Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juni 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 109 - 10. juni 2008 Fleiri túsund starvs­ fólk, sum arbeiða hjá tí almenna, fara nú at krevja eina munandi lønarhækking fyri at vinna ógvusligu príshækkingarnar hesa seinastu tíðina, innaftur Samráðingar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Nú skal álitið á Karsten Hansen standa sína roynd. Tað staðfestir Selma Ell- ingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum. Sman við fýra øðrsum stórum fakfeløgum, fer Starvsmannafelagið nú at krevja lønarhækking og tí fara tey at boða Karsten Hansen til samráðingarborð- ið beint eftir summarfrítíð- ina. Hini feløgini eru Lærara- felagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Peda- gogfelagið og Havnar Arbeiðsmannafelag og sam- an við Starvsmannafelagn- um fara tey nú at orða nøkur felags krøv til landsstýrið. Rætt til samráðingar Í 2006 breyt Starvsmanna- felagið upp úr nýggjum við at gera ein fýra ára sáttmála við fíggjarmálaráðið. Hetta er fyrstu ferð, at so drúgvur sáttmáli verður gjørdur á almenna arbeiðs- marknaðinum og hann gongur sostatt ikki út fyrr- enn tann 1. oktober 2010. Tað gjørdi Starvsmanna- felagið fyri at vísa samfel- agssinni, sum tey søgdu og tí at tey mettu at tað hevði stóran týdning fyri allar partar at tryggja frið á arbeiðsmarknaðinum í eitt longri tíðarskeið enn tey tvey árini, sum eitt vanligt sáttmálaskeið er. Men fyri at gardera seg, fekk Starvsmannafelagið ein ventil í sáttmálan, sum segði, at broytast viðurskift- ini í samfelagnum, sum ávirka lønarlagið munandi, skal tað bera til at samráðast um lønina av nýggjum tann 1. oktober í ár. Men tað stendur eisini, at hetta kann ikki føra til, at sáttmálin verður uppsagdur. Tó skal leggjast afturat, at frammanundan varð ein sáttmáli gjørdur við Føroya Arbeiðsgevarafelag um starvsfólk hjá Føroya Tele og hann var upp á trý ár og níggju mánaðir og har var eisini ein orðing um at end- urskoðað lønina, henda munandi broytingar. Síðani hava eisini onnur feløg fingið somu orðing, sum gevur teimum rætt til nýggjar samráðingar mitt í sáttmálaskeiðnum. Karsten standa sína roynd Og Selma Ellingsgaard sig- ur, at tað kunnu ikki vera fleiri meiningar um, at for- treytirnar fyri sáttmálanum eru munandi broyttar við nógv hækkandi prísum á bæði olju, mati og bústaði. Tí fer Starvsmannafelag- ið, saman við hinum feløg- unum nú at krevja meiri í løn og ætlanin er, at samráð- ingarnar við Fíggjarmála- ráðið skulu byrja beint eftir summarfrítíðina. Og forkvinnan í Starvs- mannafelagnum staðfestir, at nú skal álitið á Karsten Hansen standa sína roynd. - Nú fáa vit at prógv fyri um Fíggjarmálaráðið veru- liga meinar nakað við tað, sum stendur í sáttmálanum. Men hon staðfestir eisini, at vísir tað seg, at lyftini frá fíggjarmálaráðnum í sátt- málanum bara eru tóm orð, fer hetta uttan nakran sum helst iva at fáa stórar avleið- ingar við sær til næstu reglu- ligu samráðingar í 2010. - Fáa vit ikki lønarhækking nú, verður ongin ivi um, at krøvini vera bara so mikið størri í 2010. Og tað er sam- stundis greitt, at vit fara aldrin at góðtaka at gera ein so drúgvan sáttmála aftur. - Men vit ivast ikki í, at fíggjarmálaráðið ætlar at halda orð og nú eru viður- skiftini broytt so nógv, at vit hava krav upp á eina ser- liga lønarhækking nú, legg- ur hon afturat. Munandi lønarhækking Hvussu stóra lønarhækking, tey fimm fakfeløgini fara at krevja, fáa tey ikki sagt so nógv um enn, tí tað er nak- að, sum tey fara at rokna seg fram til í summar. - Men tað er greitt, at tal- an skal verða um eina hækk- ing, sum munar, tí prísirnir eru farnir nógv upp hesi bæði seinastu árini. Í hesum sambandi kann upplýsast, at á heysti í 2006, tá ið sáttmálin kom í gildi, var prístalið 106,5 stig, men nú er tað næstan 113,9 stig. Sostatt eru prísirnir hækk- aðir 6,4 prosentstig hesi bæði árini. Samstundis hava lønar- hækkingarnar ligið um 3% um árið. Men ein