Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-09, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juni 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 108 - 9. juni 2008 Størv í Viðareiðis Skúla Søkt verður eftir lærarum og stuðulsfólki til Viðar- eiðis skúla skúlaárið 2008/09. Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2008: • 1 lærara í fast starv fulla tíð • 1 lærara í tíðaravmarkað starv fulla tíð • 1 lærara til umleið 14 tímar um vikuna (vegna avlopstímar, lækkað tímatal og serligan tørv. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. sep.) • einum stuðli við pedagogiskari ábyrgd 20 tímar um vikuna. Uppgávan er at virka sum stuðul hjá næmingum við serligum tørvi. Tey, ið sett verða skulu: • undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans • duga at samstarva • verða fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum • vera við til áhaldandi at menna skúlan Skúlanum tørvar lærarar, ið m.a. kunnu átaka sær at undirvísa í: • føroyskum, donskum og enskum • støddfrøði, náttúru/tøkni og lívfrøði • kristni og søgu • handaverki og list • tónleiki og ítrótti • tímar vegna serligan tørv • vera flokslærari Førleikakrøv Læraraútbúgving ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólka- skúlanum. Lønar- og setanartreytir Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tey, ið sett verða, eru tænastumannasettir lærarar frammanundan. Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønarflokkunum 18.1 – 27.4. Stuðulsstarvið verður lønt eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálastýrið. Umsóknir Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera skúla- leiðaranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. juni kl. 12.00. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til skúlaleiðaran, Jensebeth Absalonsen, á tlf. 45 11 80 ella 58 80 52. Viðareiðis skúli hevur komandi skúlaár 50 næmingar og 7 lærarar. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/vid Viðareiðis Skúli Heygavegur 7 · FO – 750 Viðareiði Tlf. 451180 – 588052 · T-postur: vid@skulin.fo Les meira á bil.fo ella ring 218414 MAZDA 6 Einans 150.000 REXTON Einans 280.000 Bilar til sølu Lesið - so eru tit við