mánadagur 9. juni 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 - 9. juni 2008
35
TIL SØLU
BMW 316i E46, ný sýnaður. Árg. 99
SLP Finans
Á Hjalla 6 · Tlf. 357300 · Mobile 21 73 00 · Tlf. 21 73 00
TIL SØLU
Brúkt JCB gravimaskina 2,4t við vogni.
Árg. 2001, koyrt 1800 tímar
SLP Finans
Á Hjalla 6 · Tlf. 357300 · Mobile 21 73 00 · Tlf. 21 73 00
Skúlatænari til
Føroya Studentaskúla
í Hoydølum
Eitt starv sum skúlatænari er leyst at søkja á Føroya
Studentaskúla og HF-skeiði frá 1. august 2008.
Uppgávur
Uppgávurnar eru: Umsjón við og røkt av bygn-
ingunum hjá stovninum, at røkja økið uttan um
bygningarnar, eftirlit við hita-, vatn- og elskipan
skúlans og at rigga til høli í sambandi við próvtøkur
og onnur tiltøk og at vera til handa í dagligu
viðurskiftum skúlans. Skúlatænararnir arbeiða í skift-
andi vaktum og tí koma skeivar arbeiðstíðir regluliga
fyri. Á skúlanum koma frá 1. august at starvast 3
skúlatænarar og verandi 1. skúlatænari er leiðari fyri
skúlatænararnar og reingerðarstarvsfólkið.
Førleikar
Tann, ið settur verður eigur at hava handverkara-
útbúgving, gott yvirlit og góð evni at samstarva.
Ávísur telduførleiki er ein fyrimunur. Fyri tann rætta
persónin er talan um eitt spennandi og fjølbroytt
starv við nógvum avbjóðingum.
Løn
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggj-
armálastýrið og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag
Handverkaranna. Starvið verður at seta frá 1. august
ella skjótast til ber.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Mikkjal Helmsdal, rektara, telefon 312973 ella
Holgar Johansen, skúlatænara, fartelefon 214613.
Umsóknir við prógvum, viðmælum og frágreiðingum
um arbeiðsroyndir skulu sendast til Føroya Stu-
dentaskúla og HF-skeið, Sanatoriivegur 1, FO-188
Hoyvík, ella sum teldupostur til skrivstovan@
hoydalar.fo og skulu vera skúlanum í hendi í seinasta
lagi mánadagin 16. juni, kl. 12.00.
Føroya Studentaskúli og HF-skeið
Hoydalar · FO-188 Hoyvík
Telefon 312973 - Telefax 318624
Teldupostur skrivstovan@hoydalar.fo
Avgreiðslutíð: Kl. 08.00 - 15.30
Starv sum leiðari
fyri Fuglafjarðar
sløkkiliði
Starvið sum leiðari fyri Fuglafjarðar sløkkilið,
sum er ein deild av Fuglafjarðar kommunu,
verður hervið lýst leyst til setan tann 1. juli
2008 ella skjótast eftir hetta.
Krøv:
• Viðkomandi skal hava handverksliga ella
byggifrøðisliga útbúgving.
• Skal hava tikið ella skal taka neyðug
skeið sambært kunngerð um
útbúgving av sløkkiliðsmanningum og
brunaumsjónarmonnum.
• Skal verða við til at menna kommunala
brunaverkið og brunamenninar,
so sløkkilið altíð er á einum tekniskt
forsvarligum støði.
• Heilsuváttan verður kravd.
• Skal hava stóra koyrikortið.
• Skal hava góð samstarvsevni.
Lønar- og setannarviðurskifti:
• Starvið, sum verður normerað til 15 tímar
um vikuna, verður lønt sambært sáttmála
millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið
og Starvsmannafelagið.
• Fyrstu 3 mánaðarnir verða at rokna sum
royndartíð.
Nærri upplýsningar
um starvið kunnu fáast við at venda sær
til William S. Askham, sløkkiliðsleiðara á
telefon 737800 ella Jákup Frants Larsen,
býráðsskrivara á telefon 737702.
Umsóknarfreist:
Skrivligar umsóknir saman við próvskjølum
skulu verða Fuglafjarðar býráð, Norður í
Gerði 10B, 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta
lagi hósdagin tann 19. juni 2008 kl. 16.00.
Býráðið skilar sær rætt til at velja millum
innkomnar umsóknir ella onga at taka.
Fuglafjarðar
Kommuna
Hjálparfólk til kantinuna
Søkt verður eftir einum hjálparfólki til kantinuna, at
byrja 18. august 2008. Vit leggja dent á, at fólkið, ið
sett verður er raskt, álítandi og nærlagt í sínum
arbeiði. Tað er ein fyrimunur, um tú ert von/vanur
við køks- og/ella kantinuarbeiði.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Starvið er tímalønt í royndartíðini, sum er 3 mánaðir.
Eftir royndartíðina kann talan verða um fast
mánaðarlønt starv.
Vanliga arbeiðstíðin er mánadag til hósdag frá kl.
8.00 til 15.00 og fríggjadag frá kl. 8.00 til 14.30, teir
dagar tá skúlagongd er. Kvøldarbeiði kann koma
fyri í sambandi við foreldarafundir og onnur tiltøk.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til
Oslu Funding kantinuleiðara á tlf. 313771.
Skrivligar umsóknir við møguligum viðmælum skulu
sendast til Føroya Studentaskúla og HF-skeið,
Sanatoriivegur 1, FO-188 Hoyvík, ella sum teldu-
postur til skrivstovan@hoydalar.fo og skulu vera
skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. juni,
kl. 12.00.
Føroya Studentaskúli og HF-skeið
Hoydalar · FO-188 Hoyvík
Telefon 312973 - Telefax 318624
Teldupostur skrivstovan@hoydalar.fo
Avgreiðslutíð: Kl. 08.00 - 15.30