Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juni 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 109 - 10. juni 2008 Stutt Sagt Bloomberg fekk krakk Borgarstjórin í New York, Mic­hael Bloomberg, hev­ ur boðið John Mc­Cain og Barrac­k Obama at halda tann fyrsta valdystin í tí søguliga bygninginum Federal Hall í New York, har tað fyrsta amerikanska tingið kom saman. Men hvørgin tók av tilboði han­ sara. Mc­Cain hevur í sín­ um lagi gjørt avtalu við sjón­varpið ABC um tígg­ ju valdystir, men Obama vil ikki binda seg til nakra ávísa sjónvarpsstøð. Har­ afturímóti vóru tey bæði valevnini á einum máli um at havna tilboðnum frá Mic­hael Bloomberg. Munur á løn Hóast áralangt tos um somu løn til menn og kvinnur vísir ein nýggj kanning, at týskir menn fáa í meðal 22 prosent meiri í løn enn týskar kvinnur. So stórur er mun­ urin ikki nakra aðrastaðni í ES. Lønarmunurin er størstur í Týsklandi, Est­ landi, Slovakia og Kýpros, og í meðal er munurin í øllum limalondunum 15 prosent. ES sigur í einari viðmerking til kanningar­ úrslitið, at tað er eitt van­ damál, at kvinnur ikki fáa somu løn sum menn, og at tað ræður um at geva kvinnunum størri part av arbeiðsmarknaðinum. Kanningin vísir, at 91 pro­ sent av monnunum í ES­ londunum arbeiða uttan fyri heimið, meðan tað til­ svarandi talið hjá kvinnun­ um er 62 prosent. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Vit fremja okkara tiltøk, og vit heita staðiliga á onnur lond um at herða trýstið á stýrið í Iran (George W. Bush) útlond Tað hevur verið rættiligt ill­ veður í fleiri amerikonskum statum teir seinastu dagar­ nar. Summastaðni hevur tað regnað so illa, at áir og vøtn eru farin langt upp um bakkarnar, soleiðis at stór øki standa undir í vatni. Í statinum Wisc­onsin megn­ aði ein byrging við eitt vatn ikki at standa ímóti trýsti­ num. Úrslitið varð, at vatnið floymdi út um byrgingina og tók fimm hús av grund­ ini. George W. Bush, forseti, hevur lýst partar av Indiana sum vanlukkuøki, og tað sama hevur guvernørurin í Wisc­onsin gjørt. Krabbameinssjúki filmsleikarin Patrick Swayze er farin aftur til arbeiðis Patric­k Swayze, sum herfyri varð lagdur inn á sjúkrahús við krabbameini, hevur fingið loyvi frá læknunum at spæla við í einari sjónvarpsrøð, skrivar Hollywood Reporter. Swayze, sum serliga er kendur fyri leiklutin í filminum "Dirty Danc­ing", skal spæla FBI­maður í einari røð, sum er í 13 pørtum. Upptøkurnar byrja í august. Patric­k Swayze hevur fingið kemoterapi og aðra viðgerð ímóti krabbameini, men hann sigur seg vera væl fyri til at fara undir tann nýggja leiklutin. George W. Bush er komin til Evropa á toppfund millum ES og USA. Ferðin er helst hansara seinasta sum forseti hesumegin Atlantshavið George W. Bush hevur fleiri týdningarmikil mál á dagsskránni, nú hann vitjar Evropa. Hann skal tosa við teir evropeisku leiðararnar um størri hjálp til Afghanistan, fleiri tiltøk ímóti Iran og veðurlagsbroytingarnar, og hvat kann gerast fyri at tálma avleiðingum teirra. Í dag hevur Bush havt fund við formannin í ES­ nevndini, Jose Manuel Barroso, og Janez Jansa, forsætisráðharra í Slovenia, sum hevur formansskapin í ES í løtuni. Eftir vitjanina í Slovenia skal Bush til Týsklands, Italia, Fraklands og Bretlands. Høvuðsørindini hjá Bush eru sambært amerikonskum diplomatum at fáa ES at herða trýstið á stýrið í Iran, og tað er líkt til, at hann kann fáa undirtøku fyri hesum. USA hevur roynt at fáa ES at forða ávísum iranskum bankum atgongd til altjóða fíggjarheimin, og tann spurningin tekur Bush upp á ferðini. Eygleiðarar vænta ikki nakað frambrot í tingingunum um veðurlagsbroytingarnar, tí ES hevur bestan hugin at bíða eftir forsetaskiftinum í Washington. Bush til Evropa at siga farvæl Áarførið tók fimm hús av grundini Aftur til arbeiðis Patrick Swayze skal aftur fyri upptøkutólið Mynd: Polfoto George W. Bush á veg úr flogfarinum uttan fyri Ljubljana í Slovenia Mynd: Polfoto Michael Bloomberg er borgarstjóri í New York Mynd: Polfoto