týsdagur 10. juni 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 109 - 10. juni 2008
Fríggjadagin á mentunar
kvøldinum varð modell av
rutubátinum Ruth avdúkað
í Smiðjuni í Lítluvík
Tann 11. juni í ár eru júst
liðin 100 ár, síðani Ruth
kom til landið. Hon var
keypt úr Noregi, og var hon
15 bruttotons til støddar.
Ruth røkti sambandið úr
Havn til Skálafjørðin og
Sundalagið millum 1908 og
1926.
Stigtakari til at gera
modellið er Álvur Dan
ielsen í Havn. Hann hevur
gjørt eitt stórt kanningar
arbeiði at finna fram til
søguna um Ruth og Mjólka
forsýningina. Hann hevur
millum annað funnið fram
til tekningar av Ruth frá
skipasmiðjuni í Noreg.
Hetta tilfar hevur verið
prentað í FFblaðnum, og
ein samandráttur var í
Miðvikuni 2. apríl, sum var
dagin eftir, at Mjólkafor
sýningin byrjaði sigling við
motorbátinum Dan. Í dag er
hundrað ár liðin síðan Ruth
legði frá landi í Noregi til
Føroyar, og hongur nógv
søga í hesum báti.
Við
góðum
stuðlum
hevur eydnast Álvi at fáa
gjørt hetta snotiliga modell.
Poul Benadikt Petersen,
vanliga
nevndur
Benni,
hevur gjørt modellið, sum
er 62 cm. langt.
Jóan Petur á Stongunum
spældi, og til staðar við
opningina av framsýningini
var eisini ættin hjá Peter
Jensen, sum var stjóri og
eldsálin í mjólkaforsýning
ini frá byrjan av. Tað var
langabbasonurin
Høgni
Jensen, sum avdúkaði mo
dellið, eftir at Álvur hevði
greitt eitt sindur frá søguna
um Ruth. Aftaná hevði
Finnur Johansen hugleið
ingar um strandferðslu í
Føroyum.
Tey, ið hava fíggjað
modellið, eru Postverk Før
oya, Postfelagið sum var,
Eik
Banki,
Mentunnar
grunnurin,
Býráðið
og
Lions
Club
Eysturoy.
Millum aðrar sponsorar var
Bergur í Garði, táverandi
stjóri á postverkinum, inni
á gólvinum. Ein av gestun
um var Edith í Jákupsstovu,
ættað úr Lamba. Hon man
vera ein av teimum fáu
núlivandi føroyingum, sum
hevur ferðast við Ruth. Tá
var gingið til Søldarfjarðar,
har farið varð umborð. Tá
hevur tað tikið tímar at
koma til Havnar.
Peter Jensen hevur verið
ein framúr persónligheit.
Umframt at vera eldsálin í
mjólkaforsýningini
var
hann eisini eldsálin í okkara
fráhaldsrørslu í mong ár.
Hósdagin í komandi viku,
tann 19. juni, fara vit at
hava eina lýsing av Peter
Jensen í røðini, ”Hendur ið
Sleptu”. Hann og konan
Wilhelmine liggja bæði
grivin í gamla kirkjugarði.
Her verður millum annað
greitt frá, tá ið Peter var
kærdur til amtmannin, tí
hann hevði noktað einum
umboðsmanni fyri danska
brennivínssølu at ferðast
við Ruth!
Álvur greiddi frá, at hann
ikki enn visti, hvar modellið
skuldi standa, men tað fór
so at vera á einum staði, har
øll fáa møguleika at síggja
tað.
Til ber at síggja fram
sýningina við modellinum
og nógvum forvitnisligum
myndum og tekningum til
fríggjakvøldið 13. juni, kl.
1720.
Ruth 100 ár
Álvur Danielsen greiðir frá
modellinum
Høgni Jensen, langabbasonur Peter Jensen, avdúkar modellið av Ruth
Jórun Helmsdal Jensen er
einja eftir Peter Jensen, sum
var abbasonur Peter Jensen
Nógv fólk við tilknýti til mjólkaforsýningina hava vitjað
framsýningina. Uttast t.v. er Eiler Rubeksen. Pápi hansara
Christian Martin var ein ímyndin av mjólkaforsýningini
sum skipari. Næstur honum er bróðursonurin Rubekk
Rubeksen, abbasonur Rubekk, sum eisini var ímynd av
mjólkaforsýningini. Her eru teir saman við Álvi, sum hevur
gjørt sítt til, at hendan søgan ikki verður gloymd
Fleiri fólk vóru til staðar tá framsýningin opnaði
Hetta er málningur av Ruth, málaður av Sigmund Petersen.
Hann var gáva til Dánjal í Horni á hansara 95 ára føðingar
degin í 1965. Hann var maskinmeistari á Ruth alla hennara tíð
Sera snotuliga modellið av Ruth
Franskur klovnur vitjar
Ein franskur klovnur kemur á vitjan í Føroyum seinni í mánaðinum. Fríggjakvøldið
20. juni klokkan 19 og leygardagin 21. juni klokkan 16 framførir franski klovnurin
O leikin KaO? í Norðurlandahúsinum. Og týsdagin 24. juni klokkan 19 verður
hann at hoyra og síggja í Badmintonhøllini í Klaksvík. Harumframt eru
skúlasýningar í Norðurlandahúsinum 19. og 20. juni og í Klaksvík 24. Juni.
Skúlasýningarnar eru klokkan 10. Pláss er fyri 200 næmingum og lærarum til hvørja
sýning. Leiklongdin er 45 minuttir. Skúlasýningarnar eru ókeypis, men til hinar
sýningarnar kosta atgongumerkini ávikavist 50 og 80 krónur fyri børn og vaksin.