partur av tí er eftirløn, sum løntakara ikki fáa atgongd til, fyrrenn teir fara frá fyri aldur. - Eftirlønina fáa vit ikki keypt fyri nú og sostatt er veruliga lønarhækkingin ikki meiri enn góð 2% um árið. Sostatt er tað greitt, at lønirnar eru afturúrsigldar hesi bæði árini og at keypi- orkan er fallin. Hon vísir eisini til, at í grannalondum okkara eru sáttmálar akkurát nú gjørdir við eini lønarhækking, upp á eini 4,5% um árið. Sum tað sæst á hinari greinini her á síðuni, er ætlanin at fleiri fakfeløg at ganga saman í samstarv í samráðingum við Lands- stýrið og fyrsta royndin verður í heyst. Fleiri fakfeløg, sum hava fólk í starvi hjá tí almenna, fara nú at gera ein felagsskap, sum skal styrkja tey í samráðingum við landsstýrið. Fyrsta royndin skal standa longu nú í heyst Samráðingar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Viðhvørt kann tað vera ov lætt hjá landsstýrinum at seta kílar í ímillum tey ymsu fakfeløgini. Tað heldur Selma Ellings- gaard, forkvinna í Starvs- mannafelagnum. Men tað fara fakfeløgini nú at royna at gera nakað við. Ì eini roynd at styrkja seg og samstundis trekkja tennin- ar úr landsstýrinum, arbeiða fleiri fakfelag, sum hava fólk í starvi hjá tí almenna, nú við at gera ein felagsskap, so at tey kunnu gera felags front ímóti landsstýrinum, tá ið samráðingar verða. Forkvinnan í Starvs- mannafelagnum sigur, at tað eru heili 32 fakfeløg, sum hava lønarsáttmála við landsstýrið og tey eru ógvu- liga ymisk í stødd, frá nøkr- um heilt fáum limum, til Starvsmannafelagið, sum hevur fleiri túsund limir. - At vit eru so mong og so spjødd, gevur landsstýr- inum ov lætt spæl at seta okkum upp ímóti hvørjum øðrum, staðfestir Selma Ellingsgaard. - Hvussu nógv fakfeløg vera við í tí felags samstarv- inum, dugir hon ikki at siga enn, tí tað vil tíðin vísa. Men í fyrstu atløgu eru tað tey fimm stóru fakfeløg- ini, sum samráðast um at gera ein felagsskap og tey eru Starvsmannafelagið, Lærarafelagið, Pedagogfel- agið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Hon sigur, at enn eru sam- ráðingarnar á byrjanarstigi og tí dugir hon enn ikki at meta um, hvussu umfatandi samstarvið verður. Sveinaroyndin í heyst Sum tað sæst á hinari grein- ini her á síðuni, fer Starvs- mannafelagið nú at biðja fíggjarmálaráðið um samráð- ingar fyri at hækka lønina. Tað fer felagið vísandi til eina orðing í sáttmálanum, sum sigur, at um munandi broytingar eru í samfel- agnum, skal tað bera til at samráðast um lønina av nýggjum. Lærarafelagið og Pedagog- felagið hava somu orðing í sáttmálanum, men tað hava sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki og Havnar Arbeiðskvinnu- felag helst heldur ikki. Men Selma Ellingsgaard sigur, at øll fimm feløgini fara nú at orða nøkur felags krøv til Landsstýrið til sam- ráðingarnar í oktober. Men tann stóri spurning- urin er, hvussu Fíggarmála- ráðið fer at taka ímóti krøv- um frá feløgunum, sum ikki hava krav upp á samráðingar nú. - Tað vita vit ikki, men tað skal standa sína roynd, men vit vóna, at tá ið summi feløg fáa lønarhækking, fer tað eisini at dryppa á hini feløgini. Fakfeløg royna at trekkja tenninar úr landsstýrinum Almenn starvsfólk krevja lønarhækking Forkvinnan í Starvsmannafelagnum sigur, at nú skal álitið á Karsten Hansen standa sína roynd Anna Katrina á Hvonn Í kvøld spælir Anna Katrina Petersen trio á Hvonn. Afturat sær hevur Anna Katrina, ið sjálv syngur, Leivur Thomsen á guitar og Bjarka Meitel á bass. Stutt kann sigast, at hetta er millum allar bestu tónleikarar í landinum. Leivur og Anna Katrina eru bæði útlærd á Det Kongelige Musikkonservatorium í Keypmannahavn. Tað eru bert annahvørt tvey og trý ár síðan tey fluttu til Føroyar. Aðrenn tað búðu og arbeiddu tey í Keypmannahavn. Leivur eigur heilt sikkurt krúnuna sum Føroya allar besti guitaristur. Bjarki er útlærdur á Berklee College of Music í Boston. Bjarki er m.a. kendur sum bassistur í bólkinum BrekkuBrothers. Tey spæla á Hvonn í kvøld kl 21.