligu lærugreinunum, bókasavn, teldulæru og at arbeiða við næmingum við breki. Vit vænta, at tú • ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur • ert virkisfús/ur og ert hugað/ur fyri toymissamstarvi • í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vilt vera við til áhaldandi at menna skúlan Lønar- og setanartreytir Setanarøkið eru allir skúlarnir, sum hoyra til Runavíkar kommunuskúla. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi. Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 27.4 sam- bært avtalu millum Fíggjamálaráðið og Føroya Lærarafelag. Størvini eru treytað av, at tímajáttanin heldur. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 18. juni 2008, kl. 12.00. Nærri fæst at vita um starvið frá Ásmund Lamhauge, skúlastjóra á tlf. 447331 & 217331 ella Duritu P. Joensen, varaskúlastjóra á tlf. 447331 & 221363. Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár um 432 næmingar og um 52 starvsfólk. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/rks RUNAVÍKAR kommunuskúli Glyvravegur 10A · FO 625 Glyvrar Tlf. 447331 · fax 447767 t-postur: rks@skulin.fo Hús á Toftum til sølu Um hóskandi boð fæst verður ognin Regnavegur 45, matr. nr. 368c, Tofta bygd seld. Talan er um eini minni hús á umleið 35 fermetrar í einari hædd við krúpikjallara og tilbygningi uppá 10 fermetrar. Innrætting: Køkur/stova saman, gangur, baðirúm og kamar. Miðstøðuhiti er í húsinum. Húsini eru bygd sum eini sethús, men mest nýtt sum summarhús. Alt innan í húsinum fylgir við keypi- num. Húsini eru í góðum standi, urtagarður er eisini. Grundøkið er 453 fermetrar. Nærri upplýsingar fáast á telefon 374 512 og fartelefon 22 18 92. Teldupost: nordberg@post.olivant.fo Aðalfundur Hjá Gjovmanni verður í Miðlahúsinum mikudagin 25. juni kl. 19. Skrá. Sambart lóg felagssins. Gjovmaður Grundstykki til sølu Grundstykki á 844 m2 í Trongisvági til sølu fyri kr. 70.000,- Fleiri upplýsingar fáast við at senda ein t-post til: fs555fs@yahoo.dk